Eg vil takka fyri tann stóra heiðurin at halda pisurøðuna, ið mær er sýndur av mínum floksfelagum, ið eins og eg vóru í fimleikarhøll Vágs skúla og tóku ímóti studentsprógvum sínum, við sólstrálum í hjørtunum, tann mjørkatunga jóansøkudagin 1998. Tó er eingin ivi um, at sólstrálurnar í hjørtum okkara henda dagin vóru máttmiklari enn tann tjúkki mjørkin, ið fjaldi landslagið og bygdina. Tí at hendan dagn vistu vit, at nú høvdu vit fingið prógv fyri, at vit vóru komin eitt stig hægri í okkara tilveru.
Tað er nevniliga so, at so leingi mannaættin hevur livað og havt sín skilvísa hugsunarhátt, so leingi hevur hon hugsað um sína tilveru og hvussu hon best hevur kunnað lívbjargað sær á hesari klótu. Kappingin, um at vera bestur til at lívbjarga sær, hevur ført við sær, at ung gjøgnum øldir hava verið noydd at sýna eldra ættarliðnum, at vit eru før fyri at liva upp til teir eginleikar, ið lívsviðrskiftini krevja og eldra ættarliðið væntar av okkum.
Ungu indánararnir á amerikonsku grasfløtunum sýndu teimum eldru indiánarunum og gudi sínum sínar mansførleikar, m.a. við at sita einsamallir úti á vandamiklu grasfløtuni, uttan mat og drekka í mangar dagar, meðan teir fylgdu ymiskum halgisiðum, ið tann vísi gandalæknin hevði álagt teimum. Hetta verður, á vísindamáli kallað fyri ein yvirgangsrita. Tað merkir, at talan er um eitt verk, ið skal føra ein persón eitt stig víðari í lívi sínum. Og hetta var júst tað, ið hendi. Tí at, tá ið tann ungi indiánin hevði klárað teir einsamøllu og vandafullu dagarnar á grasfløtuni, so varð hann góðtikin sum ein vaksin, djarvur indiáni. Hann var nú komin eitt stig hægri á tilverunnar tignaðarstiga.
Eins og preriuindiánararnir hava havt síni mansverk ? sínar yvirgangsritur ? so hava vit føroyingar eisini havt okkara. Í gamla bóndasamfelagnum var ein ikki góðtikin sum rættur maður, fyrr enn ein hevði verið til bjarga fyri fyrstu ferð. Og ein genta var ikki eitt rætt konufólk, uttan hon dugdi at vaska ull, kara, spinna, binda og alt tað, ið hoyrdi einum bóndasamfelagi til. Seinni, tá ið vit komu til fiskivinnusamfelagið, so var yvirgangsritan frá dreingi til mann tann, at farast skuldi fyrstu ferð til skips. Hetta hendi oftast, tá ið ein var umleið 14 ára gamal og fermdur.
Men samfelagið broytist, og nú er manndómsroyndin ikki longur at fara til bjarga. Nei, tað er nærmast vorðið eitt ítriv, ið fólk hava at takast við av og á. Tað, at fara til skips fyri fyrstu ferð, hevur ikki longur sama virði millum ung, sum tað hevði fyri bert fáum árum síðani, hóast fiskivinnan enn er tann berandi vinnan í samfelagnum. Vit hava nú eitt samfelag, har ið kunningartøknin hevur stóra ávirkan. Kunningartøknin ger, at krøvini til vitan um hana vaksa við rúkandi ferð, um vit so vilja tað ella ei. Og tað er júst av hesum, at tað verður neyðugari og neyðugari at hava eina so góða útbúgving sum møguligt, fyri at sleppa at liva á einum stigi, ið er oman fyri tað núverandi, á samfelagsins- og tilverunnar tignaðarstiga, fyri at kunna fylgja við sosialu og mentanarligu gongdini, sum er um allan heim í dag. Tískil er tann nýmótans manndómsroyndin ella kvinnuroyndin ? nú skal tað jú eitast, at rættindini er eins fyri bæði kynini ? at fáa eina miðnámsútbúgving.
Miðnámsútbúgvingin, sum fyri tey flestu er ein studentsútbúgving, gr at vit í dag er nógv eldri, tá ið vit eru liðug við okkara yvirgangsritu, enn tey ungu í teimum áðurnevndu samfeløgunum hava verið. Hetta kemst av, at tey í t.d. bóndasamfelagnum livdu í einum støðugum og fábroyttum samfelag, har tað bert var neyðugt at læra seg tann dugnaskap og førleika, ið foreldur teirra høvdu ognað sær frá sínum forfedrum. Lívskorini til tað unga ættarliðið vóru einamest verklig, og tískil tók tað ikki so langa tíð at læra tey. Ein fekk mestsum dugnaskapin inn við móðirmjólkini.
Harafturímóti er okkara samfelag í broyting alla tíðina. Hetta ger, at tað ikki longur er nóg mikið at ogna sær verkligar eginleikar frá foreldrum okkara, fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið samfelagið býður okkum. Nei, vilt tú gera teg galdandi í nýmótans samfelagnum, so mást tú hava eina útbúgving, sædda frá humanistiskum sjónarmiði. Og tað er júst endin á byrjanini til okkara breiðu almenniskjaligu útbúgving, ið vit nú hava hátíðarhildið í eina lítla viku.
Vit hava øll nú í trý ár strítt okkum gjøgnum eina studentsútbúgving, ið ikki er endin ?, ikki heldur byrjanin av endanum ?, men endin á byrjanini av teirri framhaldandi útbúgving og tí framhaldandi lærdómi, ið skal verða okkara lívsgrundarlag í framtíðini. Tí, eftir hesa studentsútbúgvingina, so liggja aftur nøkur ár á skúlabeinki fyri framman. Tó velja tey flestu av okkum at bíða eitt ár, áðrenn vit halda fram við lesnaðinum. Hetta árið er, fyri tey flestu av okkum eitt psykosomatiskt moratorium, sum sálarfrøðingurin Erik Erikson kallar tað. Hetta merkir, at árið er eitt deytt tíðarbil, hvat lesnaðinum viðvíkur. Og tað er í hesum tíðarskeiði, at tað rennur fram fyri tey flestu av okkum, hvat vit vilja gera í framtíðini.
Hetta studentsprógvið, ið vit nú hava ognað okkum, er sanniliga ikki ókeypis. Nei, tað hevur kostað bæði samfelagnum og foreldrunum fitt av peningi og orku, meðan tað hevur kostað okkum sveitta og tár. Vit vita jú øll, hvussu tað kennist at síggja javnaldrar okkara, sum vit gingu í flokki saman við í fólkaskúlanum, koyra runt í dýrum bilum meðan vit eru noydd at taka bussin ella súkkluna. Men tað fíggjarliga er ikki alt. Vit hava gjøgnum okkara útbúgving fingið nakað, ið vit halda vera sera virðismikið Ja, so virðismikið, at tað ikki kann gerast upp í peningi og øðrum verðsligum góðsi. Vit hava fingið okkara breiða, mentunnarliga førleika. Og hesin víttfevnandi førleikin ger, at flestu hurðar standa opnar fyri framman.
Sjálvt um vinir okkara úr fólkaskúlanum eru komnir fram um okkum, fíggjarliga sæð, meðan vit hava tikið okkum okkara útbúgving, so ivist eg onga løtu í, at um vit brúka okkara mentunnarliga førleika á rættan hátt, so hava vit góðar møguleikar víðari í lívinum, og væntandi koma vit ikki at angra. Tí lærdómur er lættur at bera.
Sjálvandi skulu vit vera errin av okkara studentsprógvi. Og tað eru vit eyðsæð eisini. Tað er jú ikki uttan stríð, at hetta studentsprógvið nú liggur heima á stovuborðinum. Men vit skulu minnast til, at æran er ikki bert okkara. Foreldur okkara, ommur og abbar og eisini makar hava bløtt fyri okkara studentsprógv. Men, hvussu er við verkamanninum? ? Eigur hann ikki eisini ein lut í æruni? ? Hevur hann ikki goldið upp ímóti helminginum av løn sínari í skatti, so at samfelagið millum annað hevur ráð at geva okkum okkara útbúgving og okkara útbúgvingarstuðul ? sjált um hann er munandi lægri hjá okkum enn í teimum londum, ið vit vanliga sammeta okkum við? ? Jú, vit eru ein íløga, ið skattaborgarin og samfelagið annars hava sett pening í. Vit eru ein íløga hjá foreldrum, ommum, abbum, makum og samfelagsins skattaborgarum á sama hátt, sum eitt nýtt skip ella eitt nýtt flakavirki er ein íløga hjá eigarunum.
Og tað skuldi verið so ? um ein ikki hugsar um áttatiárini ? at eingin setir pening í eitt flakavirki ella eitt skip, ið ein framman undan veit ikki fer at bera seg. Fyri at ein reiðiligur persónur skal tíma at seta pening í tílíkt, so má hann framman undan vita, at íløga hansara fer at geva nakað av sær. Tað sama er við okkum. Vit eru ein íløga, ið tað ikki ber so væl til hjá spekulantum at falsa við. Vit eru ein íløga, ið samfelagið harafturímóti kann gagnnýta. Vit eru ein íløga, ið skattaborgararnir, familja og vinir krevja nakað av. Samfelagið væntar av okkum, at vit eftir eina víðari útbúgving fara at verða samfelagum og serliga okkara heimaoyggj, Suðuroynni, at gagni.
Hetta kunnu vit við, at vit, eftir okkara lestrarár í útlegd, koma aftur til okkara heimaoyggj at nýta okkara eginleikar, henni at gagni. Miðsavnanin í Tórshavn og har í kring hevur nevniliga verið ein stórur trupulleiki fyri Suðuroynna og útjaðaran annars. Vit vita bara, hvussu trupult tað var fyri ung í Suðuroynni at nema sær miðnámsútbúgving, áðrenn vit fingu slíka til Suðuroyar. Neyðugt var at fara antin til Havnar ella til Danmarkar. Hetta var jú í mest kensluborna aldrinum ? uml. 16-30 ár ? so tá ið ein var liðugur við útbúgvingina, so var hugurin fyri heimstaðnum meira ella minni køvdur. Og úrslitið gjørdist, at hesi fólk ikki komu aftur til oynna.
Nú hava vit tíbetur fingið studentaskúla her í Suðuroynni og vit kunnu, sum tey næstu í røðini, spáka íkring á jóansøku við studentahúgvuni á høvdinum, errin av, at vit hava kunnað brúkt okkara kenslubornastu ár her heima á okkara heimaoyggj, Suðuroynni. Og tað eru vit fegin um. Vit kunnu til eina og hvørja tíð vátta fyri myndugleikunum, at serkunnleiki læraranna á Miðmásskúlanum í Suðuroy er fult á hædd við serkunnleikan á øðrum miðnámsskúlum í danska kongaríkinum. Á mangar hættir halda vit, at tað er betur fyri tann einstaka næmingin at ganga á einum so lítlum studentaskúla sum Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Lítla næmingatalið ger nevniliga tað, at lærarar og næmingar fáa tíð at koma at kenna hvønnannan. Hetta ger, at tað altíð er lættari hjá tí einstaka næminginum at vena sær til tann einstaka læraran, ið hann ikki sær sum tann stranga arbeiðsgevaran, men heldur sum ein vinmann ella eina vinkonu, ið vil hjálpa tær á leið.
Hesi ár hava fyri meg, og vónandi eisini fyri mínar floksfelagar ? bæði úr 3.x og mínum 3.a ? verið trý sera góð ár. Hesi árini hava vit lært eina rúgvu av ymiskum tøkniligum og mentanarligum tilfari, men við síðuna av tí bókliga hava vit eisini lært at virða hvønn annan, sjálvt um sjónarmiðini hjá hvørjum einstøkum ikki eru tey somu. Virðingin fyri sjónarmiði einstaklingsins er neyðug, um ein skal kunna vera partur av einum skúlaumhvørvi á 120 fólk í aldrinum 16-60 ár. Sjálvandi hevur eitt sindur av neistaroki verið av og á, men hesir neistar hava aldri verið førir fyri at kynt nakað bál.
Tiltøkini, ið vit nýklæktu pisur hava verið saman um, hava verið nøkur í tali. Vit hava savnað pening saman, so at farast kundi til Londons, har vit høvdu eina frálíka viku saman. Vit hava verið við í útnorðursamstarvinum OZON, ið endaði við blaðútgávu, vit hava havt ymiskar frálíkar veitslur saman og at enda, so hava vit havt nógv mennandi kjak, bæði í tímunum og í fríkorterunum. Serliga minnist eg tað lívliga kjakið nú uppundir valini í vár.
Men nú er alt hetta komið at enda, og vil eg frá hjartanum ynskja øllum mínum 28 vinum, ið standa her, hjartans tøkk fyri tey trý frálíku árini, ið vit hava verið saman. Eg eri vísur í, at tit taka undir við mær, tá ið eg sigi, at hesi árini hava verið ein tann besta av fyrrnevndu yvirgangsritunum ella mansroynslunum, sjálvt um alt var líka við at fara í vaskið undir verkfallinum eftir jól. Men lat tað fara. Vit mugu bert vóna, at komandi studentar ikki fara at verða fyri tílíkum.
Eg veit, at allar pisurnar taka undir við mær, tá ið eg vegna okkum øll vil takka Gudi fyri okkara kunnskaparligu gávur, lærarunum fyri at læra okkum at nýta hesar gávur á rættan hátt, samfelagum fyri tann pening, ið nýttur er til okkara útbúgving og at enda familju, makum og vinum fyri tað avbera tolsemi, ið tey hava sýnt okkum hesi trý árini. Hetta hevur alt verið við til at ment okkum til teir persónarnar, ið vit eru í dag.
Vit hava nú fingið eina breiða mentanarliga bakgrund, ið eg í kvøld frá hesum røðarapalli fari vegna studentarnar í Suðuroynni 1998 at loyva mær at lova, at vit fara at nýta á skilabestan hátt, so at vit einaferð fáa sólina aftur at skína í Suðuroynni.
Lat sólstrálurnar, ið hava stavað niður á okkum gjøgnum mjørkan í dag, vera mynd um gleðina í okkara hjørtum og um bjørt framtíðarútlit Suðuroynni og okkum øllum at gagni.
Takk fyri øll somul og góða jóansøku!