Iran hóttir við aftursvari eftir amerikonsk álop

Iranska kollveltingarleiðslan sigur, at Iran hevur rætt til at svara aftur, um USA brýtur vápnahvíldina, sum sambært Iran framvegis er galdandi.

Fólk koyra framvið amerikanskt-atfinningarsomum plakatum í Teheran í dag, meðan óvissa valdar um diplomatisku gongdina millum Iran og USA. Mynd: Majid Asgaripour/Reuters.

Tað skrivar Ritzau í morgun við Reuters sum keldu.

Útmeldingin kemur eftir, at USA í nátt framdi nýggj álop í Iran. Samstundis segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at hann framvegis sær møguleika fyri eini friðaravtalu við Iran.

Kollveldisgardan sigur, at hon varðveitir sær “lógiliga og greiða” rættin at svara aftur upp á hvørt amerikanskt brot á vápnahvíldina.

Sambært iransku herdeildini er ein amerikonsk drona skotin niður, og eisini skal skotið hava verið eftir einum stríðsflogfari, sum fleyg inn í iranskt loftrúm.

Samtíðis eru toppsamráðingar í gongd í Qatar millum Iran og USA. Endamálið er at fáa enda á stríðnum, sum hevur vart í fleiri mánaðir.

Amerikanska herleiðslan Centcom váttar álopini í Iran og sigur, at talan er um verjuatgerðir fyri at verja amerikanskar hermenn móti hóttanum frá iranskum herdeildum.

 

Fólk koyra framvið amerikanskt-atfinningarsomum plakatum í Teheran í dag, meðan óvissa valdar um diplomatisku gongdina millum Iran og USA. Mynd: Majid Asgaripour/Reuters.