Aftaná sigur á Týsklandi í Boxen í Herning í EM-millumbólki 2 hevur Danmark tryggjað sær í minsta lagi annað plássið í millumbólkinum, og harvið eitt pláss í hálvfinalunum, ið vera leiktar komandi fríggjadag.
Týskland gav Danmark ein skarpan gang í fyrra hálvleiki, og var Danmark bert á odda við einum máli í steðginum, 13-12. Týskland megnaði at fylgja við Danmark fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, men so dróg Danmark frá Týsklandi, og vann at enda trygt 31-26.
Mathias Gidsel og Simon Pytlick vóru við átta málum hvør toppskjúttar hjá Danmark. Toppskjútti hjá Týsklandi við seks málum var Renārs Uščins. Emil Nielsen hevði við einum bjargingarprosenti upp á 35 aftur ein góðan dag í danska málinum.
Jóhan á Plógv Hansen var ikki millum málskjúttarnar hjá Danmark í kvøld.
Danmark og Týskland hava seks stig hvør, men Danmark er betri innanhýsis. Frakland hevur fýra stig, meðan Portugal og Noreg hava trý stig hvør. Spania er aftast í bólkinum við tveimum stigum.
Mikudagin spæla Frakland og Týskland eina "finalu" um at røkka hálvfinaluni.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
Týskland – Portugal 32-20
Spania – Noreg 34-35
Frakland – Danmark 29-32
Leygardagin 24. januar:
Frakland – Portugal 46-38
Spania – Danmark 31-36
Týskland – Noreg 30-28
Mánadagin 26. januar:
Portugal – Noreg 35-35
Spania– Frakland 36-32
Týskland – Danmark 26-31
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Týskland-Danmark 26-31 (12-13):
##med2##











