Hondbóltsharrarnir hjá ÍF Føroyum spældu í gjár, og var talan um ógvuliga umráðandi dyst. Mótstøðuliðið var FIF5, sum er fimta lið hjá FCK, og hetta er eisini einasta liðið, ið megnaði at basa føroysku útisetunum í fyrru kappingarhálvu.
FIF5 fekk fyrsta málið í dystinum, men føroysku leikararnir megnaðu at svara aftur. Soleiðis gingu teir fyrstu tíggju minuttirnir, har FIF5 legði seg á odda, og ÍF Føroyar javnaði.
Føroyska útgangsstøði var ein verjukend 5-1 verja, sum má sigast at hepnast hampiliga væl. Og í 12. minutti eydnaðist tað føroyingunum fara framum danska liðið. Restina av dystunum vóru tað danir, ið runnu eftir føroysku leikarunum, hvat málum viðvíkur.
Hálvleiksstøðan gjørdist 11-10 til ÍF Føroyar. Hesa leiðslu kunnu føroyingarnir í stóran mun takka sterku verjuni, har Tróndur Bogason var ein veruligur brandur.
Í seinna hálvleiki kom gongd á føroyska álopsspælið, og so gjørdist munurin millum ÍF Føroyar og FIF5 ógvuliga sjónligur. Nærum hvørt føroyskt skot endaði í málinum, meðan sterka føroyska verjan vardi fyri flestu av donsku royndunum.
Eitt skifti førdi ÍF Føroyar við átta málum, men endaliga úrslitið gjørdist 25-19 til ÍF Føroyar.
Hjalti Jacobsen gjørdi fimm mál, Hanus Johansen og Helgi Justinussen fýra hvør, meðan Rani Slættanes, Tróndur Bogason, Petur Óli Samuelsen, Leif Hákun Jacobsen, Leif Mikkelsen og Eyðun Højgaard gjørdu tvey í part.










