SÍ koppaði Mjølni

Tíðindaskriv:

 

Polestar-deildin:

SÍ – Mjølnir 3-1 (30-28, 25-19, 25-27, 25-22)

Eftir trilvandi byrjan upp á kappingina við tapum í fyrstu tveimum dystunum hevur SÍ fingið vind í seglini og vann í gjár 3-1 á Mjølni, sum undan dystinum hevði fult stigatal.

Liðini skiftust um at vera á odda í fyrsta setti, og tvær ferðir hevði Mjølnir settbólt, áðrenn SÍ megnaði at gera sær dælt av sínum fjórða settbólti og vinna settið 30-28.

Tvær røðir við fýra stigum frá 6-5 til 10-5 og 15-11 til 19-11 vóru avgerandi fyri annað sett, sum SÍ vann 25-19, áðrenn Mjølnir svaraði aftur og vann javna triðja settið 27-25. Mjølnir hevði fingið eina flúgvandi byrjan og legði seg á odda 6-1 og 11-5, men við seks stigum á rað fór SÍ framum 13-12 og spældi seg fram til tveir settbóltar, sum Mjølnir tó yvirlivdi og vann síðan settið 27-25.

 

Fjórða settið var næstan líka spennandi sum fyrsta og triðja. SÍ var betur fyrstu løtuna og legði seg á odda 9-5, men Mjølnir javnaði og fór framum 12-11. SÍ fór tó framumaftur 20-16, men aftur javnaði Mjølnir til 20-20 og 22-22, áðrenn SÍ vann teir síðstu tríggjar bóltarnar og settið 25-22. 

 

Við sigrinum kom SÍ upp á liðina á Mjølni á stigatalvuni, har bæði hava 12 stig, men Mjølnir hevur tó spælt ein dyst færri. Veruligur spenningur er nú um tey tvey FM-finaluplássini, tí ÍF er við níggju stigum beint í hølunum á hinum báðum og hevur spælt tveir dystir færri enn Mjølnir og ein færri enn SÍ. 

 

Kl. 16 í dag spæla Fleyr og Ternan í Havn. 

 

Støðan í Polestar-deildini:

 

 

Nr. 

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

Mjølnir

 
 

5

 
 

8

 
 

12

 
 

2

 
 

 
 

6

 
 

7

 
 

12

 
 

3

 
 

ÍF

 
 

4

 
 

6

 
 

9

 
 

4

 
 

Fleyr

 
 

4

 
 

-7

 
 

3

 
 

5

 
 

Ternan

 
 

5

 
 

-14

 
 

0

 

 

Mjølnir í Challenge Cup

Mikukvøldið spældi Mjølnir á heimavølli seinna dystin í Challenge Cup ímóti niðurlendska liðnum Sliedrecht Sport, sum vann 3-0, men tað var ikki uttan svørðsslag. 

Eftir 6-6 í fyrsta setti fóru gestirnir fýra stig framum, og har helt munurin sær fyri tað mesta, sum eftir var av settinum.

 

Í øðrum setti gav Mjølnir Sliedrecht skarpan gang og legði seg á odda 19-16 og 23-21, men við fýra stigum á rað vann Sliedrecht kortini settið 25-23.

Mjølnir gjørdi síðan eitt skarvslop í triðja setti og fór framum 11-6 og helt seg frammanfyri til 16-15, tá gestirnir vunnu seks av teimum næstu sjey bóltunum, áðrenn teir vunnu settið 25-21.

Fyrra dystin hevði Sliedrect Sport eisini vunnið 3-0 við settúrslitunum 25-16, 25-18 og 25-22.

 

-----------

Mynd: SÍ

 

---------------------------------

Flogbóltssamband Føroya