Suðuroyartunnilin er ikki bert ein verkætlan um betri samferðslu. Hann er eisini ein próvsteinur fyri, hvussu vit stýra okkara landi, og hvussu vit hugsa um framtíðina hjá okkara efturkomarum.
Eg unni baði Suðringum, og øllum Føroya fólkið, ein tunnil til Suðuroyar. Síðan kreppuna, ið brast 6. Oktobur 1992, hava útbyggingar av infrastrukturinum, herundir tunnlum, vegum, kunningartøkni, fjarskiftisveitingum og havnum, verið lykilin til samfelagsligan vøkstur, væl stuðla av skilagóðum fólkið, ið hava megna at gagnnýtt tann tilfeingisvøkstur, Føroyar er so vælsignað við.
Føroyar hevur tí haft búskaparligan vøkstur øll árini, síðani Føroyar – de facto – fór á heysin 6. Oktobur 1992. Hvussu hesi virðir eru komin øllum Føroyingum til góðar, er ikki partur av hesi hugleiðing.
Eg eri kanska ikki tann rætti (nú eg havi verið í útlegd skjótt 20 ár) at siga mína hugsan, men sum orðataki sigur, tú hartar tann, tú er góður við. Eg farið tí at loyva mær, at seta tykkum spurningin:
“Er tú sum Føroyingur ov gamal, til ikki at vilja skilja, ella er tú ov ung/ur, til ikki at vita”.
Uttan mun til - hvat av hesum tú er - sum Føroyingur stendur tú nú á einum vegamóti. Vil tú halda ótarna framá, ella vil tú hugsa meira varsemi, ørvísi fíggjarliga raðfesting og langtíðar haldførið, soleiðis at lagnu løtan, ið náddi hæddina í 1992, ikki endurtekur seg.
Infrastrukturur sum drívmegi
Útbygging av tunnlum, vegum og havnum hevur í mongum førum verið lykilin til samfelagsligan vøkstur. Tá oyggjar og bygdir fáa betri sambandsmøguleikar, vaksa vinnumøguleikar, fólksflyting minkar, og borgarar fáa lættari atgongd til arbeiði, útbúgving og heilsutænastur. Hetta styrkir bæði búskapin og sosiala samleikan. Í Føroyum hava undirsjóvartunlar seinastu árini verið ein drívmegi fyri at knýta landið saman og skapa nýggjar møguleikar, ið hava lyft samfelagið úr kreppu til ríkidømi.
Váðin við óhaldførum íløgum
Sama útbygging kann tó gerast ein byrða, um búskapurin ikki heldur. Stórar íløgur í tunnlar og vegir krevja fíggjarligt haldføri, og um kostnaðurin verður ov stórur, kann hann leggja trýst á vælferðarskipanina og framtíðar íløgur. Í øllum samfeløgum kann ein ov stór verkætlan binda fígging í áravís og gera, at aðrar neyðugar tænastur – sum heilsa, útbúgving og sosialar skipanir – verða settar til síðis. Tá infrastrukturur verður bygdur uttan greiðar karmar og fíggjarliga ábyrgd, kann hann í staðin fyri at gagna, skaða samfelagið og gera eftirkomararnar bundnar av skuld.
Politisk avgerð og ábyrgd
Føroya Landstýri, við Aksel V. Johannesen, løgmanni, hevur valt at yvirlata valdið til leiðsluna í Tunnilsfelagnum. Hetta merkir, at felagið – sum skuldi vera byggiharri – nú eisini hevur fingið ábyrgdina fyri linjuføring, trygd og eftirlit. Landsverk, sum vanliga hevur hesa ábyrgd, er sett til síðis.
Hetta er ikki ein tekniskur smálutur, men ein demokratisk avgerð, ið setur spurnartekin við ábyrgdarbýtið í okkara samfelagi. Uttan at gerast ov bersøkin, vil eg meta, at her er talan um politiskt sjálvmorð.
Skeptiskur fólksvilji
Seinastu kanningarnar vísa, at stórur partur av føroyingum – meira enn 80% – eru skeptisk til verkætlanina. Tey eru rættuliga samd um, at vit skulu kníta Suðuroyingar saman við restina av Føroyum. Men tey eru yvasom ímóti ætlanunum hjá Tunnisfelagnum, tí har væntar gjøgnumskygni.
Í Sandoy mótmæla borgarar linjuføringin gjøgnum Sandsbygd og Sandarfløtt, meðan í Suðuroy verður sagt, at tunnilin merkir “lívið ella deyð” fyri oynna.
Hetta vísir, at fólksins støða er greið, tá tað snýr seg um viljan til at knýta Suðuroynna upp í restina av Føroyum, men ógreið, tá tað snýr seg um politisku handfaringina av málinum. Hvor om alting er, politiska avgerðin hevur ikki undirtøku í fólkinum.
Cost–Benefit kjakið
Kjakið millum óhefta bólkin (v/Jón Sigurðsson) og Tunnilsfelagið (Teitur Samuelsen) snýr seg í veruleikanum um, hvør yvirskipaður málsetningur skal stýra Suðuroyartunnilin – samfelagsliga gagnnýtslan ella partafelagsligi logikkurin.
Bólkurin (Jón Sigurðsson, Kristian Stórhamar og Mourits Joensen) leggja dent á brúkaran og samfelagið, meðan Tunnilsfelagið (v/Teitur Samuelsen) heldur seg til tekniska og fíggjarliga karmin sum byggiharri.
Kjakið millum Tunnilsfelagið og bólkin, kann samanfatast einfalt:
- Djúpdal–Sandvík: Bíligari og einfaldari loysn. Verður mett at kosta minni.
- Skúgvoy-loysnin: Dýrari, men knýtir fleiri oyggjar saman. Tekur hædd fyri trygd, tilkomuvegir og vernd fyri umhvørvið.
Eg nevni ongan kostnað nú, tí talan er um metingar hjá báðum pørtum, ið eru eins broytiligar, sum búskaparlig sveiggj annars eru, ikki bert í Føroyum.
Kjakið millum Bólkin og Tunnilsfelagið er ikki bara ein tilvildugur spurningur um linjuføring. Tað er eitt kjak um, hvussu vit skilja infrastruktur, sum ein samfelagslig íløga ella sum ein teknisk verkætlan. Tað er júst hetta, sum ger Suðuroyartunnilin til ein próvstein fyri framtíðar politiskt dirvi og fíggjarliga ábyrgd.
Fíggjarlig ávaring
Bæði Landsbankin (Malan Johansen, stjóri) og Búskaparráðið (Johnny í Grótinum, formaður) hava ávarað um fíggjarliga váðan.
Kostnaðarmetingar kunnu vera skeivar og beinleiðis villeiðandi, og fíggjarliga haldførið hjá landinum kann verða útsett, um verkætlanin verður framd uttan greiðar treytir, og øðrvísi raðfesting av núverandi- og framtíðar íløgum.
Her vil eg loyva mær ópartískt - at gera vart við – at baði Landsbankastjórin, og Formaðurin í Búskaparráðnum, røkja sína uppgávu til lýtar. Tað kunnu vit ikki loyva okkum, at lasta tey fyri.
Landsbankin og Búskapaðarráðið hava skyldu, at ávara og leggja fram fakligar – og sakligar – metingar, óheft av politiskum og persónligum áskoðanum.
At teirra metingar ikki altíð sampakka við egnar – ella okkara fólkavaldu - må ikki liggja teimum til last. Tey áttu heldur at fingið viðurkenning fyri dyrvi, at tosa “Roma” ímóti.
Demokratiskar avleiðingar
Tá valdið verður flutt frá almennum myndugleika til eitt felag, er tað ikki bert ein lýtil óvikomandi avgerð – tað er ein demokratisk (fólkaraðislig) avgerð, ið kann fáa vítt røkkandi fylgjur. Í Føroyum merkir hetta, at eitt avmarkað felag fær vald yvir avgerðum, ið kunnu ávirka alla framtíðina. Tað er ein váði, vit ikki kunnu fara lætt um.
Demokrati (Fólkaraði) merkir, at ábyrgdin liggur hjá fólkinum og teirra umboðum. Her er ongin undantikin, og tað hevur onki at gerða við, hvønn politiskan flokk tú – ella eg - hoyri til. Um vit lata valdið frá okkum til eitt felag, missa vit trygdina, ið liggur í, at avgerðir verða tiknar við gjøgnumskygni og undir ábyrgd fyri restina av samfelagnum.
Smá samfeløg er serliga viðkvom. Í stórum londum kann eitt mistak í einari verkætlan verða uppvigað av øðrum búðskaparligum førleikum. Í Føroyum, har vit eru fá og fíggjarliga avmarkað, kann eitt mistak í einari stórari verkætlan, fáa oyðileggjandi ávirkan á alla framtíð hjá tjóðini.
Leiðsliligt dirvi
Leiðsliligt dirvi merkir ikki bara at tora at taka stórar avgerðir, herundir at sig ja til tunnilin. Tað merkir eisini at tora at seta treytir, at krevja gjøgnumskygni og at halda fast í, at ábyrgdin liggur hjá fólkinum og teirra umboðum.
Men dirvi má altíð vegast móti royndum. Um tú livur leingi nokk, lærir tú, at dirvi uttan royndir kann gerast óvarsemi. Søgan í Føroyum – serliga kreppan í 80/90’unum – hevur víst okkum, at ov stórar íløgur uttan fíggjarligt haldføri, kunnu fáa avleiðingar fyri alla tjóðina. Tað er júst hesar royndir, ið eiga at vera brynja hjá tykkum, sum í dag skulu taka avgerðirnar.
“The Old Boys – á skák”
Tað var hugaligt at hoyra teir tríggjar, nú- og fyrrverandi politikararnar, Jóannes Eidesgaard, Torbjørn (Tobba) Jacobsen og Heðin Zachariasen í sendingini “Stjórnin – Politikkur á skák”, seta fokus á tann positiva samfelagsliga týdningin, ið tunnilin kann hava.
Jóannes vísti á, at sambandsloysnir (í yvirførdum týdningi) hava áður lyft Føroyar úr kreppu til vøkstur.
Tobbi legði dent á, at Suðuroyggin má hava somu møguleikar sum aðrar oyggjar, og at tunnilin kann vera lívsneyðugur fyri at varðveita fólkatalið.
Heðin hugleiddi um, at stórar íløgur í infrastruktur hava longu gjørt Føroyar til eitt av heimsins ríkastu samfeløgum, og at tað er júst slíkt dirvi, ið hevur lyft okkum fram.
Samlað sást ein greiður vilji, hjá teimum trymum royndu politikarum, at vísa á, at hóast fíggjarligur váði er til staðar, so er tað eisini ein møguleiki fyri samfelagsligan vøkstur og framtíðar tryggleika.
Tað er júst hesin jaligi máttur, ið kann flyta kjakið frá ótta til framtíðarsýn.
Niðurstøða
Suðuroyartunnilin kann gerast ein vegur til framtíðina. Uttan mun til, hvar vit búleikast í Føroyum, kann eg ikki ímynda mær, at vit vilja leggja framtíðina hjá Føroysku tjóðini til rættis, uttan at Suðuroyggjin er innroknað.
Búðskaparliga (uttan seinasta komma) hevur alt sunnan fyri Skopunarfjørð, eins stóran týdning, sum tað ið liggur norðanfyri Skopunarfjørð, tað verið seg baði fólk og fæ.
Tað merkir, at Suðuroyggin – hóast hon er mett, ein av ”smærru” oyggjunum – hevur ein týðandi leiklut í samlaða útflutningsvirðinum hjá Føroyum. Fyri meg er stóri spurningurin tí ikki, um íløgan lyftir Suðuroynna, og harvið eisini Føroyar. Stóri spurningurin er, um tíðarbilið er rætt, um politiskur vilji er til at broyta fíggjarligu raðfestingarnar, soleiðis at tær hóska saman við einari so stórari verkætlan.
At taka skjótar avgerðir, verður ofta sammet við dirvi. Men søgan hevur víst okkum, at tora vit “at sova eina nátt meira” og harvið leggjast á boðini, eru vit betur brynjaði, tá vit vaknað aftur. Eg lasti ongan fyri at yvast. Tað vit ikki náddu í gjár, røkka vit kanska í morgin.
Eg vil fegin ein Suðuroyartunnil, men tað krevur aðrar politiskar raðfestingar. Tað tænir ikki okkara eftirkomum, at vit seta fíggjarligu framtíðina hjá Føroysku Tjóðini, í váða.
Við virðing,
Bjarki Mohr











