Patrik skal verja TB málið

Lyklauppgerð í botnstríðnum verður í Streymnesi, har TB vitjar seinnapartin

Bæði EB/Streymur og TB, sum seinapartin hittast við Margáir, spældu í Suðuroy síðsta sunnudag. Hóast TB var undirmannað í meiri enn ein tíma, so eydnaðist tað at vinna eitt stig ímóti ÍF, og teir í TB vóru vónbrotnir um, at teir ikki vunnu fulla úrtøku.

Málverjin Ivan Stojkovic varð vístur av vøllinum. Tá fór Patrik Johannesen, sum annars er framrættaður miðvallari, at verja málið. Burtursæð frá fyrsta frísparkinum, sum fór beinleiðis í málið, so fór eingin bóltur framvið Patriki.

Síðani hava teir arbeitt við, hvør skal verja TB málið í Streymnesi. Upplagdi avloysarin er Hugin Albinus, sum er eykamálverji. Tað kemur illa við, at hann ikki er tøkur.

-Vit hava spurt okkum fyri hjá FSF, hvussu møguleikarnir eru at leiga ein málverja, men tað ber neyvan til, og spurningurin er, hvør er tøkur. Í løtuni bendir tað á, at Patrik Johannesen fer at verja málið ímóti EB/Streymi. Hann var málverji í ungdómsdeildunum, og tað sást ímóti ÍF, at hann var ikki heilt óvanur við støðuna, sigur Charlotta Nielsen, sum er samskipari hjá TB.

 

Í EB/Streymi vóru teir sera vónbrotnir eftir 2-1 tapið í Vági, sum bar við sær, at EB/Streymur undan 9. umfari er niðast á støðutalvuni.

-Vit kunnu taka góða hugburðin ímóti FC Suðuroy við okkum. Spælararnir arbeiddu nógv undir vánaligum umstøðum. Nú fokusera vit á avbjóðingina á heimavølli ímóti TB. Talan er um so nevndan seks stiga dyst, og harvið er týdningurin sera stórur fyri okkara møguleikar at røkka málinum, sum er at varðveita plássið í deildini, sigur Niels Pauli Danielsen, liðformaður í EB/Streymi.

Higartil hevur EB/Streymur ikki vunnið. Talan er um tríggjar javnleikir og fimm tap.

Jens Michael Jensen er framvegis ivasamur. Hann er plágaður av skaða í lærkrikanum.

Burtursæð frá Ivan Stojkovic eru allir hinir TB spælararnir tøkir.