Tey eru sjey systkin, og røturnar eru í Norðdepli, har foreldrini, Olaf og Marianna Sivertsen, búgva.
Tommy, sum er triðj elstur, er 46 ár og Debes, sum er yngstur, er 29 ára gamal. Í systkinaflokkinum er eisini Malena, sum er 31 ár og næst yngst.
Felags fyri Tommy, Debes og Malenu er, at teirra starv er á eini skipsbrúgv.
Tommy, sum er heimaskipari og Debes, sum er skipsførari, skiftast um at føra línuskipið Kvikk, ið teir og onnur í familjuni eiga saman við øðrum.
Reiðari og útgerðarmaður er Torleif Sigurðsson, sum eisini eigur part í skipinum.
Malena er eisini útbúgvin skipsførari og hevur kjans sum stýrimaður við størsta og nýggjasta skipinum hjá stórreiðarínum, Maærsk.
Skipið eitur Evelyn og liggur í løtuni í Århuus.
Tommy og Debes eru tveir túrar við Kvikki í senn og síðan ein í landi.
Í illveðrinum eina sunnunátt herfyri sleit Kvikk fleiri endar, meðan skipið lá við Kósabrúnna. Hekkan á skipinum kom aftur ímóti stevninum á línuskipinum Klakki, sum síðan lá og bukaði niður á Kvikk. Skaði stóðst á skipið, og seinastu dagarnar hevur Stórabeding í Klaksvík umvælt skaðan.
Skipasýnið kravdi, at skaðin varð umvældur, áðrenn skipið loysti aftur.
Tíðliga seinnapartin hósdagin tók Kvikk agn og ís. Vit vóru á bryggjuni, tá teir tóku útgerð til nýggjan túr og fingu eitt prát við skiparan hendan túrin, Tommy Sivertsen.
- Eg havi verið umborð á Kvikki í hesum umfari í eini trý ár og bróðir, Debes, hevur verið við sum skipari í umleið hálvt annað ár. Síðan vit gjørdust partaeigarar í skipinum, hava eg og Debes skifts um at ført skipið.
Áðrenn Tommy fór umborð á Kvikk, var hann stýrimaður við línuskipinum Pison í nøkur ár.
- Eg hevði verið í Danmark í eitt knapt ár, og afturkomin var eg fyrst tveir túrar við Kvikki, áðrenn eg fór umborð á Pison.
Men Tommy hevur eisini róð nógv út.
- Mín lívsleið á sjónum byrjaði eftir loknan skúla sum útróðrarmaður. Síðan var eg nakrar túrar við skipi og róði so útaftur.
Í eini seks ár var Tommy sum ungur við línuskipinum Jákupi B.
- Seinni hevði pápi mín útróðrarbátin Áslu, og eg førdi bátin á útróðri í fleiri ár. Vit róðu út av Klaksvíkini, sigur línuskiparin.
Seinasta ár hjá Kvikki var eitt sindur øðrvísi enn vanligt er hjá einum línuskipi.
- Vit settu uppí skipið á skipasmiðju í Hirtshals og vóru tískil úr vinnu í meira enn eitt hálvt ár – frá seinast í apríl til seinast í oktober.
Kvikk var tískil bara til fiskiskap einar fimm mánaðir av 2006, men hóast hetta, eydnaðist teimum at fiska fyri út við 8 miljónir krónur.
- Eg vil siga, at tað gekst hampiliga væl, meðan vit vóru í vinnu í fjør, og higartil í ár hevur gongdin kanska verið á eini leið.
Tommy heldur kortini fyri, at tað kundi havt gingið betur í ár, enn tað hevur gjørt.
- Meðan skipið var á beding í Danmark í fjør, róðu eg og ein annar av manningini, sum eigur ein glastrevjabát, Albert Langgaard, nakað út, men annars var ikki tað stóra at takast við.
Hann sigur, at tað var eitt sindur torført at halda upp á manningina í fjør vár, tá menn vistu, at skipið kortini fór at verða leingi úr vinnu í árinum.
- Vit eru vanliga 14 mans við Kvikki, og tað merkist, at so nógv skip eru heimahoyrandi í Klaksvík í dag, sigur Tommy.
Spurdur, hvar teir fara hendan túrin, nú teir tóku agn og ís í gjár, sigur skiparin, at teir fara undir Føroyar at royna.
- Vit eiga 282 tons undir Íslandi, men fara neyvan yvir hagar fyrr enn til heystar. Alternativið er, at vit nú fyrst gera einar tveir undir Føroyum og síðan fara yvir til Íslands, men helst verður ikki lagt vestur um hav fyrr enn í september, sigur hann.
At Kvikk eigur so fræga Íslands-kvotu, kemst av, at ein partur av kvotuni eru dagar, sum felagið hevur keypt.
Vanliga kvotan hjá línubátunum undir Íslandi liggur um eini 217 tons.
- Men vit eiga so hesi 64-65 tonsini aftrat, sigur skiparin.
Tommy vísir á, at hendan tíðin ikki er nakað serlig hjá línubátunum undir Føroyum.
- Misjavnt er, hvussu mars mánaði roynist, men tá vit koma út í apríl, verður hetta ikki hildið at vera góð tíð undir Føroyum, tvørtur ímóti, leggur hann aftrat.
Nú Kvikk loysir aftur, vónar hann, at teir umframt hýsu eisini fara at fáa nakað av toski, sum hevur so góðan prís.
- Seinasta túr førdi bróðir skipið. Tá høvdu teir eini 70.000 pund, harav umleið ein helmingur var hýsa – og hin helmingurin toskur, sigur Tommy Sivertsen.