Ráðið fyri ferðslutrygd hevur fingið vitjan úr Danmark av einum 32 ára gomlum manni, sum eitur Jørgen Witt.
Og endamálið við vitjanini er eittans:
At fáa fleiri føroyingar at gerast »trafikinformatørar«.
Tí hesin maðurin, sum nú vitjar Ferðslutrygd, er ikki tað vit í dagligari talu, kallað ein vanligur maður.
Hann ber eitt stórt brek. Hálsurin er brotin og tí situr hann í koyristóli og má hava ein hjálparmann við sær allastaðni har hann fer.
Men hann var heppin, tí hóast brotnan háls, so fær hann brúkt hendurnar eitt sindur, og tí er hann hepnari enn onnur, sum hava verið úti fyri líknandi vanlukkum, fleiri teirra fáa ikki rørt seg tað minsta pettið.
Koyrdu um kapp
Eitt kvøldið í 1982 fóru Jørgen Witt og ein vinmaður hansara í biografin at síggja ein film.
Á vegnum heimaftur møttu teir tveimum øðrum vinmonnum, sum báðir høvdu bil. Teir fóru í hvør sín og avtalaðu, at fara heim til Jørgen at fáa sær eina øl.
Teir sum komu seinni til hús Jørgens høvdu tapt.
Ferðin var høg, umleið 100 km um tíman og í einum svingið, misti førarin í bilinum Jørgen sat í, tamarhaldið á bilinum, fór út av og rendi á eitt træ, sum stóð beint við vegin.
Í óhappinum breyt Jørgin nakkan og misti harvið førleikan at ganga.
Royna at fáa
fleiri informatørar
Skaðin var so álvarsligur, at Jørgen varð lagdur inn á sjúkrahús í Hornbæk.
Har eru tey von at taka sær av slíkum offrum, og eisini hava fleiri føroyingar ligið á hesum sjúkrahúsið.
Fimm ár seinni byrjaði Jørgen so sum trafikinformatør.
Hann helt, at hann kundi gera størri gagn, við at siga ungum frá sínum skaða, og harvið ávara tey um fylgjurnar av skilaleysari koyring.
Og tað er hetta sum roynt verður at fáa stáplað upp á beinini í Føroyum nú eisini.
Ikki tí, Ferðslutrygd hevur havt onkrar informatørar.
Men tey vilja fegin hava eitt størri net av trafikinformatørum, tí tað er ein tung uppgáva.
Greiða frá -
ikki moralisera
Jørgen Witt leggur dent á, at teirra uppgáva er at greiða frá og ikki at moralisera.
? Vit fara út á skúlar og seta okkum millum næmingarnar og greiða frá okkara upplivingum.
Jørgen sigur at hann ongantíð setir seg aftanfyri pultin tí so føla næmingarnir at hann talar niður til teirra.
? Tey skulu føla at eg eri ein teirra.
Næmingarnir fáa so høvið til at seta spurningar um alt millum himmal og jørð.
Jørgen Witt greiðir frá, at hann var við í fyrsta bólkinum av trafikinformatørum sum fekk útbúgving.
Teir fingu skeið í at halda fyrilestur, um hvussu ein slíkur skal uppbyggjast og leggjast til rættis.
Aftaná tað var so smátt farið út á skúlarnar, har teir tosaðu við næmingarnar.
Teir byrjað við 8. flokki, og tað er tað ein serlig orsøk til.
? Næmingarnir í lægru flokkunum hava ferðslufrálæru, og tey fáa vitjan av ymsum persónum - eitt nú løgregluni.
? Hetta skulu vit ikki taka frá teimum, og tí byrjað vit í 8. flokki.
? Ætlanin við okkara frágreiðingum er at fáa næmingarnar at hugsa øðrvísi um fylgjurnar av ferðsluvanlukkum.
Jørgen Witt sigur, at tey ungu fata rættuliga skjótt hvat tað gongur út upp á, men byrjað vit at moralisera, so trekkja tey seg aftur beinanvegin.
Mentur persónliga
Jørgen Witt leggur dent á, at arbeiðið hansara sum trafikinformatørur hevur ment hann sum persón.
? Í staðin fyri at liggja heima og taka synd í mær sjálvum, havi eg nú eitt arbeiðið sum gongur út upp á at greiða øðrum frá mínum trupulleikum.
? Tað er eitt slag av viðger, kanst tú kallað tað. Í staðin fyri at gjalda fyri at ganga til psykolog og tosa um trupulleikarnar, so fái eg í dag pengar fyri tað sama.
? Og tað hevur ment meg persónliga, sigur hann.
Men samstundis kemur hann inn á trupulleikarnar.
Tey ungu spyrja um alt í millum himmal og jørð, eisini kynsligar spurningar.
? Her má ein gera upp við seg sjálvan, hvussu langt ein vil fara. Eg havi ikki trupulleikar av tí, men tað eru onnur sum hava tað, og tey seta markið aðrastaðni enn eg.
? Og tað verður respekterað, sigur hann.
Koordinator
Nú Jørgen Witt hevur arbeitt sum trafikinformatør so leingi, er hann vorðin koordinator í donsku skipanini.
Har koyrir skipanin á tann hátt, at 34 fólk, sum øll hava ferðslubrek, eru knýtt at tænastuni.
Hon er býtt í økir, soleiðis at tey á Fjóni bara taka sær av Fjóni.
Í Keypmannahavn er so ein skrivstova, sum tekur sær av at samkoyra alla skipanina.
Skipanin við Trafikinformatørum er fíggjað við stuðli frá tryggingarfeløgunum í Danmark.
Hetta er gjørt sum ein viðurkenning av arbeiðinum teir gera.
? Ein ferðsluskaði sum mín, kostar uml. 3.000.000 bara tað fyrsta árið og alt arbeiðið á skrivstovuni hjá Trafikinformatørunum kostar uml. 400.000 krónur, sigur Jørgen Witt.
? So har eru pengar at spara hjá tryggingarfeløgunum, sigur hann.
Annars eru tað amtini sum gjalda fyri at fáa trafikinformatørarnar út á skúlarnar.
? Sjálvt arbeiðið er ólønt, men vit fáa koyripengar og útreiðslurnar goldnar sigur Jørgen Witt.