? Góð stevna og góð samvera

? sigur Fróði Olsen, frá Damfar, sum er við á Vørumessuni 98

Hevur tú eina »søta« tonn, so gerst tú svangur tá tú hyggur inn í básin hjá Damfar.

Har er alskyns góðgæti í pakningum, sum eru so litfagrir at ein hevur hug at eta pakningin eisini.

Vit fingu eitt prát við Fróða Olsen, sum er sølumaður hjá Damfar og sum er ein av trimum sølumonnum hjá felagnum á Vørumessuni.

Hann greiddi okkum frá, at henda stevnan hevur tann týdning fyri teir, at teir sleppa undan at ferðast so nógv kring landið fyri at vísa teirra vørur fram.

? Hetta er fyrsta messan av sínum slag her heima, so tað er torført at siga nakað um frammanundan, men vit kunnu í hvussu er rokna við at fólk fáa gjørt burturav sær, sigur Fróði Olsen.

Men Vørumessan hevur ikki bert týdning fyri søluna, hon hevur eisini stóran týdning fyri sosialu samveruna millum sølumenninar, tí hóast teir selja somu vørur, so er teir starvsfelagar og tey vinarbondini skulu haldast við líka.

? Hetta er eitt sera gott høvi at tosa við starvsfelagarnar. Her eru nógvir her uppi og vit hugna okkum við einum kaffikoppi og fáa eitt gott prát, sigur Fróði.

Men hann leggur dent á, at tað eru kundarnir, sum eru mittpunktið hóast alt.