? Eitt lívsverk fór til botns

Tað var stríð hjá fleiri ættarliðum á Glyvrum, sum fór til botns, tá Halgafelli sakk týsmorgunin. Um nýtt skip verður útvegað er ov tíðliga at siga nakað um, men tað er nærliggjandi, sigur Torbjørn Jacobsen, sum stóð á brúnni tá skipið fór á land

Tað var skiparin sjálvur, sum stóð á brúnni, tá Halgafelli rendi á land, innanskers við Andoynna í Norðurnoregi.

Hann sigur, at veðrið var ringt; hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum veðrið eru umstøðurnar ikki tespligar at sigla har um vegir.

Farvatni er fult av flúrum, og tað var eisini ein slíkur, sum gjørdist banin hjá Halgafelli.

? Eg visti, at har eru nógvir flúrar, og eg hevði júst snarað um ein hólm við einum fýri, tá eg fór yvir til radaran. Tá eg hugdi uppaftur, sá eg at tað breyt frammanfyri, og at tað var ov seint at bakka, tí vit sigldu við fullari ferð. Eg royndi at venda, men ov seint var, sigur Torbjørn Jacobsen um óhappið.

Hansara meting er, at tað hevur verið knallharður streymur, sum hevur drigið skipið av kós, og so var galið, sum hann tekur til.

? Eg hevði dragað um vitan beint frammanundan, so eg visti av skerinum, sigur hann.


Eitt lívsverk er horvið

Nú Halgafelli er horvið, er tað fyrstu ferð í langsamiliga tíð, at ættin ikki hevur skip. Hóast tað er í so tíðliga at spyrja slíkan spurning, so spyrja vit kortini Torbjørn, um hann framvegis ætlar sær at hava skip.

? Tað er nærliggjandi at hugsa so, tí vit hava havt skip í familjuni í fleiri ættarlið. Hetta er í grundini eitt heilt lívsverk, sum nú er horvið, og tað er nærliggjandi at hugsa sær, at vit fara at fáa okkum skip aftur, sigur hann.

Hann leggur afturat, at hann veit ikki hvat hendir við Halgafelli nú. Tryggingin hevur nú ábrygdina av skipinum, men hann dugir illa at ímynda sær, at skipið verður tikið uppaftur.

Men umstøðurnar at byrja av nýggjum eru betri enn hjá so mongum, tí skuld er eingin í skipinum.

? Vit skylda ikki eina krónu í skipinum. Men lat okkum nú síggja fyrst, sigur Torbjørn.

Rósar norsku

bjargingartænastuni

Nú hann er komin upp á turt, og situr og hyggur aftur á tað, sum fór fram, rósar hann norsku sjóverjuni fyri skjótt arbeiði.

? Eg haldi teir siga, at teir skulu vera á staðnum, í seinasta lagið tjúgu minuttir eftir at óhappið er hent, og tað var ikki nógv av leið, sigur Torbjørn.

Hann vísir á, at slík bjargingartænasta er góður tryggleiki hjá sjómonnum, sum baldrast úti á havinum og mangan í ótespiligum veðrið.

Norðmenn skulu eiga tøkk fyri, at teir bóru so skjótt at, leggur hann afturat.

? Hetta er ein skipan vit áttu at havt har heima eisini, sigur Torbjørn og leggur afturat, at tað løgna er, at hann hevur ein fyrispurning inni á tingið, um júst hetta.

So løgið kann tað vera.

Manningin á Halgafelli fær eisini rósandi orð á vegnum frá skiparanum; tí hóast teir svóvu tá skaðin hendi, vóru teir ótrúliga skjótir upp á dekkið, sigur Torbjørn.

? Eg haldi ikki tað gekk nógv meiri enn ein góður minuttur frá tí tað brast til teir stóðu á dekkinum, og tað var ongantíð nøkur ábending um panikk, og tað er einastandandi tá ein verður skriktur úr svøvni, sigur Torbjørn.

Hvat Torbjørn fer at takast við nú hann kemur heimaftur veit hann ikki, men hann hevur farloyvið frá tinginum har hann annars eigur ein sess.

Tá vit spyrja hann, um hann fer at taka sæti aftur á tingið nú hann er heima aftur veit hann ikki.

? Tað fáa vit at síggja, sigur hann at enda.