Føroyskar fyritøkur eru aftur vornar áhugaverdar uttanlands.
Kreppan er farin í gloymskunar hav, og tíðin er komin, tá hyggjast skal frameftir.
Tað er ikki bara her heima, at vit hava funnið út av, at framgongd er í vinnuni. Tað hava eitt nú norskir fíggingarstovnar funnið út av.
Teir eru samstundis eisini greiðir yvir, at t. d. ein stórur partur av fiskiflota okkara er gamal og mest sum niðurslitin, og tí treingir til endurnýggjan.
Tí hava teir vent eygunum henda vegin enn einaferð, og tí hevur Eksportfinans sent umboð hendavegin, sum hava tað til endamál at selja norsku vinnuna, samstundis sum tey bjóða fígging.
Tað eru norsku peningastovnarnir, sum eiga Eksportfinans og stovnurin veitir bert fígging við veðhaldið. Tað merkir í stuttum, at vandin hjá Eksportfinans er rættiliga avmarkaður, tí tað verður tann, sum veðheldur, sum missir peningin, og tað kann verða føroyski landskassin, um tað í dag er møguligt, at fáa landskassaveðhald, ella norski statskassin.
Vinnufremjandi
lánistovnur
Sum nevnt eru tað norskir lánistovnar, sum eiga Eksportfinans, men stovnurin arbeiðir eisini sum ein »vinnufremjandi grunnur«. Hetta skal skiljast á tann hátt, at stovnurin einans veitir fígging til byggiætlanir um bygt verður á norskum skipasmiðjum, og tær hava tað ikki serliga gott í løtuni.
Norski »smiðjuídnaðurin« hevur í nógv ár lagt seg eftir at arbeiða við frálandavinnuni, men tað tykist, sum er stígur komin í á tí økinum nú.
Samstundis hava evropeisku skipasmiðjurnar av álvara fingið kapping frá skipasmiðjum í eitt nú Kina, og hesa kapping merkja norðmenn av álvara nú smiðjurnar aftur skulu fara at byggja skip.
Lønarlagið í Kina er nógv lægri enn tað er í evropeisku londunum, og tað ger tað torført hjá norsku skipasmiðjunum at kappast á líka føti við kinverjar.
Stuðul til bygging
Tí hevur norski staturin veitt skipasmiðjunum ein stuðul.
Stuðulin verður útgoldin samsvarandi virðinum av skipinum og er hann antin 4,5 ella 9 prosent.
Skip sum kosta meiri enn 10 mió. evrur fáa 9 prosent í byggistuðli, meðan skip sum kosta minni fáa 4,5 prosent. Treytin er tó, at skipið í minstalagið er 100 brt til støddar.
Ein onnur treyt er eisini og hon sigur, at tað kann ikki latast stuðul til skip úr ES- og EBS-londum.
Hetta er eisini ein orsøk til at Føroyar eru so áhugaverdar í norskum eygum, tí vit eru hvørki við í ES ella EBS.
Leggjast skal eisini afturat, at stuðul eisini verður latin til umbygging av fiskiførum og hann er eisini 4,5 prosent.
Stuðulin verður latin skipasmiðjuni og ikki reiðarínum. Tað merkir eisini at hann ikki skal roknast inn í fíggingina.
Fíggjar ikki bert skip
Sum teimum flestu kunnugt hava norðmenn stóran kunnleika í oljuvinnuni og tað sæst eisini aftur í tí, sum Ekportfinans hevur at bjóða.
Teir fíggja nevniliga ikki bara fiskivinnu. Stovnurin fíggjar alt vanligt virksemi, men á Føroyatúrinum verður dentur lagdur á tann maritima partin, tað er skipabygging, frálandavinnuna og á alivinnuna. Treytin er tó tann, sum vit fyrr hava nevnt, at arbeiðið verður gjørt í Noregi.
Norska rentan
eingin forðing
Seinastu tíðina hevur norski búskapurin verði fyri hørðum bakkkøstum, og tað sæst millum annað aftur við, at rentustøði í Noregi er hægri enn okkara.
Hetta er tó eingin forðing fyri góðari fígging frá Eksportfinans, tí stovnurin veitir fígging í øllum møguligum gjaldoyrum, og tað rentan er eisini hareftir.
Lága norska krónan gevur norskum fyritøkum kappingarfyrimun sammett við onnur lond, og tað er henda fyrimun, sum norðmenn vilja brúka, t. d. í Føroyum.
Eksportfinans er eisini ein sera høgt mettur fíggingarstovnur.
Altjóða kreditmetingarstovnar meta hann í klassanum »AAA« og tað er hægsti klassin sum finst.
Umboðini fyri Ekportfinans siga, at tað bert eru tveir aðrir privatir fíggingarstovnar í øllum heiminum, sum hava somu høgu kreditmeting.
Rentan verður ásett eftir reglum hjá OECD og tað verður afturgjaldstíðin eisini.
Meginparturin av lánunum úr Eksportfinans verða afturgoldin yvir hálvtníggjunda ár. Hetta er tó ikki galdandi fyri føroysk lán, tí tey skulu gjaldast aftur yvir eitt fimm ára skeið.
Í Eksportfinans eru tey greið yvir, at hetta kann verða ein forðing fyri at veita føroyingum fígging, og tí verður í løtuni arbeitt við at leingja freistina fyri afturgjalding.
Fund við virkir og
fíggingarstovnar
Í Eksportfinans eru tey greið yvir, at tað ikki bara ber til at koma til Føroya og bjóða fígging uttan at hava eitt gott samstarv við føroyskar fíggingarstovnar.
Í tí sambandi skulu tey hava nógvar fundir, bæði við føroyskar fyritøkur og eisini við føroyskar fíggingarstovnar.