Mette F.: Trygdarváttan fyri Ukraina er enn ov tíðliga

Ein karmur um eina ukrainska trygdarváttan nærkast, hóast tað er ov tíðliga, sigur Mette Frederiksen.

Danska forsætisfráfrúan, Mette Frederiksen, hitti í dag fleiri ríkisleiðarar í París í Fraklandi. - Mynd: Ana López García / Europa Pres / Ritzau Scanpix

Karmarnir um trygdarváttan fyri Ukraina eftir møguligan frið við Russland taka skap.

Hóast tað er ov tíðliga, tí útlitini fyri friði eru drúgv.

Tað segði danska forsætirsfrúan Mette Frederiksen seinnapartin eftir fund í París í Fraklandi við samgonguna av fúsum londum.

- Trygdarváttanin tekur skap, sigur hon við TV 2 News.

- Men ein trygdarváttan kann bert brúkast, tá kríggj ikki er longur. Putin vil ikki hava frið, og hann dregur tíðina út.

Í dag luttók danska forsætisráðfrúan á fundi við fleiri lond so sum Frakland, Ongland og Ukraina, har amerikanski forsetin, Donald Trump, var við umvegis netið.

Trump hevur seinastu tíðina roynt at samráðast um frið millum Russland og Ukraina.

Men hetta hevur ikki ført til nakað positivt, og Russland heldur fram við sínum ágangi, leggur Mette Frederiksen dent á.

- Tað hevur gingið frá ringum til verri við at halda fram við bumbuálopunum, eitt nú álopinum á danska Flóttafólkaráðið.

Her vísir forsætisráðfrúan til eitt álop á eina minuruddaradeild í ukrainska Chernihiv-økinum, sum danska Flóttafólkaráðið stendur fyri.

Lokal guvernørurin greiddi hósdagin frá, at tvey starvsfólk doyðu og trý fingu skaða í tí, sum hann kallar eitt málrættað álop.

Á fundinum hósdagin royndu ríkisleiðararnir at koma nærri inn á, hvussu USA fer at støðast í eini trygdarváttan fyri Ukraina eftir kríggið.

Hetta hevur verið tosað um beinleiðis við Donald Trump, boðar Mette Frederiksen frá.

- Tað er eingin endalig avtala. Men tað tykist sum um, at tað er ein raðfesting frá amerikanarum um okkurt slag av at vera uppií.

- Meira kann eg ikki siga í løtuni.

Eftir fundin boðaði franski forsetin, Emmanuel Macron, frá, at tað eru skyldur at hjálpa til við trygdarváttanum frá 26 londum.

- Í dag hava vit 26 lond, sum formliga hava bundið seg til at seta hermenn út sum trygdarlið í Ukraina ella at vera til staðar á landi, á sjógvi ella í luftini. Onkur annar hevur enn ikki tikið støðu, segði hann sambært tíðindastovuni AFP.

Smálutirnir í trygdarváttanini eru ikki greiðir enn.

 

/Ritzau/

 

Danska forsætisfráfrúan, Mette Frederiksen, hitti í dag fleiri ríkisleiðarar í París í Fraklandi. - Mynd: Ana López García / Europa Pres / Ritzau Scanpix