Jacobsen um óhappið. Hansara meting er, at tað hevur verið knallharður streymur, sum hevur drigið skipið av kós, og so var galið, sum hann tekur til. ? Eg hevði dragað um vitan beint frammanundan, so eg visti [...] sjómonnum, sum baldrast úti á havinum og mangan í ótespiligum veðrið. Norðmenn skulu eiga tøkk fyri, at teir bóru so skjótt at, leggur hann afturat. ? Hetta er ein skipan vit áttu at havt har heima eisini [...] Tað var skiparin sjálvur, sum stóð á brúnni, tá Halgafelli rendi á land, innanskers við Andoynna í Norðurnoregi. Hann sigur, at veðrið var ringt; hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum
Har er alskyns góðgæti í pakningum, sum eru so litfagrir at ein hevur hug at eta pakningin eisini. Vit fingu eitt prát við Fróða Olsen, sum er sølumaður hjá Damfar og sum er ein av trimum sølumonnum hjá felagnum [...] ferðast so nógv kring landið fyri at vísa teirra vørur fram. ? Hetta er fyrsta messan av sínum slag her heima, so tað er torført at siga nakað um frammanundan, men vit kunnu í hvussu er rokna við at fólk fáa [...] einum kaffikoppi og fáa eitt gott prát, sigur Fróði. Men hann leggur dent á, at tað eru kundarnir, sum eru mittpunktið hóast alt.
leggur dent á, at arbeiðið hansara sum trafikinformatørur hevur ment hann sum persón. ? Í staðin fyri at liggja heima og taka synd í mær sjálvum, havi eg nú eitt arbeiðið sum gongur út upp á at greiða øðrum [...] av einum 32 ára gomlum manni, sum eitur Jørgen Witt. Og endamálið við vitjanini er eittans: At fáa fleiri føroyingar at gerast »trafikinformatørar«. Tí hesin maðurin, sum nú vitjar Ferðslutrygd, er ikki [...] heimaftur møttu teir tveimum øðrum vinmonnum, sum báðir høvdu bil. Teir fóru í hvør sín og avtalaðu, at fara heim til Jørgen at fáa sær eina øl. Teir sum komu seinni til hús Jørgens høvdu tapt. Ferðin
arbeitt við eini kunngerð, sum greitt skal áseta reglurnar fyri hvussu fiskavirkisskipanin hjá ALS skal virka og handfarast av teimum sum brúka hana, og serliga hjá teimum sum umsita hana. ? Í hesum sambandi [...] komin eftir, at tað eru viðurskiftir, sum ikki eiga at virka sum tey gera í dag, sigur hann. Stjórin á ALS sigur, at millum annað er fráboðanin ein trupulleiki, sum hevur við sær, at upplýsingar kunnu detta [...] kreppu, og tí var hon skrúvað saman sum hon er. Varð ein kunngerð gjørd tá, hevði hon neyvan sæð út sum okkara uppskot til kunngerð, sigur Allan Skaalum. Viku fyri viku Sum nevnt á síðuni frammanfyri og í
Tilbúgvingarætlan gerast nú Hóast tað er nógv í frágreiðingini, sum kostar pengar, so er kortini eitt øki, sum ikki kostar stórvegis, men, sum kortini ikki er avgreitt. Tað er tilbúgvingarætlanin fyri sjálvt [...] Thomassen, sum er virkandi sjúkrahúsleiðari. ? Men orsøkin er tann, at játtanin hjá okkum verri enn so er nóg stór til at vit kunnu seta tilmælini í verk, leggur hann afturat. Hann greiðir frá, at sum støðan [...] ikki er rúm fyri eyka útreiðslum, sum til dømis hesum. ? Men vit vita av trupulleikanum og hava gjørt vart við hann. Saman við Jógvan Eliasi situr Suni Rasmussen, sum er tekniskur leiðari. Hann greiðir
verður tann, sum veðheldur, sum missir peningin, og tað kann verða føroyski landskassin, um tað í dag er møguligt, at fáa landskassaveðhald, ella norski statskassin. Vinnufremjandi lánistovnur Sum nevnt eru [...] okkara er gamal og mest sum niðurslitin, og tí treingir til endurnýggjan. Tí hava teir vent eygunum henda vegin enn einaferð, og tí hevur Eksportfinans sent umboð hendavegin, sum hava tað til endamál at [...] at selja norsku vinnuna, samstundis sum tey bjóða fígging. Tað eru norsku peningastovnarnir, sum eiga Eksportfinans og stovnurin veitir bert fígging við veðhaldið. Tað merkir í stuttum, at vandin hjá E
sambært løgtingslóg, so hvørt sum politiskur vilji er til tess á løgtingi. Tó verða nøkur málsøki, sum lógin ikki fevnir um, ið einans kunnu verða yvirtikin, um Føroyar skipa seg sum sjálvstøðugt land. Tey eru [...] m. Tað er okkara skylda sum partur av tí ríka heiminum at veita menningarlondum hjálp eftir førimuni. Samstundis sum vit átaka okkum at føra ein virknan menningarpolitikk, sum skal gagna fátæka partinum [...] avbjóðingar, sum kunnu stuðla henni her heima og í altjóða kapping. Harra formaður, Eg byrjaði hesa fyrstu løgmansrøðu mína við at siga, at sjálvt við teimum ymisku hugsjónarligu fortreytum, sum vit hava,
útbúgving sum møguligt, fyri at sleppa at liva á einum stigi, ið er oman fyri tað núverandi, á samfelagsins- og tilverunnar tignaðarstiga, fyri at kunna fylgja við sosialu og mentanarligu gongdini, sum er um [...] Suðuroynni og vit kunnu, sum tey næstu í røðini, spáka íkring á jóansøku við studentahúgvuni á høvdinum, errin av, at vit hava kunnað brúkt okkara kenslubornastu ár her heima á okkara heimaoyggj, Suðuroynni [...] einstaka næminginum at vena sær til tann einstaka læraran, ið hann ikki sær sum tann stranga arbeiðsgevaran, men heldur sum ein vinmann ella eina vinkonu, ið vil hjálpa tær á leið. Hesi ár hava fyri meg
Eyðsteini og Hjalturi, yvir línubátin Ågot, sum Pól Eyðfinn átti. - Tað er púra vist, at var tað ikki fyri tað, so sat eg ikki í húsunum í dag, tí eg gekk sum sagt heima, og hvussu skal tað kunna bera til við [...] mannin, sum hevði alt at siga fyri teimum øllum ta stuttu tíð, honum unnaðist at vera millum tey. Pól Eyðfinn, sum á pappírinum stavaðist Poul Eyðfinn, var ein fryntiligur og dámligur maður, sum flest øll [...] Pól Eyðfinni, sum hanga uppi á veggunum í hugnaliga heiminum á Rættargøtu. Ein fær ta fatan av henni, at her er talan um eina familju, sum hevur verið fyri eini syrgiligari vanlagnu, men sum á ein ella annan
so sigur hann so mikið sum, at teir eru nøgdir við 1998. ? Støðan hjá okkum í 1997 var tann, at vit, meiri ella minni vóru tvungnir at taka á okkum raksturin av einum skipi, sum var alt ov dýrt. Hetta [...] til at Skipafelagið legði farleiðina niður og slapp sær av við skipið, sum var leigað. ? Vit sluppu okkum av við ein aktivitet, sum hevði tyngt okkara rakstur ógvuliga nógv og tað sæst aftur. Men tað tók [...] lyndið til at gloyma, at Skipafelagið ikki bara hevur skip sum sigla við farmi, men at felagið eisini hevur nógv annað virksemi, bæði her heima og uttanlands, og at teir tí altíð hava verið noyddir at tillaga