OpenAI bjóðar Google av við nýggjum browsara við vitlíki

Atlas hjá ChatGPT er ein nýggjur browsari, sum er drivin av vitlíki og er bygdur kring chatbottin ChatGPT hjá OpenAI.

Tøknifyritøkan OpenAI, sum stendur aftanfyri ChatGPT, hevur í dag avdúkað ein nýggjan browsara, sum er bygdur á vitlíki.

Tað boðaði felagið frá í dag, sambært fleiri tíðindastovum, eitt nú Reuters.

Sambært Reuters hevur Google Chrome fleiri enn tríggjar milliardir brúkarar um allan heimin.

Nýggi browsarin Atlas ger, at brúkarar kunnu lata upp eina ChatGPT síðulinju í leitivindeyganum.

Her kann brúkarin millum annað taka saman um innihaldið á eini ávísari heimasíðu, samanbera vørur ella greina dátur frá einari og hvørjari heimasíðu.

Harumframt hevur Atlas eisini ein sokallaðan agent mode. Hetta merkir, at ChatGPT kann samskifta við heimasíður og røkja uppgávur vegna brúkaran.

 

Stjórin í OpenAI, Sam Altman, greiddi í dag frá í eini beinleiðis videoframløgu, at sonevndi umboðsmaðurin brúkar kagarin sjálvstøðugt.

Tað kemur síðani aftur til brúkaran við teimum upplýsingum, sum tað finnur.

- Tað hevur atgongd til tíni ting og klikkir runt, segði Altman og legði afturat:

- Tú kanst fylgja við, um tú vilt, men tað nýtist tær ikki. Tað brúkar internetið fyri teg.