? Lat okkum taka altjóðagerðina sum eina avbjóðing

? Eg vóni, at vit politikarar, vinnulív og samfelagið alt lærir av okkara ítróttarligu og mentunarligu framherjum, sum hava prógvað, at heimurin eisini liggur opin fyri okkum føroyingum, um vit bert gera okkara arbeiði til lýtar. Lat okkum tí taka altjóðagerðina sum eina avbjóðing heldur enn eina hóttan og eina forðing. Eg vóni, at samgongan og andstøðan fara at megna at draga eina og somu línu, serliga í stórmálum, og at vit fáa eitt virðiligt samstarv, segði Jóannes Eidesgaard m. a. í fyrstu ólavsøkurøðu síni

Neyvan nakað annað lóggevandi ting í heiminum verður sett við slíkum hátíðarrómi sum aldargamla løgting okkara á sjálvum tjóðardegnum - henda hásummardag, tá land og fólk hava latið seg í sítt vakrasta skrúð og eina løtu hava lagt tað gerandisliga til síðis. Høvuðsstaðurin heilsar flaggprýddur øllum landsmonnum og teimum mongu gestunum úr útlondum. Politikarar hava eftir gomlum siði gingið skrúðgongu saman við prestum og embætisfólkum oman í Dómkirkjuna til gudstænastu. Komin niðan aftur á Vaglið, verður skrúðgongan møtt av fjølmentari mannamúgvu, og tíðin eins og steðgar á, tá hesin vakri sangurin rungar av Tinghúsvøllinum.
Í øllum hesum hátíðarliga byrjar so eisini politiski veruleiki okkara. Ein politiskur gerandisdagur, sum langt frá altíð kennist so hátíðarligur. Ein politiskur gerandisdagur, har fólksins kosnu kvinnur og menn eftir bestu sannføring royna at finna loysnir, sum skulu menna okkara land til eitt gott land fyri okkum øll og okkara eftirkomarar at búgva í. Uttan mun til hvørji vit eru, hvørja politiska hugsjón vit hava, um vit eru í samgongu ella andstøðu, ja so hava vit eina felags vón um einar góðar Føroyar.
Onkur vil ivaleyst vera við, at tað er ov lítið hábærsligt, ella at visionera flogið er ov lágt, at ein politisk samgonga einans hevur sett sær sum mál at skapa eitt gott samfelag fyri øll. Rætt er tað, at tað eru ikki tey stóru slagorðini ella tey stóru armsveiggini, men hinvegin hýsir hetta bjartasta málið, ein samgonga kann seta sær. At leggja tey menniskjansligu virðini í politikkin, so at politikkurin alla tíðina hevur sum mál at skapa eitt betri og eitt tryggari samfelag - lata politikkin stutt og greitt snúgva seg um menniskjuni.
Olof Palme segði m.a.: "Politikkur merkir, at vit finna saman til tess at loysa felags uppgávur. Politikkur merkir, at vit seta okkum mál fyri samfelagsgongdina. Hesi mál skulu fevna um eitt gott samfelag, sum vit skulu byggja í felag".
Hóast grá skýggj reka inn yvir okkara búskap, er tað ongantíð meira neyðugt enn nú, at vit eiga viljan ikki bert til at varðveita, men til framhaldandi at útbyggja okkara vælferðarsamfelag. Men hesin vilji hevur sum fortreyt, at okkara vinna við nýhugsan og áræði støðugt megnar at bera hesar útbyggingar. Tí mugu vinnan og politiski myndugleikin samstarva - eitt samstarv, har báðir partar virða tey sjálvsøgdu mørk, sum eiga at vera millum vinnu og politikk - eitt samstarv, sum byggir á viljan til at koma víðari. So hóast hesi gráu skýggini skugga fyri sólini, er hetta ikki løtan til at fella í fátt, men tvørturímóti løtan at bróta upp um armar og í felag at bjóða framtíðini av.
Løgtingsval var í úrtíð 20. januar í ár, og tveir dagar seinni skipaði løgtingsformaðurin fyri formansumfari. 31. januar var samgonguskjalið við heitinum "Breiða semjan" undirskrivað av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum. Fyrsti løgtingstingfundur eftir valið var 3. februar, har nýggja løgtingsmanningin var góðkend, løgtingsfor-maður og løgmaður valdir og landsstýrið síðan skipað.
Hetta er fyrstu ferð, at hesir tríggir flokkar eru gingnir saman um at skipa politiska samgongu á Føroya Løgtingi.
Tá samgonguskjalið fekk heitið "Breiða semjan", var tað ikki av tilvild. Semjan leggur upp til, at vit fáa politiskan stabilitet og ar-beiðsfrið, sum eru avgjørdar fortreytir fyri, at sett mál verða rokkin.
Samgongan er breið, tí hon telur heili 21 tingfólk - hon er breið, tí hon fevnir rættiliga breitt politiskt. Men innihaldið í breiðu semjuni fevnir fyrst av øllum um málið at finna breiða loysn á nøkrum stórmálum. Her verður serliga hugsað um sjálvstýrismálið umframt neyðuga nýhugsan, tá tað snýr seg um vinnupolitisk tiltøk.
Sjálvstýrismálið skal leggjast soleiðis til rættis, at hetta ikki longur er eitt øsingarmál, og at øll tilgongdin nú verður á føroyskum hondum og ikki longur trætumál við danskar myndugleikar. Vit snøgt sagt føroyska ella yvirtaka sjálvstýrismálið.
Sjálvstýrismálið skal gerast ein søk fyri ta breiðu fjøldina av føroyingum, har føroyingar sjálvir taka avgerðirnar innan teir karmar og tær heimildir, sum veruleikin gevur okkum.
Í sjálvstýrismálinum eru fýra tættir:
?nýggj stjórnarskipan
?yvirtøkulógin
?lóg um víðkaðar uttan-
ríkispolitiskar heimildir
?hernaðarsamtyktin

Hóast týðandi viðurskifti eru broytt í mun til upprunaligu ætlanina við einari føroyskari grundlóg, er samgongan samd um, at arbeiðið skal halda fram. Stórt arbeiði er fingið frá hondini, og fyrra flaggdagsálitið varð handað landsstýrinum í vár. Málið er nú at gera nýggja stjórnarskipan, sum skipar alt samfelagið, men harumframt eisini skal lýsa, hvussu vit føroyingar skulu bera okkum at, um vit velja at siga upp verandi ríkisrættarligu støðu okkara.
Vónandi fer tað at bera til at koma við nýggjum áliti, áðrenn langt um líður, har eitt fullfíggjað uppskot, sum er viðgjørt av einari fullmannaðari nevnd, og eisini, sum ásett í lógini, hevur verið viðgjørt av Føroya fólki. Síðan skal uppskotið leggjast fyri løgtingið og fyri fólkið á einari fólkaatkvøðu.
Yvirtøkulógin fer at hava við sær, at øll málsøki kunnu verða yvirtikin sambært løgtingslóg, so hvørt sum politiskur vilji er til tess á løgtingi. Tó verða nøkur málsøki, sum lógin ikki fevnir um, ið einans kunnu verða yvirtikin, um Føroyar skipa seg sum sjálvstøðugt land. Tey eru uttanríkis- og verjupolitikkur umframt heimarættur, hægstirættur og peningapolitikkur. Stóra nýskapanin við yvirtøkulógini er, at allar yvirtøkur verða framdar eftir hesi lóg, og at hon leggur upp í hendurnar á føroyskum myndugleikum einsamøllum at gera av, nær málsøki bæði innanfyri og uttanfyri heimastýrislógina koma á føroyskar hendur. Eftir ætlan kemur nýggja yvirtøkulógin í gildi 1. januar 2005.
Landsstýrið arbeiðir nú við at fyrireika tær yvirtøkur, sum semja er um at fremja, og sum eru fíggjarliga forsvarligar við verandi búskaparstøðu. Av hesum er fólkakirkjan tann týdningarmesta.
Í setunarrøðu síni í 2002 legði danski forsætismálaráðharrin upp til, at Føroyar og Grønland skuldu hava víðkaðar ræsir á tí uttanríkispolitiska pallinum. Lógin fer at hava við sær, at Føroyar verða virkisførar í altjóðasamfelagnum og kunnu gera sáttmálar við onnur lond ella millumtjóðafelagsskapir í yvirtiknum málum. Tá verður ikki neyðugt at biðja danska uttanríkismálaráðið um heimild. Sostatt kunnu føroyskar sendinevndir fara undir samráðingar eftir egnum tørvi og av sínum eintingum í øllum yvirtiknum málum.
Hernaðarsamtyktin, sum løgtingið samtykti í vár, fer at gera føroyska leiklutin munandi meira virknan, tá tað snýr seg um trygdar- og verjupolitikk. Gomlu hernaðarsamtyktirnar gjørdu mangan tað, at føroyskir myndugleikar ikki fingu virkað til fulnar, tá tað snúði seg um hernaðarmál. Við støði í Svørtubók og Reyðubók, har reyði tráðurin heilt týðiliga er, at føroyskir myndugleikar vórðu hildnir uttanfyri og ikki høvdu møguleika at ávirka avgerðirnar, so verður í nýggju hernaðarsamtyktini lagt upp til, at føroyskir myndugleikar skulu hava fult innlit og møguleika at ávirka tær avgerðir, sum snúgva seg um føroyskt landa-, sjó- ella loftøki.
Henda samtykt gevur trygdarpolitikkinum eitt heilt annað innihald og lýsir mannagongdir fyri eitt málsøki, vit ikki í verandi støðu kunnu yvirtaka.
Við hesum lóggávum er sjálvstýrismálið vorðið okkara.
At víðka uttanríkispolitisku heimildirnar er eisini eitt natúrligt stig at taka, nú alheimsgerðin hevur tikið dik á seg. Evropasamveldið er farið undir eina felags stjórnarskipan, ið líðandi fer at flyta uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin frá limalondunum til samveldismyndugleikarnar í ES við einum felags uttanríkismálaráðharra, og er hetta eisini ein greið orsøk til at fáa eina slíka lóg samtykta.
Enn hava vit ikki lýst møguligar avleiðingar, ein ES-grundlóg fer at fáa á ríkisfelagsskapin. Tískil fari eg á ríkisfundinum at umrøða hetta, soleiðis at vit tryggja okkum, at hesar avleiðingar verða lýstar.
ES er okkara høvuðsmarknaður. At ES er víðkað við fleiri limalondum ger, at Føroyar hava fingið fríhandilsavtalur við átta lond afturat í Eysturevropa. Til tess at vit kunnu fáa eitt meira skikkað orðaskifti um henda marknað, fer landsstýrið at skipa fyri eini ráðstevnu komandi ár við tí endamáli at útvega okkum meira vitan og kunning.
Hóast búskapurin í síni heild er væl fyri, mugu vit ásanna, at tann stóri vøksturin, sum byrjaði miðskeiðis í 90?árunum, vendi til afturgongd í fjør. Hetta er ikki ein nýggjur veruleiki fyri okkum, tí búskapurin hevur altíð gingið í næstan regluligum vakstrar- og afturgongdsskeiðum.
BTÚ verður í løtuni mett at liggja um góðar 10 mia. kr. í dagligum prísum, og vit hava framvegis vøkstur í samlaðu lønarútgjaldingunum upp á 3,6% fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Tað er tó stórur munur á gongdini í lønarútgjaldingunum í høvuðsvinnugreinunum. Í fjør og í fyrru helvt í ár minkaði lønarútgjaldingarnar í framleiðsluvinnunum nógv.
Handilsjavnin hevði eitt avlop uppá 85 mió. kr. í fjør, tá skip ikki eru tald við. Minkandi avlopið á handilsjavnanum stavar tíverri fyrst og fremst frá minkandi útflutningi.
Tíverri eru tøl fyri gjaldsjavnan fyri 2003 ikki tøk.
Hóast nettotilflytingin til Føroya framvegis er stór, hevur hon verið væl minni enn árini frammanundan. Við árslok í ár verður fólkatalið mett at verða um 48.500.
Grundarlagið undir okkara útbúgvingarskipan er fólkaskúlin. Tað er her, at støðið verður lagt undir útbúgvingarligu menningina hjá næmingunum. Tað er her, at grundleggjandi vitan verður løgd í okkara børn. Tað er tí sera umráðandi, at bæði myndugleikar, foreldur og tey, sum starvast í skúlunum, leggja sær eina við at skapa góðar umstøður soleiðis at børnini mennast - bæði fakliga og sosialt, og soleiðis at øll fáa sum mest burturúr hesi sera týdningarmiklu árini í fólkaskúlanum.
Uppgáva fólkaskúlans er sera fjøltáttað, og her skal eisini vera rúmsátt. Tað skal vera pláss fyri øllum uttan mun til menniskjanslig brek. Hetta setur stór krøv til bæði myndugleikar og foreldur. Vit hava sett okkum fyri at eftirmeta fólkaskúlalógina og at kanna trivna bæði hjá næmingum og lærarum.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at betra um umstøðurnar hjá okkara eldru. Tilboðini til teirra skulu samsvara við tørvin hjá tí einstaka. Tørvurin á røktarheimsplássum er stórur, og í samstarvi við kommunurnar verður arbeitt við at útvega fleiri pláss. Átta eldrasambýli og ellis- og røktarheim eru í gerð. Fimm av hesum verða eftir ætlan liðug í ár og trý næsta ár.
Arbeitt verður við at gera eina føroyska forsorgarlóg, sum skal koma í staðin fyri galdandi donsku lógina frá sekstiárunum. Forsorgarlógin skipar grundleggjandi viðurskifti millum einstaklingin og tað almenna. Fyri fyrstu ferð fara vit at umrøða, hvat vit í Føroyum halda, at skyldurnar hjá tí almenna eru fyri einstaklingin, og skyldurnar hjá einstaklinginum eru fyri tí almenna. Forsorgarlógin fer við hesum at vera grundað á okkara egna samfelag. Arbeiðið er sera víðfevnt og er tí skipað í stigum. Tað verður eftir ætlan liðugt um trý ár.
Í Føroyum, eins og í øðr-um framkomnum londum, økist talið av sjúkutilburðum, sum standast av skeivum livihátti. Landsstýrið fer at gera sítt til, at fólkaheilsan í síni heild verður betri. Tað fyribyrgjandi arbeiðið skal vera partur av gerandisdegnum.
Samgongan ætlar at loysa eftirlønarmálið. Avgjørt er at styrkja samhaldsfasta við at hækka inngjaldið upp í 1,5 %. Við hesum verða betri fyritreytir fyri at røkka einum góðum úrsliti við eini pensjónsskipan, ið byggir á tríggjar súlur, ávikavist fólkapensjón, samhaldsfasta og eina eftirlønaruppsparing. Við fólkapensjónini og samhaldsfasta verður tryggjað ein rímilig minstapensjón.
Samgongan er samd um, at umráðandi er at verja og varðveita umhvørvið, ikki bara fyri okkara egnu skyld, men eisini tí at tað er okkara skylda mótvegis okkara eftirkomarum og umheiminum.
Umhvørvisspurningar verða alsamt meira umfatandi, og hetta setur størri og størri krøv til okkum, m.a. tí vit alla tíðina mugu fylgja við altjóða tilgongdini á økinum. Stavnhaldið má vera, at vit seta okkum sum mál at nýta altjóða krøv á umhvørvisøkinum. Eisini mugu vit tryggja okkara áhugamál á økjum, har altjóða sáttmálar verða gjørdir, og gera okkum greitt, at slíkir sáttmálar áleggja okkum skyldur, ið skulu haldast her á landi.
Síðan málsøkið havumhvørvi varð yvirtikið í fjør, hevur verið arbeitt við at smíða eina nýggja havumhvørvislóg, ið hevur sum endamál at fyribyrgja og avmarka dálking og aðra ávirkan á okkara havumhvørvi.
Í samgonguskjalinum verður staðfest, at yvirskipaði orkupolitikkurin eigur at vera landspolitisk ábyrgd. Orkuútbyggingin skal fara skynsamliga fram, og skulu varandi orkukeldur gerast størst møguligi partur av orkuframleiðsluni, samstundis sum granskingarsamstarv og royndarvirksemi verður stimbrað. Í hesum sambandi er farið undir at gera eina elveitingarlóg í samráð við kommunurnar.
Fleiri fakfeløg heittu herfyri á landsstýrið um at avmarka stóra útflutningin av rundum fiski beinleiðis á útlendskar marknaðir. Hetta er væl skiljandi, tí avleiðingin er, at arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi hvørva. Vit eru við hesum komin í eina tvístøðu millum fríu marknaðarkreftirnar og atlitini at arbeiðsplássum og trivnaðinum kring landið.
Tað er eyðsýnt, at kappingarførið í okkara traditionellu høvuðsvinnu er versnað. Hetta mugu vit hava eina støðu til - bæði landsins myndugleikar, fakfeløgini og ikki minst vinnan sjálv. Tí fyritreytirnar hjá vinnuni broytast við alsamt vaksandi ferð orsakað av tøkniligari menning og altjóðagerð. Hugtakið kappingarføri er tí ikki longur einans ein spurningur um, hvussu skjótt og væl tú kanst framleiða traditionellar vørur, men í størri og størri mun, hvussu skjótt og væl vinnan lagar seg til broyttar umstøður. Hetta krevur vitan, kapital og ikki minst dynamikk, ið er neyðugur, fyri at vinnan ikki verður afturúrsigld.
Nýhugsan má til, og vit mugu taka avbjóðingina upp, har vit fullnýta okkara styrki og styrkja okkara veikleikar. Fremsta styrkin er, at vit hava fiskin livandi á grunnunum rundan um okkum, vit hava eitt vælútbúgvið fólk og eitt vælútbygt samskiftiskervi. Hinvegin er logistikkurin ein forðing. Vanliga flutningsmynstrið, sum vit kenna tað í dag, har fraktskipini sigla niður á meginlandið, er ikki einsamalt nøktandi fyri harðnandi kappingina. Vit mugu tí eisini útbyggja aðrar flutningsmøguleikar eitt nú loftvegis, har vit kunnu bjóða feskari fisk fyri munandi størri søluvirði, enn vit í dag kenna til. Feskleikin skal ikki gerast ein spurningur um dagar, men tímar.
Tí er neyðugt, at vit skjótt finna eina nøktandi loysn á flogvallarmálinum, sum sjálvsagt má hava við sær, at vøllurin verður longdur soleiðis, at hann eisini kann brúkast til størri fraktflogfør. Hetta fer somuleiðis at bøta um viðurskiftini viðvíkjandi ferðafólkaflutningi. Tí fari eg at taka hetta upp við danska forsætismálaráðharran á ríkisfundinum nú í august.
Tá afturstig eru í búskap-inum, er meira neyðugt enn nakrantíð at hugsa nýtt. Heldur enn at veita vinnuni beinleiðis rakstrarstuðul, eigur landsstýrið at stuðla upp undir vinnuspírar við at skapa góðar karmar fyri gransking, menning og nýskapan. Í hesum sambandi er landsstýrið farið undir at skipa og samskipa granskingina av nýggjum, so hon í størri mun verður við til at skapa nýggjar vinnumøguleikar innan eitt nú biotøkni og ílegugransking.
Fyri fáum árum síðan vóru stórar vónir um at finna olju á føroyskum øki. Hóast olja enn ikki er funnin í nøgdum, sum tað loysir seg at framleiða, eiga vit at vera tolin, tí hetta er vinna, sum krevur tol og treiskni.
Granni okkara Noreg, er í dag eitt av heimins ríkastu londum - eitt nú oljuni fyri at takka. Har vórðu boraðir fleiri enn 30 brunnar, áðrenn vinnan gjørdist lønandi, og á bretska landgrunninum vóru boraðir fleiri enn 100 brunnar, áðrenn farið varð undir lønandi framleiðslu. Higartil eru einans borðaðir 4 brunnar á føroyska økinum.
Eg vóni, at altjóða oljufeløgini eru áhugaði nú 2. útbjóðingarumfar stendur fyri durum.
Fjarfiskiflotin hevur skiftandi trupulleikar at dragast við. Nú er tað rækjuflotin, sum hevur versnandi møguleikar fyri at fáa endarnar at røkka saman. Færri veiðumøguleikar og eitt stórt fall í rækjuprísunum hava elvt til, at rækjuflotin er í svárum trupulleikum.
Men skjótt skiftandi umstøðurnar hjá fjarfiskiflotanum gera tað neyðugt, at landsstýrið tekur stig til at finna heildarloysnir fyri henda partin av flotanum. Eitt nú at tryggja sær, at veiðumøguleikar verða troyttir til fulnar, men harumframt at landsstýrið virkið fer út at leita upp nýggjar veiðumøguleikar, sum síðan kunnu latast okkara skipum.
Alivinnan hevur verið fyri stórum afturstigum fyrst og fremst av sjúkraávum. Hetta kemur tíverri eisini at merkja hesa týðandi útlutningsvinnu komandi árini. Løgtingið samtykti í vár nakrar munandi broytingar innan alivinnuna, sum vónandi fara at medvirka til, at alivinnan skjótt mennir seg aftur.
Hóast arbeiðsloysistølini samanløgd ikki síggja so døpur út - tey liggja um 4%, so er arbeiðsloysið sera ójavnt býtt í landinum. Støðan í syðru helvt av Suðuroynni er serliga ring, hóast hon langt frá er nøktandi alla aðrastaðni. Hetta hongur sjálvsagt nakað saman við, at nógvur óvirkaður fiskur fer av landinum, men tó er hetta ikki einasta grundin. Vit síggja eina týðiliga ábending um, at tað unga fólkið, sum flytur burtur í útbúgvingarørindum, ikki fær rættiligt høvi at venda aftur til útjaðaran eftir lokna útbúgving. Tí er neyðugt, at eisini tað almenna gerst partur av einum politikki, har førleikakrevjandi størv, sum m.a. eru í almennari fyrisiting, verða løgd til útjaðaran.
Trupulleikarnir, sum okkara útoyggjar hava, eru heldur ikki lættir at loysa, men landsstýrið er farið í eitt samstarv við útoyggj-arnar um at fáa loyst nakrar av teimum mest grund-leggjandi trupulleikunum á útoyggj.
Betraða samferðslukervið, har størri og størri partar av landinum verða bundnir saman, ger, at útjaðaratrupulleikarnir verða avmarkaðir til færri og færri øki.
Vit fingu fast samband um Vestmannasund í farna valskeiði, og vit fáa fast samband um Leirvíksfjørð í hesum valskeiðinum. Vónandi liggur fasta sambandið um Skopunarfjørð í komandi valskeiði. Farið verður undir bergholið millum Øravík og Hov komandi ár, og nýggi Smyril kemur til landið í november.
Samgongan hevur sett sær fyri at gera almennu fyrisitingina betri. Longu tá ið samgonguskjalið varð skrivað, var semja um, at umframt at talið av stjórnarráðum skuldi skerjast úr níggju niður í sjey, so skuldi almenna fyrisitingin samskipast, so betri samstarv fæst millum stjórnarráðini. Fyrisitingin skal gerast meira opin og einføld fyri brúkaran, og rættartrygdin skal styrkjast. Somuleiðis verður arbeitt við týðandi samanleggingum av arbeiðsuppgávum.
Søguligar grundir hava verið fyri at binda almennan kapital í til dømis Føroya Tele, Atlantsflog, Føroya Banka og aðrar stovnar. Tøkniligur framburður og altjóðagerð hava tó havt við sær, at hesin leiklutur hjá tí almenna ikki er eins neyðugur nú sum áður. Landið kann tí frígera kapitalin, sum er bundin, og nýta hann til annað endamál. Til dømis at rinda aftur almenna skuld ella til at gera nýggjar íløgur, ið hóska seg betur til leiklutin hjá tí almenna. Samgongan er samd um, at har tað kann gerast við fyrimuni fyri tað almenna og fyri samfelagið sum heild, verða partabrøv í ávísum almennum fyri-tøkum boðin út til almenn-ingin og/ella strategiskar íleggjarar.
Eitt annað av stevnumiðunum er at broyta skattaskipanina soleiðis, at hon fremur vøkstur í arbeiði og búskapi. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av ov harðari skatting.
Eitt samt løgting samtykti at søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norður-landaráðnum. Landsstýrið sendi umsóknina umvegis danska forsætismálaráðið. Svarið, sum er komið frá donskum myndugleikum, boðar frá, at hetta ikki ber til vísandi til donsku grundlógina. Hinvegin verður víst á, at góðir møguleikar eru fyri, at Føroyar fáa ein virknari leiklut í norður-lendska arbeiðinum, enn vit hava í dag. Uttanlandsnevndin er kunnað um hetta svarið. Tað er tí ein spurningur, um vit skulu halda fast um "alt ella einki" hugtakið, ella vit skulu velja at styrkja okkara umboðan í Norðurlandaráðnum tó uttan sjálvstøðugan limaskap.
Útlendingamál, serliga tann parturin, ið viðvíkur útlendskum ítróttafólkum í Føroyum, hevur verið nógv umrøddur seinastu tíðina.
Samgongan hevur sett sær fyri, at trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihalds-loyvum í síni heild verða loystir. Landsstýrið arbeiðir í løtuni við málinum og miðar eftir at fáa eina skjóta loysn. Tað er bráneyðugt at fáa orðað ein føroyskan útlendingapolitikk. Hetta er landsstýrið farið í holt við.
Vit skulu taka ábyrgd í altjóða samfelagnum. Tað er okkara skylda sum partur av tí ríka heiminum at veita menningarlondum hjálp eftir førimuni. Samstundis sum vit átaka okkum at føra ein virknan menningarpolitikk, sum skal gagna fátæka partinum av heiminum, kunnu vit geva okkara egnu vinnu avbjóðingar, sum kunnu stuðla henni her heima og í altjóða kapping.

Harra formaður,
Eg byrjaði hesa fyrstu løgmansrøðu mína við at siga, at sjálvt við teimum ymisku hugsjónarligu fortreytum, sum vit hava, so vilja vit øll gera Føroyar til eitt uppaftur betri samfelag.
Vit mugu taka upp kappingina og avbjóðingina, sum heimurin í dag krevur av okkum. Vit mugu líta út í heim. Men tá mugu vit fyrst viðurkenna okkum okkara samleika sum eina tjóð við góðum evnum. Hesi evni verða best hvest, um vit taka táttin upp, sum eitt nú nøkur av okkara fremstu mentafólkum hava víst, at vit føroyingar eiga. Við dugnaskapi og nærlagni hava nøkur av okkara ítróttarfólkum, tónleikarum, listafólkum og onnur víst, at hava vit trúnna upp á egin evni, so ber so ótrúliga nógv til.
Tí vóni eg, at vit politikarar, vinnulív og samfelagið alt lærir av okkara ítróttarligu og mentunarligu framherjum, sum hava prógvað, at heimurin eisini liggur opin fyri okkum føroyingum, um vit bert gera okkara arbeiði til lítar. Lat okkum tí taka altjóðagerðina sum eina avbjóðing heldur enn eina hóttan og eina forðing.
Eg vóni, at samgongan og andstøðan fara at megna at draga eina og somu línu, serliga í stórmálum, og at vit fáa eitt virðiligt samstarv.
Við hesum orðum ynski eg løgtinginum eina góða tingsetu og øllum Føroya fólki og mongu gestunum eina góða ólavsøku.