Av evropeiskum leiðarum er Viktor Orban maðurin, sum hevur havt tættasta sambandið við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt fýra árum síðan

Viktor Orban undir­grev­ur áhuga­mál­ini hjá Evropa

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, heldur, at ukrainski sendiharrin í Budapest blandar seg upp í valstríðið í Ungarn, og forsætisráðharrin sigur seg krevja eina frágreiðing

Av evropeiskum leiðarum er Viktor Orban maðurin, sum hevur havt tættasta sambandið við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt fýra árum síðan

Valið í Ungarn verður hin 12. apríl, og avbjóðarin hjá forsætisráðharranum, Viktor Orban, sum kallast Peter Magyar og er úr andstøðuflokkinum Tisza, liggur væl fyri í veljarakanningum.

 

Viktor Orban roynir av knýta avbjóðaran at myndugleikunum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv og ES-nevndini, og Orban hevur sagt, at hann vil ikki veita Ukraina búskaparliga hjálp.

 

Hann sigur, at valið í apríl stendur ímillum kríggj og frið, og hann endurtekur eisini síni víðgongdu sjónarmið um tilflytarar.

 

Av evropeisku leiðarunum er Viktor Orban maðurin, sum hevur havt tættasta sambandið við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt fýra árum síðan.

 

Viktor Orban hevur fleiri ferðir roynt at forðað fyri, at ES veitir Ukraina hernaðarhjálp.

 

Nú val stundar til, heitir hann á veljararnar í Ungarn um at stuðla sjónarmiðjum sínum um, at Ungarn ikki skal verða við til at rinda fyri kríggið í Ukraina.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fanst í farnu viku at Evropa fyri vantandi dirvi at virka við valdi og styrki.

 

- Ein og hvør Viktor, sum livir av ES-pengum og samstundis undirgrevur áhugamálini hjá Evropa, eigur at fáa eitt slag í andlitið, segði ukrainski forsetin í røðu síni í Davos í Sveis.

 

Viktor Orban heldur hinvegin, at eisini ukrainski sendiharrin í Budapest blandar seg upp í valstríðið í Ungarn, og forsætisráðharrin sigur seg krevja eina frágreiðing.

 

Hetta skrivar tv2.no í kvøld.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Ungarn er limur bæði í ES og Nato-verjusamgonguni.

 

Av evropeiskum leiðarum er Viktor Orban maðurin, sum hevur havt tættasta sambandið við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt fýra árum síðan