Tað var øgiligt undirhald í ein lítlan hálvan tíma, tá ið teir næstbestu hjá KÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
Meðan tað hjá KÍ hevur verið soltið í heyst, og liðið nú er í kapping um sjeynda plássið og hevði 25 stig við sær inn á heimavøllin, so hevur tað gingið væl hjá NSÍ, sum er næstfremst og hevði 44 stig við sær á vøllin.
NSÍ vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 0-0, og NSÍ hevur nú 47 stig og er tvey stig aftanfyri Víking, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ.
Øll fimm málini vórðu skorað frá 50. og fram til 79. minutt.
KÍ liðið var væl mannað. Nýggi málverjin, sum kappast við Kristian Joensen um plássið millum stólparnar á besta liðnum, Lukasz Jarosinski úr Póllandi, sum mikudagin fylti 32 ár, var á liðnum saman við eitt nú Dávid Langgaard, Boris Dosljak og David Skrbec, ið er miðvallari, sum í summar kom úr Slovenia, men sum ikki enn hevur vunnið pláss á besta liðnum.
Eisini NSÍ liðið var væl mannað. Millum spælararnar vóru Pætur Hentze, sum er komin fyri seg eftir skaðasteðg, Jann Martin Mortensen, Betuel Hansen og Mórits Heini Mortensen, sum Aron Knudsen avloysti beinanvegin eftir steðgin.
Fimm minuttir eftir steðgin skoraði Davic Skrbec fyrsta málið, síðani hann kom til Klaksvíkar, og tveir minuttir seinni økti Boris Dosljak um heimaleiðsluna til 2-0.
Næstu løtuna vóru tað stórir møguleikar í báðum endum, men tað var NSÍ, sum vann úrtøku og at enda øll stigini. Jann Martin Mortensen minkaði um munin í 73. minutti eftir uppspæl frá Aron Knudsen, og ein minutt seinni átti Jann Martin Mortensen uppspælið, tá ið Aron Knudsen skoraði.
So gingu tað fýra minuttir, áðrenn Jann Martin Mortensen legði NSÍ á odda 3-2, sum eisini varð úrslitið. Jann Martin umsetti brotsspark til mál og 3-2 til NSÍ.
Síðstu 12 minuttirnar pressaði KÍ nógv fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. NSÍ helt tørn og vann øll stigini.
Leygardagin fær KÍ vitjan av B71, og NSÍ skal spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.