Tað er leiðslan á Landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgdina av, at brunatrygdin í húsinum er á einum líkinda støði.
Fyri trimum árum síðani gjørdi Dansk Brandteknisk Institut vart við, at brunatrygdin á Landssjúkrahúsinum, eftir teirra fatan, ikki var nóg góð, og teir mæltu tí til ymsar broytingar, sum kundu bøtt munandi um trygdina.
Kortini er ikki eitt einasta av hesum tilmælum sett í verk og vit hava tí spurt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um orsøkina til tað.
Peningatrot
? Fyrst av øllum vil eg siga, at tað ikki skortar upp á vilja frá okkara síðu at seta tilmælini í verk, sigur Jógvan Elias Thomassen, sum er virkandi sjúkrahúsleiðari.
? Men orsøkin er tann, at játtanin hjá okkum verri enn so er nóg stór til at vit kunnu seta tilmælini í verk, leggur hann afturat.
Hann greiðir frá, at sum støðan er í løtuni hevur Landssjúkrahúsið trupult við at fáa játtanina at hanga saman, og at tað als ikki er rúm fyri eyka útreiðslum, sum til dømis hesum.
? Men vit vita av trupulleikanum og hava gjørt vart við hann.
Saman við Jógvan Eliasi situr Suni Rasmussen, sum er tekniskur leiðari. Hann greiðir frá, at tað er sera torført, at fáa viðlíkahalds- og umvælingarætlanirnar á sjúkrahúsinum til at hanga saman, tá ein ikki veit, um peningur verður tøkur næsta ár.
? Vit gera eina langtíðarætlan fyri umvæling og viðlíkahald, men tað hendir meiri enn so, at eingin peningur er til umvælingar árið eftir og tá kemur meiri enn so fyri, at eitt arbeiði stendur í hálvum gekk, sigur Suni Rasmussen og vísir á trapputornini á B74 og B75.
Ætlanin var at umvæla bæði tornini, men tað skuldi gerast í hvør sínum ári, men fyri at spara pening var alt tilfarið keypt í einum. Fyrra tornið varð gjørt liðugt, men tá farið varð undir næsta árið vóru eingir pengar tøkir til tað arbeiði.
? Tískil hava vit tilfar liggjandi til arbeiði, men vit hava ikki pengarnar tøkar at gera arbeiði fyri, greiða teir báðir frá.
Verða troðkað burtur
Trupulleikin við langtíðarætlanunum á Landssjúkrahúsinum er tí, at tað altíð stingast nýggjar átroðkandi uppgávur fram um hinar, sum vóru so týdningarmiklar í fjør, greiða teir báðir frá.
? Tað er eingin sum skal ivast eina løtu í, at vit ikki halda, at brunatrygdin hevur sera stóran týdning, men vit fáa eisini onnur krøv, til trygd og viðlíkahald, sum kosta nógvan pening. Krøv, sum, í ávísum førum, skulu gerast alt fyri eitt.
Í ár, er stóra takið at umvæla lyftina. Hon skal umvælast fyri umleið 2 mió. krónur.
? Og tá tað er brúkt er næstan einki eftir á tí kontoini, sigur Suni Rasmussen.
Sera ódámligt
Suni sigur, at tað tí er uppaftur torførari at umsita viðlíkahaldi á sjúkrahúsinum, sum nærmast forfellur ár undan ári.
? Tað er sera ódámligt at sita og umsita á henda hátt, tí vit vita at trygdin er ikki nøktandi.
Bygningarnir krevja viðlíkahald, sum teir ikki fáa og tað hevur við sær, at teir skulu hava ein ordiligan umgang fyri at koma upp á eitt líkinda støði, sigur Suni.
Hann greiðir frá, at tað er gjørd ein meting av einum parti av sjúkrahúsinum, sum sigur, at skal tann eini bygningurin lyftast upp á eitt støði, sum svarar til júst tann bygningin í dag, so skal hann umvælast og renoverast fyri góðar 50 mió. krónur.
? Og tað er bara tann eini bygningurin. Vit fáa um ikki so langa tíð at vita, hvat tað fer at kosta at renovera allar bygningarnar, og tá eru teir framhaldandi ikki nýggir. Bara dagførdir, sigur Suni, sum heldur, at henda myndin vísir, at tað er meiri enn torført at geva pláss fyri øðrum enn tí dagliga.
Meginparturin lønir
Eins og hjá flestu almennu stovnum fer størsti parturin av játtanini hjá Landssjúkrahúsinum til lønir.
? Játtanin hjá okkum í ár er góðar 230 mió. krónur. Taka vit 1999 sum dømi, fóru góðar 190 mió. krónur til lønir og tá er ikki ein króna goldin til olju og el og annað. Tí er tað meiri enn torført at fáa tað at hanga saman, sigur Jógvan Elias Thomassen.
Teir halda báðir, at tað átti verið settur ein fastur partur av til viðlíkahald, soleiðis at bygningarnir vóru tryggjaðir móti »forfalli«.
? Aðrastaðni verður sagt, at viðlíkahaldið fyri hvønn fermetur er góðar 130 krónur. Her heima er tað uttan iva nakað væl hægri, kanska einar 200 krónur fyri fermeturin, og í okkara føri hevði tað havt við sær, at vit skuldu sett uml. 8,4 mió. krónur av til viðlíkahald, sigur Suni Rasmussen.
Kann gerast
vandamikið
Uttan at tað skal misskiljast er niðurstøðan, av prátinum við teir báðar, at gongdin, sum landssjúkrahúsið hevur verið inni í í fleiri ár, kann gerast vandamikil.
Væntandi viðlíkahald og væntandi brunatrygd kunnu gera at tað heila steðgar upp, verður peningur ikki settur av til broytingar og ábøtur.
Frágreiðingin frá Dansk Brandteknisk Institut sigur, at hóast trygdin ikki er lág, eiga ábøtur at verða gjørdar, serliga fyri at betra um sjúklingatrygdina.
Og hóast myndugleikarnir vit av tí, tykist vera meiri enn trupult hjá Landssjúkrahúsinum at fáa játtað so mikið av peningi, at tað ber til at halda bygningarnar við líka.
Tilbúgvingarætlan gerast nú
Hóast tað er nógv í frágreiðingini, sum kostar pengar, so er kortini eitt øki, sum ikki kostar stórvegis, men, sum kortini ikki er avgreitt.
Tað er tilbúgvingarætlanin fyri sjálvt Landssjúkrahúsið.
Í tilbúgvingarætlanini skal útgreinast hvør hevur ábyrgdina av hvørjum um eldur kemur í, ella okkurt annað óhapp hendir, og hon er ein góð hjálp bæði fyri starvsfólki og fyri sjúklingarnar.
Jógvan Elias viðgongur, at her hevur sjúkrahúsið verið eftirbátur, men hann sigur eisini, at her skal broyting koma í.
? Vit hava ikki slept trygdini upp á fjall, tí vit hava havt nógv fólk á brandskeiði. Men tað er rætt, at vit hava onga tilbúgvingarætlan fyri sjálvt sjúkrahúsið og hon skal fáast upp á pláss sum skjótast, sigur Jógvan Elias Thomassen, virkandi sjúkrahúsleiðari at enda.