Vit hava ikki ráð til Suður­oyar­tunn­ilin

– Fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur, og almenna skuld­in er høg. Tí er ikki ráð­i­ligt at gera eina lán­i­fíggj­aða íløgu fyri áleið 20% av BTÚ

Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, í tíðargrein í Sosialinum.

 

Hann skrivar millum annað:

 

»Vit ynskja øll, at tað kundi ver­ið liv­i­ligari í Suð­ur­oynni. Tá eg her­fyri hevði eina fram­løgu á Segl­loft­i­num um komm­un­u­b­ú­skap­in og eldra­øk­ið, lýsti eg eis­ini fólka­tals­gongd­ina sam­an­bor­ið við rest­ina av land­i­num. Fólk­a­tal­ið í Suð­ur­oynni er lækk­að 23% síðstu 40 ár­ini, har tal­ið av fólkum í ar­beiðs­før­um aldri er lækk­að heili 27%. Til samanberingar er fólka­tal­ið í Tórshavnar Komm­unu økt 44%, har tey í ar­beið­s­før­um aldri eru 38% fleiri.

 

Ein undirsjóvartunnil hevði ver­ið ein stór gáva til Suð­ur­oynna, sum ó­iva hevði gjørt mun á fólka­tals­gongd­ini næstu áratíggjuni. Eis­ini hevði tað knýtt allar Før­oy­ar meira saman.

 

Men í løtuni hava vit ikki ráð.

 

Fíggjarpolitiska haldførið ov vánaligt

 

Búskaparráðið hevur ferð eft­ir ferð víst á, at fíggj­ar­pol­it­iska hald­før­ið er sera vánaligt, og at neyð­ugt er at bøta um støð­una. Fíggj­ar­pol­it­iskt haldføri merkir, at fíggj­ar­poli­tikk­ur­in í ein­um landi hong­ur sam­an í langa høpinum: At al­menni geirin hevur javnvág mill­um framtíðar inntøkur og út­reiðsl­ur.

 

Sambært framskriving hjá Hag­stov­uni fer talið av borg­a­rum eldri enn 80 ár at økj­ast við 45% næstu 10 ár­ini, með­an talið av fólki í ar­beiðs­f­øra aldri­num ikki vænt­ast at veksa stór­veg­is. Vit hava longu hall, bæði hjá land og komm­un­um, hó­ast einki ar­beiðs­loysi er, og hó­ast starvs­tal­ið er tað hægsta nakr­an­tíð. Tí fara út­reiðsl­ur­nar til væl­ferð­ar­tæn­ast­ur­nar at veksa nógv skjót­ari enn almennu inn­tøk­ur­nar næstu nógvu ár­ini.

 

At føroyski almenni geir­in ikki hevur ein haldføran fíggj­ar­pol­i­tikk inn­i­ber, at al­menna skuldin veksur næstu nógvu árini, um vit bara lata standa til. Bara í 2025 øk­ist al­menna skuld­in við um­leið 6-700 mill­i­ón­um krón­um...«

 

##med2##

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum