Hóskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð láturligasta mál, sum nakrantíð hevur verið viðgjørt í býráðnum, sum Jan Christiansen kallaði tað. Tað má ásannast, at tað er ein øgilig orka, sum er farin til at loysa hetta málið.
Heilar 28 ferðir mátti Tórshavnar Býráð viðgerða eitt mál um eitt alment wc í Kirkjubø áðrenn tað varð samtykt. Og so er enntá bara talan um eina fyrilbils loysn. Men so er ætlanin broytt til eisini at umfata eitt bussskýli.
Tað var longu í 2006, at tankin tók seg upp at gera eitt alment wc í Kirkjubø, sum er eitt av okkara heilt stóru ferðamálum.
Síðani hevur málið ferðast aftur og fram ímillum myndugleikar av øllum handa slagi. Tað er so endað við, at eitt bussskýli skuldi vera við í ætlanini, so í veruleikanum endaði wc við at verða ein farstøð upp á 72 fermetrar, sum skal byggjast við eyðkenni í gomlum, føroyskum byggisniðið og tilsamans kostar tað eina millión.
Og á býráðsfundi í gjárkvøldið eydnaðist so at samtykkja tað, sum Jan Christiansen kallaði láturligasta mál, sum nakrantíð hevur verið til viðgerðar í býráðnum.
Men tað var eisini eftir tógvið stríð, tí nú tað varð samtykt, hevur tað verið til viðgerðar í býráðnum og í ymsum býráðsnevndum heilar 28 ferðir.
Tað mátti eisini á borðið hjá fornminnismyndugleikunum og landsstýriskvinnuni í innlendismálum, áðrenn tað nú loksins kundi samykkjast.
Somuleiðis skuldu ognarviðurskiftini avgreiðast við Búnaðarstovuna.
Men nú tað er samtykt, er samstundis greitt, at talan er bara um eina fyribils loysn, tí fornminnismyndugleikarnir skulu gera eina heildarætlan fyri Kirkjubø og tá kann henda, at viðskiftahúsið, sum tað nú so fínt eitur, verður broytt og flutt.