Trý vikuskiftið í heyst hevur rútmiskur tónleikur úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi fingið innivist á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Føroyar hava verið umboðaðar av Teiti, Stanley Samuelsen og nú fríggjakvøldið av Guðruni Sólju Jacobsen. KK, Bubbi Morthens og Magnús Eiríksson hava umboðað Ísland, meðan Aviaja Lumholt, Nanoq Jam og Rasmus Lyberth hava umboðað Grønland. Áskoðaratalið hevur verið eitt sindur skiftandi. Til konsertina hjá Guðruni var sera lítið av fólki, eg taldi eini 30 fólk. Men hetta tyktist ikki á nakran hátt at darva Guðruna.
Frálík rødd
Hon er ein framúr góð sangkvinna, ið er vælsignað við eini frálíkari rødd, sum als ikki hevur útlivað sítt potentiali enn. Sum tey flestu, ið gerast kend í tónleikakappingum sum Stjerne for en aften, hevur Guðrun ikki megnað at sligið ordiliga í gjøgnum á tí breiða marknaðinum. Konsertin fríggjakvøldið vísti greitt hví so er. Løgini, ið eru skrivaði til hana, eru slettis ikki nóg góð.
Rørandi og møðsamt
Guðrun og bólkurin hjá henni tóku áhoyararan á eina ferð runt í ymiskum kendum løgum og løgum av fløgunum hjá Guðrun. Onkrar løtir var konsertin rørandi vøkur, aðrar løtir stórsligin og flott, men tí einu løtuna noyddist eg at gera mær ómak ikki at sovna, tí tað gjørdist so møðsamt.
Tað rætta lagið
Av hæddarpunktunum noyðist eg, at nevna Ironic hjá Alanis Morrisette, ið er eitt lag, ið klæðir røddini hjá Guðruni so sera væl, lagið var stórsligið, og vísti hvussu góð Guðrun er, tá hon syngur rætta lagið. Á heimasíðuni hjá Guðrun verður júst Ironic tikið fram, sum lagið í fekk Guðruna at syngja alment á fyrsta sinni. Tá Alanis Morrisette gav lagið út í 1996, fall Guðrun fyri tí, henni dámdi tað so øgiliga væl, at hon altíð gekk og sang tað, og framførdi tað á skúlaveitslum og fyri fólki, tá høvið beyðst. Ironic var byrjanin til endan á konsertini fríggjakvøldið. Men hetta átti at havt verið endin, tí aftan á hetta gekk niður á bakkað.
Keðiligur endi
Somewhere Over The Rainbow og Imagine vórðu síðan spældir á rað, hetta tyktist at vara í ein tíma, hóast tað ivaleyst ikki vardi meira enn eitt korter, og enn ikki Tú dregur meg sum ein magnetur og Guðrun klassikarin Promise me, fingu lyft stemingin aftur. Hetta vóru seinastu løgini á konsertini, og tað er altíð keðilig,t at endaupplivingin ikki er nøktandi.
Serliga Somewhere Over The Rainbow var møðsamt, lagið var sera friðarligt og pent, men hevði ongan brodd. Har hendi alt ov lítið í lagnum, og tað gjørdist skjótt sera keðiligt. Serliga stóð lagið í sterkari andsøgn til frálíka stemnining, sum Ironic júst hevði skapt.
RnB búni
Imagine, ið Guðrun eisini syngur á seinnu fløgu síni, var somuleiðis stak friðarligt, og megnaði als ikki at lyfta stemningin upp aftur. Persónliga haldi eg, hetta vera eina stak ringa útseting av frálíka John Lennon lagnum. Lagið klæðir slettis ikki RnB búnan, sum Guðrun gevur tí, og virkar tíanverri platt. Tá ljómborðleikarin fór at spæla saxofonsolo, hevði eg hug at krympa ikki bara tærnar men allan kroppin.
Seinasta regluliga lagið var Tú dregur meg, sum ein magnetur, her spældi ljómborðleikarin á eina floytu, ið ljóðaði sum ein panfloyta. Hetta riggaði óvanliga væl, og útsetingin av lagnum til Poul F. yrkingina var veruliga góð. Tó var tað synd, at hetta friðarliga lag, lá beint aftan á hini bæði friðarligu løgini. Tí hetta gjørdi upplivingina nógv minnið góða. Tó vórðu tey klappaði út aftur á pallin, at spæla Promise me, tað var frálíkt og stuttligt at hoyra Guðrun syngja Promise Me, men lagið náddi ongantíð tær veruligu hæddirnar.
Andaligt Halleluja
Men Ironic var ikki einasta hæddarpunktið, Guðrun sang eina ómetaliga vakra útgávu av Halleluja hjá Leonard Cohen. Hetta var inniligt, andaligt og lekkurt. Sjálvt um Guðrun hevði tekst í hondini, tá hon sang lagið, trúði eg henni, tí hon sang við so nógvari sannføring. Hetta lagið er ein klassikari og kann vera ein stórur biti á gloypa, men tað eydnaðist sera væl, so væl, at eg fekk gásarhold.
Eisini Hero, ið Guðrun sang fyrru ferðina hon luttók í Stjerne for en aftern rørdi við hjartarstreingir. Guðrun gevur lagnum so øgiliga nógv, og í mun til Mariah Carey hevur Guðrun eina rødd við nógvari persónligheit, hetta ger hennara útgávu av lagnum munandi betur enn upprunaútgávuna.
Góður bólkur
Í lagnum Strong Love av seinnu fløguni hjá Guðrun, var tónleikurin í støðum minimalistiskur, og røddin hjá Guðrun fekk pláss at bera lagið, hetta riggaði væl og gjørdist so øgilig pent og deiligt. Guðrun hevur spælt saman við Anders, Hylle og Mikkel í tvey ár. Ljómborð, gittar og bassur rigga væl til tónleikin, ið tey spæla. Tey tyktust eisini øll væl uppløgd, og tað sást, at tey hugnaðu sær.
Tey fyrstu løgini var ljóðið út av lagið vánaligt, ljóðmyndin var fløkt, og forstýraði heildarupplivingina. Men aftan á nøkur løg ljóðaði heilt væl.
Sjálv gjørt er ikki altíð væl gjørt
Lagið Youre Mine hittaði eitt sindur, tá Guðrun gav sín fyrstu fløgu út, men var ikki heilt gott á konsertini fríggjakvøldið. Lagið fekk ikki ordiliga fatur í fólki. Heldur ikki All I Want is Love riggaði serliga væl, lagið var spælt ov skjótt, og tað fekk hetta vakra lag at missa eitt sindur av vakurleikanum, og so var ikki so nógv eftir. Pláss varð eisini fyri lagnum Vøgguvísa, ið omma Guðrun hevur skrivað. Hetta lag er eisini av seinnu fløguni hjá Guðrun.i Eg veit væl, at eg nú ivaleyst traðki á onkrar tær, men eg skilji ikki, hvat hetta lag ger á spæliskránni hjá Guðruni, sjálvandi er tað fitt, at hon syngur eitt lag hjá ommuni, men tað riggar ivaleyst betur heima á Tvøroyri í stovuni jólaaftan enn á eini konsert við gjaldandi áskoðarum, tí sjálvt ikki røddin hjá Guðruni megnar at lyfta hetta lag upp á eitt rímiligt støði.
Meistarliga sungið
Í løgunum First Cut Is The Deepest og tí rættuliga funky Call for you var okkurt kontrikent yvir røddini á Guðrun, og hetta sat øgiliga væl. Í tí eitt sindur ráðara tónleikinum var Guðrun í essinum, og tú sat við eini kenslu av, at Guðrun átti at verið ein altjóða stjørna. Hon sang nakað so øgilia væl. Hetta var galdandi fyri alla konsertina. Men vegurin til stjørnurnar er trupul at ganga. Við sínum blandi av coverløgum og ikki heilt góðum løgum, sum eru skrivað til hana, er ivasamt um hon nakrantíð megnar at røkka málinum. Tað, ið Guðrun manglar, er ein ordiliga góðan sangskrivara. Tí um hon hittir ein sovorðnan, kunnu tey rúnarbinda heimin.









