Dokkin á Skála tekur skap

Arbeiðið við nýggju turrdokkini á Skála gongur sum ætlað.

Articon skrivar á Facebook, at seinastu tíðina hevur verið arbeitt við eini fyribilsbyrging, sum skal tryggja, at arbeiðið kann fara fram á turrum.

 

Byrgingin er gjørd úr spunsi og fylt við 20.000 tonsum av sandi, sum felagið Sandship hevur ført á staðið.

 

Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##