Hansara egnu atkvøddu ímóti Blair

Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, var fyri einum av sínum sjáldsomu ósigrum í Undirhúsinum fyrradagin, tá meirilutin samtykti, at í framtíðini skulu lordarnir í Yvirhúsinum veljast.

Í framtíðini sleppa bara 20 prosent av lordunum í bretska Yvirhúsinum at sita har, tí teir eru tilnevndir, ella tí teir hava arvað sætið. Allir hinir noyðast at stilla upp til val, og skulu teir varðveita sætið, noyðast teir at vinna sær tekki veljaranna.
Sjálvur hevði Tony Blair, forsætisráðharri, skotið upp, at teir politisku flokkarnir skuldu velja lordarnar, og síðani skuldi hann sjálvur biðja drotningina tilnevna teir. Blair helt, at hetta var tann betra loysnin. Hann segði seg stúra fyri, at skulu lordarnir veljast, fer tað at bera í sær eina kapping millum Undirhúsið og Yvirhúsið. Higartil hava lordarnir í Yvirhúsinum bara tikið støðu til tær lógir, sum Undirhúsið hevur samtykt.
Undan atkvøðugreiðsluni var greitt, at hugskotið hjá Blair fór at møta harðari mótstøðu. Serliga vinstravongurin í Arbeiðaraflokkinum tók undir við, at lordarnir skulu veljast, og hóast forsætisráðharrin royndi at sannføra sínar floksfelagar um tað øvugta, eydnaðist tað ikki. Mótstøðumenn hansara mintu hann á, at undir valstríðnum í 1994 hevði Balir fleiri ferðir sagt, at í framtíðini skuldu lordarnir veljast, og at hann átti at halda orð.
Í London verður hildið, at í hvussu er fimm av ráðharrunum hjá Blair atkvøddu ímóti honum í hesum málinum. Tað gjørdi Robin Cook, sum er formaður í tingbólkinum hjá Arbeiðaraflokkinum, eisini, og fleiri aðrir leiðandi flokslimir gjørdu tað sama.