Hondbóltsharrarnir hjá ÍF Føroyum spældu í gjár, og var talan um ógvuliga umráðandi dyst. Mótstøðuliðið var FIF5, sum er fimta lið hjá FCK, og hetta er eisini einasta liðið, ið megnaði at basa føroysku útisetunum [...] útgangsstøði var ein verjukend 5-1 verja, sum má sigast at hepnast hampiliga væl. Og í 12. minutti eydnaðist tað føroyingunum fara framum danska liðið. Restina av dystunum vóru tað danir, ið runnu eftir føroysku
lordarnir skulu veljast, og hóast forsætisráðharrin royndi at sannføra sínar floksfelagar um tað øvugta, eydnaðist tað ikki. Mótstøðumenn hansara mintu hann á, at undir valstríðnum í 1994 hevði Balir fleiri [...] at halda orð. Í London verður hildið, at í hvussu er fimm av ráðharrunum hjá Blair atkvøddu ímóti honum í hesum málinum. Tað gjørdi Robin Cook, sum er formaður í tingbólkinum hjá Arbeiðaraflokkinum, eisini [...] skuldu velja lordarnar, og síðani skuldi hann sjálvur biðja drotningina tilnevna teir. Blair helt, at hetta var tann betra loysnin. Hann segði seg stúra fyri, at skulu lordarnir veljast, fer tað at bera í sær
fólki var til fernisering í góðveðrinum. Gallarí Oyggin er nógv ment síðani byrjan. Vakri aldingarðurin er vorðin partur av heildini. Eisini er café komin, Cafe Art, har til ber at hugna sær, meðan listin [...] Patursson sýnt fram. Hetta var hansara fyrsta sýning í Suðuroynni, síðani sjeytiárini. Á Jóansøkufamsýningini er ein annar av kendu listamonnunum við. Verk eftir Zakarias Heinesen eru við og er tað hansara fyrsta [...] Rannvá Mortensen býr í Havn, men er tó lokal. Hon er av Tvøroyri og hevur áður verið við á sýningum á Gallarí Oynni. Palle Julsgart eigur og rekur Gallarí Oynna og er umframt listamálari. Trupulleikin
eftir. Tað er sanniliga at fegnast um, at føroyskir bólkar nú á døgum leita eftir sínum egna stíli, sínum egna ljóði, við sínum egnu sangum. Tað er har stóra avbjóðingin liggur. Men tað er stórt spell [...] komponistum. Har er nevniliga einki at gera. Skalt tú við í Prixið, skalt tú spæla nýggjar sangir. Og so velja flest allir bólkar at taka sakina í egna hendur og skriva sangir. Hetta er gott fyri føroyskt [...] føroyskt tónleikalív hevur havt stóra gleði av, og tað er bara at fegnast um, at Prix Føroyar hevur verið orsøkin til, at meira heimagjørt tilfar er at finna í føroyskum tónleiki. Tónleikabólkarnir eru eisini
sum er triðj elstur, er 46 ár og Debes, sum er yngstur, er 29 ára gamal. Í systkinaflokkinum er eisini Malena, sum er 31 ár og næst yngst. Felags fyri Tommy, Debes og Malenu er, at teirra starv er á eini [...] skipsbrúgv. Tommy, sum er heimaskipari og Debes, sum er skipsførari, skiftast um at føra línuskipið Kvikk, ið teir og onnur í familjuni eiga saman við øðrum. Reiðari og útgerðarmaður er Torleif Sigurðsson [...] neyvan yvir hagar fyrr enn til heystar. Alternativið er, at vit nú fyrst gera einar tveir undir Føroyum og síðan fara yvir til Íslands, men helst verður ikki lagt vestur um hav fyrr enn í september, sigur
KÍ hevur verið soltið í heyst, og liðið nú er í kapping um sjeynda plássið og hevði 25 stig við sær inn á heimavøllin, so hevur tað gingið væl hjá NSÍ, sum er næstfremst og hevði 44 stig við sær á vøllin [...] NSÍ vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 0-0, og NSÍ hevur nú 47 stig og er tvey stig aftanfyri Víking, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ. Øll fimm málini vórðu skorað frá 50. og fram til 79. minutt. [...] Joensen um plássið millum stólparnar á besta liðnum, Lukasz Jarosinski úr Póllandi, sum mikudagin fylti 32 ár, var á liðnum saman við eitt nú Dávid Langgaard, Boris Dosljak og David Skrbec, ið er miðvallari
avbjóðingina á heimavølli ímóti TB. Talan er um so nevndan seks stiga dyst, og harvið er týdningurin sera stórur fyri okkara møguleikar at røkka málinum, sum er at varðveita plássið í deildini, sigur Niels [...] EB/Streymi. Higartil hevur EB/Streymur ikki vunnið. Talan er um tríggjar javnleikir og fimm tap. Jens Michael Jensen er framvegis ivasamur. Hann er plágaður av skaða í lærkrikanum. Burtursæð frá Ivan Stojkovic [...] Suðuroy síðsta sunnudag. Hóast TB var undirmannað í meiri enn ein tíma, so eydnaðist tað at vinna eitt stig ímóti ÍF, og teir í TB vóru vónbrotnir um, at teir ikki vunnu fulla úrtøku. Málverjin Ivan Stojkovic
fólk. Men hetta tyktist ikki á nakran hátt at darva Guðruna. Frálík rødd Hon er ein framúr góð sangkvinna, ið er vælsignað við eini frálíkari rødd, sum als ikki hevur útlivað sítt potentiali enn. Sum tey [...] ikki vardi meira enn eitt korter, og enn ikki Tú dregur meg sum ein magnetur og Guðrun klassikarin Promise me, fingu lyft stemingin aftur. Hetta vóru seinastu løgini á konsertini, og tað er altíð keðilig [...] Leonard Cohen. Hetta var inniligt, andaligt og lekkurt. Sjálvt um Guðrun hevði tekst í hondini, tá hon sang lagið, trúði eg henni, tí hon sang við so nógvari sannføring. Hetta lagið er ein klassikari og
stigið kom til høldar. Móti StÍF var Høgni Klein eisini partur av liðnum hjá Kyndli, og tað er eingin ivi um, at hann er góður styrkur at fáa. Leygardagin var tó leingi líkt til, at StÍF skuldi taka sær av øllum [...] dystarenda. Hjá strandingum var talan hinvegin um dýran miss, nú teir saman við Neistanum og H71 kapprenna um at halda fast í oddafiskunum úr Vestmanna. Fakta um dystin Kyndil-StÍF 19-19 (11-10) 10 min: 2-5 [...] Kyndil gongd á. Og hóast strandingar royndu at leypa avstað, tá seinni hálvleikur byrjaði, so eydnaðist hetta ikki av álvara. Royndirnar hjá teimum grønu eru eisini hampuliga nógvar, og tí megnaði liðið
ásannast, at tað er ein øgilig orka, sum er farin til at loysa hetta málið. Heilar 28 ferðir mátti Tórshavnar Býráð viðgerða eitt mál um eitt alment wc í Kirkjubø áðrenn tað varð samtykt. Og so er enntá bara [...] Somuleiðis skuldu ognarviðurskiftini avgreiðast við Búnaðarstovuna. Men nú tað er samtykt, er samstundis greitt, at talan er bara um eina fyribils loysn, tí fornminnismyndugleikarnir skulu gera eina heildarætlan [...] bara talan um eina fyrilbils loysn. Men so er ætlanin broytt til eisini at umfata eitt bussskýli. Tað var longu í 2006, at tankin tók seg upp at gera eitt alment wc í Kirkjubø, sum er eitt av okkara heilt