Fyrsta stigið

Kyndil vann sítt fyrsta stig hetta kappingarárið, tá teir spældu javnt móti StÍF

Hondbóltur

 

Hóast Kyndil hevur havt eina sera laka byrjan upp á kappingarárið, so hava tekin verið um batar í spælinum. Eitt nú riggaði verjan heilt væl, tá Kyndil spældi móti VÍF seinasta vikuskiftið, og verjan var aftur snúningspunktið, nú fyrsta stigið kom til høldar.

Móti StÍF var Høgni Klein eisini partur av liðnum hjá Kyndli, og tað er eingin ivi um, at hann er góður styrkur at fáa.

Leygardagin var tó leingi líkt til, at StÍF skuldi taka sær av øllum, men seinastu løtuna undan steðginum fekk Kyndil gongd á. Og hóast strandingar royndu at leypa avstað, tá seinni hálvleikur byrjaði, so eydnaðist hetta ikki av álvara.

Royndirnar hjá teimum grønu eru eisini hampuliga nógvar, og tí megnaði liðið eisini at halda høvdinum kalt, tá stig skuldui fáast til høldar móti dystarenda.

Hjá strandingum var talan hinvegin um dýran miss, nú teir saman við Neistanum og H71 kapprenna um at halda fast í oddafiskunum úr Vestmanna.

 

Fakta um dystin

Kyndil-StÍF 19-19 (11-10)

10 min: 2-5

20 min: 5-7

40 min: 13-14

50 min: 16-17

Málskjúttar

Kyndil: Janus Einar Sørensen 6, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3(2), Andrias Sólsker 3, Jónleif Sólsker 2(2), Tummas Pauli Hanusarson 1

StÍF: Rúni Johansen 5, Alexandur Johansen 4, Bárður Danielsen 2, Hávardur Trúgvason 2, Leivur Justinussen 1, Mortan Hansen 1, Borgar Danielsen 1

Brotskøst: Kyndil 6

Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2

Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen