Spæl ein góðan

Tað er sanniliga at fegnast um, at føroyskir bólkar nú á døgum leita eftir sínum egna stíli, sínum egna ljóði, við sínum egnu sangum. Tað er har stóra avbjóðingin liggur. Men tað er stórt spell, at bólkarnir hava einki annað hava at taka av, tá ið tað stendur á. Teir spæla eingi coverløg, halda kanska lítið um tað, og teir spæla aldri til dans við sveittabroti eina heila nátt.

Prix Føroyar tónleikakappingin setir rættiliga fer á virksemið hjá spírandi komponistum. Har er nevniliga einki at gera. Skalt tú við í Prixið, skalt tú spæla nýggjar sangir. Og so velja flest allir bólkar at taka sakina í egna hendur og skriva sangir.

Hetta er gott fyri føroyskt tónleikalív. Tað gevur nógvum tónleikabólkum eitt spark í afturpartin, so teir taka seg saman og royna seg sum tónasmiðir og yrkjarar. Sjálvandi er misjavnt, hvussu tað eydnaðist, tá ið sangir skulu skrivast, men síðani 1995 eru nógv hitt komin fram gjøgnum Prixið. Líka frá teimum fyrstu døgunum við Moirae og Hjarnum, síðani við bólkum sum Mark No Limits, Aria og Kjølum, síðani Tangz, Flux og Taxi, og seinast við Clickhaze, All That Rain og Týr.

Her eru sangir, sum føroyskt tónleikalív hevur havt stóra gleði av, og tað er bara at fegnast um, at Prix Føroyar hevur verið orsøkin til, at meira heimagjørt tilfar er at finna í føroyskum tónleiki.

Tónleikabólkarnir eru eisini farnir at leita meira eftir sínum egna ljóði, og teir royna at ganga nýggjar leiðir. Hetta er nakað, sum útlendsk plátufelagsfólk halda vera avgerandi, um bólkar skulu vinna fram uttan fyri landoddarnar. Tað nyttar ikki at vera eitt føroyskt kopi, tá ið fólk hava ein útlendskan original. Clikchaze hevur megnað at funnið sítt egna ljóð, og tað hevur Týr eisini. Hesir bólkar vóru í fjør teir mest virknu føroysku bólkarnir uttanlands, og tað komst millum annað av, at bólkarnar hava nakað serstakt at bjóða.

Her heima er tað eisini vorið vanligt, at bólkar spæla sínar egnu sangir, tá ið teir eru við á konsertum kring landið. Coverløgini verða skúgvað til viks, tí bólkarnir vilja spæla sítt egna tilfar, og áhoyrararnir eru vorðnir alt meira opnir fyri tí nýggja tilfarinum.

Her er kanska hóskandi at siga men. Tí tað er eitt men. Nógvir av bólkunum, sum eru frammi í dag, hava als ikki somu tónleikaligu barlastina, sum bólkar plagdu at hava. Makrel kom næstan í neyð, tá ið teir skulu upp á pallin fyri at geva nøkur eykanummur, tá ið teir høvdu vunnið fjórða undanumfarið í Prixnum. Teir lovaðu at hava fleiri sangir at taka av næstu ferð. Sama var skilið, tá ið Déjá Vu kom aftur á pallin sum vinnari av annað umfari. Teir royndu seg við onkrum coverlagið, men tað endaði galið, og teir góvust bara at spæla.

Orsøkin til hetta er helst, at tað er ikki longur politiskt korrekt at spæla covertónleik. Nógvir bólkar hava ein hálvan tíma við egnum tilfari, sum teir spæla á konsertum, og that's it. Teir eru ikki førir fyri at spæla coversangir í ein tíma og enn minni at spæla til dans í tríggjar tímar. At spæla covertónleik er ikki vegurin fram hjá føroyskum tónleiki, men tað gevur royndir, barlast, lærdóm og vitan, sum kann vera gull verd, tá ið gylti vegurin til útlandið skal finnast.

Í áhugaverdu sendingunum Tónasláttur var herfyri greitt frá um bólkin Funkies, sum var virkin fyri meira enn 20 árum síðani. Teir spældu ofta til dans tríggjar ferðir um vikuna, og onkuntíð tvær ferðir í eitt kvøld. Tað ger so at siga eingin føroyskur bólkur longur, og harvið er ein ella annar tónleikaligur missur. Tónleikararnir í Funkies endaðu ikki bara sum covertónleikarar, tí eitt nú var Terji Rasmussen við í bólkinum, og hann skrivaði seinni eitt hitt fyri og annað eftir.

Tað er sanniliga at fegnast um, at føroyskir bólkar nú á døgum leita eftir sínum egna stíli, sínum egna ljóði, við sínum egnu sangum. Tað er har stóra avbjóðingin liggur. Men tað er stórt spell, at bólkarnir hava einki annað hava at taka av, tá ið tað stendur á. Teir spæla eingi coverløg, halda kanska lítið um tað, og teir spæla aldri til dans við sveittabroti eina heila nátt.

Um tú nú skuldi verið í káta lagnum til eitt av Prix-kvøldunum í Fuglafirði, so kundi tú kanska roynt at rópt »spæl ein góðan«, tá ið vinnarabólkurin var komin aftur á pallin. Men tú hevði helst fingið nøkur uppgevandi og ivandi eygu sendandi afturímóti av pallinum.