Seinasta heyst fekk Skipafelagið Føroyar aftur ein føroyskan kappingarneyta, tá Norrøna fór undir vetrarsiglingina. Hjá fólki, sum stóðu uttanfyri, kundi hetta væntast at fáa tær fylgjur, fyri Skipafelagið, at raksturin fór at geva enn størri hall, enn hann gjørdi í 1997, tí nú vórðu ikki færri enn trý »føroysk« flutningsfeløg um marknaðin. Skipafelagið Føroyar, Eimskip og Smyril Line.
Men so var ikki. Úrslitið var í veruleikanum ta beint øvugta, í hvussu er hjá Skipafelagnum. Stóra rakstrarhalli í 1997 er vent til eitt yvirskot og hóast Árni Joensen, stjóri, ikki vil upplýsa hvussu stórt avlopið er, so sigur hann so mikið sum, at teir eru nøgdir við 1998.
? Støðan hjá okkum í 1997 var tann, at vit, meiri ella minni vóru tvungnir at taka á okkum raksturin av einum skipi, sum var alt ov dýrt. Hetta merkti raksturin hjá felagnum í ógvuliga stóran mun, og tí valdu vit at sleppa okkum av við skipið og at niðurleggja ta farleiðina. Orsøkin var heilt einfalt, at hon bar seg ikki.
Tað var orsøkin til at Skipafelagið legði farleiðina niður og slapp sær av við skipið, sum var leigað.
? Vit sluppu okkum av við ein aktivitet, sum hevði tyngt okkara rakstur ógvuliga nógv og tað sæst aftur. Men tað tók sína tíð. Alt fyrra hálvár er merkt av negativu ávirkanum, sum stóðust av tí farleiðini, so tú kanst gott siga, at vit hava ikki fingið ágóðan av broytingunum fyrr enn í seinna hálvári, sigur Árni Joensen.
Og eftir øllum at døma er talan um munandi broytingar til tað betra.
Stjórin á Skipafelagnum vil ikki siga, hvussu nógv betri úrslitið var í 1998 enn í 1997, men hann váttar tó, at raksturin hjá felagnum gav avlop í 1998. Og tað sigur ikki so lítið, tí í 1997 hevði Skipafelagið eitt hall uppá góðar fimm og eina hálva millión krónur.
Hava altíð kappast
Men merkir tað so, at tit ikki merkja at tit hava fingið kapping frá Norrønu?
? Ikki stórvegis. Sjálvandi merkja vit, at vit hava at Norrøna er farin at sigla alt árið, so stórur er flutningsmarknaðurin í Føroyum heldur ikki, men tað løgna er, at Norrøna, í grundini, er farin við tí farminum, sum vit høvdu við hinum skipinum og tí merkja vit ikki so nógv til tað, sigur Árni Joensen.
Men tað at kappast um farmin er ikki nakað nýtt fyribrigdið hjá Skipafelagnum.
? Tú skalt minnast til, at tað altíð hava verið fleiri flutningsfeløg á marknaðinum, og viðhvørt hava tað verið alt ov nógv. DFDS sigldi í nógv ár upp á Føroyar, umframt onnur feløg við. Tá DFDS gavst tók Eimskip við, so vit hava í grundini ongantíð verið einsamallir, sigur Árni Joensen.
Hann leggur afturat, at føroyingar so eisini hava lyndið til at gloyma, at Skipafelagið ikki bara hevur skip sum sigla við farmi, men at felagið eisini hevur nógv annað virksemi, bæði her heima og uttanlands, og at teir tí altíð hava verið noyddir at tillaga virksemi til kapping frá øðrum virkjum.
Men tað merkir kortini ikki, at stjórin á Skipafelagnum klagar um arbeiðsumstøðurnar.
? Vit hava heldur brúkt kreftirnar upp á at tillaga virksemi okkara til umstøðurnar, heldur enn at kæra okkara neyð.
Vinnan betrar seg
Árni Joensen heldur, at tað hevur stóran týdning hjá vinnuni, at duga at tillaga seg tær umstøður, sum eru givnar heldur enn at dúva upp á eina hjálpandi hond frá, eitt nú, politikarunum.
? Tað er ein sera vandamikil leið at ganga. Tað skapar skeivar fortreytir fyri kapping og ger at virkini og leiðslurnar ikki brúka orkuna rætt. Men tá tað er sagt, so haldi eg avgjørt, at vit her heima síggja, at vit eru væl á veg, á rættari leið. Virkisleiðslurnar hugsa meir og meir um kappingina frá kappingarneytunum og hvat tær kunnu gera afturímóti, uttan at fáa eina hjálpandi hond. Tað verður hugsa meir um at fáa ein effektivan rakstur og eitt avlop til seinast, og tað er ta leiðina vit skulu ganga, sigur Árni Joensen.
Hann vísir á, at tað er hesa tankagongd, sum Skipafelagið hevur brúkt í nógv harrans ár, og tað er hon, sum er orsøkin til, at ein kann broyta eina negativa gongd til tað betra.
? Hevur tú ein trupulleika, so fert tú inn og hyggur at tí trupulleikanum, við tí fyri eyga, at bøta um »skaðaávirkanina«. Tað merkir sostatt eisini, at vit mugu taka nakrar avgerðir fyri at venda gongdini og tað gera vit í hvørjum einstøkum føri.
? Politikararnir skulu skapa rammurnar fyri einum sunnum vinnulívi og eftir tað skulu teir halda fingrarnar burt. Teir skulu lata vinnuna fáa frið at arbeiða uttan at fara inn í tíð og ótíð, fyri at broyta viðurskiftini, ella enn verri, fyri at krevja eitt ella annað, sum passar teimum.
? Og eg haldi, at politikararnir eru vorðnir betri á hesum økinum, sigur Árni Joensen, sum tó vísir á, at íblanding frá vinnuni í politikk, er eins vandamikil.
Nógv starvsfólk
At talan er um eitt stórt virkið sæst best av, hvussu nógv fólk fáa til sítt dagliga breyð úr felagnum.
Ikki færri enn 173 fólk starvast á Skipafelagnum og tað er bæði her á landi og uttanlands. Sum nevnt omanfyri, so fevnir virksemi eisini um annað enn farmaflutning við skipi, tí Skipafelagið tekst bæði meklingarvirksemi, steevedoring og farmaflutning við bilum.
? So hóast meginparturin av inntøkunum kemur frá sjófarminum, so er tað ikki tað einasta, sum gevur okkum inntøkur, verri enn so, sigur Árni Joensen.
Til seinast kunnu vit nevna, at umsetningurin hjá Skipafelagnum liggur um einar 100 milliónir krónur um árið, so tað eru ikki »smápengar« vit tosa um.