Skotland hevur 43 ára gamlan málverja við til HM-endaspælið

Skotland er í innleiðandi bólki saman við m.ø. Brasil

Skotland er í bólki C í HM-endaspælinum í fótbólti, har mótstøðuliðini eru Brasil, Marokko og Haiti.

 

Landsliðsvenjarin, Steve Clarke hevur tikið út HM-hópin.

 

Millum teir kosnu er 43 ára gamli málverjin, Craig Gordon, ið er eykamálverji hjá Hearts. Hinir báðir úttiknu málverjarnir eru Angus Gunn og Liam Kelly.

 

Millum teir kosnu útileikararnir eru Scott McTominay, John McGinn og Andy Robertson.

 

Undan HM-kappingini skal Skotland spæla venjingardystir móti Curacao og Bolivia. 

 

HER er skotski HM-hópurin:

 

##med2##

 

Mynd: Skotska fótbóltssambandið