? Tá skipanin varð gjørd, varð avgjørt, at soleiðis skuldi skipanin virka, og tað er soleiðis hon verður brúkt. Og fólk skulu vera greið yvir, at í allarflestu førum verður skipanin brúkt á rættan hátt, sigur stjórin á Arbeiðsloysisskipanini, Allan Skaalum.
Leiðslan fyri ALS hevur, saman við stýrinum fyri stovnin, í longri tíð arbeitt við eini kunngerð, sum greitt skal áseta reglurnar fyri hvussu fiskavirkisskipanin hjá ALS skal virka og handfarast av teimum sum brúka hana, og serliga hjá teimum sum umsita hana.
? Í hesum sambandi eru vit komin eftir, at tað eru viðurskiftir, sum ikki eiga at virka sum tey gera í dag, sigur hann.
Stjórin á ALS sigur, at millum annað er fráboðanin ein trupulleiki, sum hevur við sær, at upplýsingar kunnu detta niður ímillum. Úrslitið av hesum er, at onkur fær pening, sum ikki hevur rætt til tað, og tað er m. a. hesum ALS vil byrgja upp fyri.
? Vit skulu minnast til, at fiskavirkisskipanin hjá ALS varð uppfunnin meðan landið var í svárari kreppu, og tí var hon skrúvað saman sum hon er. Varð ein kunngerð gjørd tá, hevði hon neyvan sæð út sum okkara uppskot til kunngerð, sigur Allan Skaalum.
Viku fyri viku
Sum nevnt á síðuni frammanfyri og í blaðnum Skýrák hjá ALS, so verður spurnartekin sett við hvussu fiskavirkisskipanin virkar, tí fólk, sum hava eina høga inntøku eisini fáa stuðul frá ALS. Hetta t. d. av tí, at tey arbeiða aðru hvørja viku og hava frí aðru hvørja viku.
? Tað kunnu vit ikki gera nakað við. Tá skipanin varð gjørd, var avgjørt, at tað skuldi gerast upp viku fyri viku, og tað hevur við sær at fólk, sum ikki hava arbeiði eina viku fáa stuðul fyri tað vikuna, sigur stjórin og leggur afturat, at tað ikki er ólógligt at gera á tann hátt. Tað er heilt í samsvar við lógina, men spurningurin er bara, um tað var ætlanin tá skipanin varð gjørd.
Tað er m. a. tí tey hava eftirlýst eini kunngerð, sum ásetur hetta.
? ALS hevur ongar trupulleikar yvirhøvur av at umsita skipanina á tann hátt, um niðurstøðan verður at tað er soleiðis tað skal verða, men vit biðja um at fáa tað ásett í eini kunngerð, sum sigur at soleiðis verður farið fram, sigur stjórin á ALS.
Tí er tað at spurningurin um broytingar í fiskavirkisskipanini er til viðgerðar.
Allan Skaalum vísir eisini á, at tað í grundini ikki er ein spurningur um inntøku, hvussu stór ella lítil hon er, tí tá ein sjómaður sum legst uppi ikki fær arbeiði, so fær hann útgoldið frá ALS fyri tað tíðarskeiði tá hann ikki hevur arbeiði.
? Men á fiskavirkjunum er tað so, at tú kanst hava arbeiði eina viku og vera heima eina viku. Tað vikuna tú ert heima, ert tú skrásettur sum arbeiðsleysur, hóast tú í grundini hevur eitt rættiliga fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Við regluligum arbeiði, aðru hvørja viku, t. d. hjá sama arbeiðsgevara. Men skipanin loyvir hasum, tí hon tekur støði í vikuavrokning, sigur Allan Skaalum.
Mugu ansa væl eftir
Tí heldur stjórin, at tað er neyðugt at ansa ótrúliga væl eftir um ein velur at broyta fiskavirkisskipanina.
Hann heldur, at tað altíð er ein vandi fyri at skipanin kann toyggjast, uttan tó at verða brotin, og tí skal tað sum møguliga verður sett í staðin vera púra greitt.
? ALS hevur bara ein part av umsitingini av fiskavirkisskipanini, sum hon er í dag, tí ein stóru partur av umsitingini er lagdur út á virkini, sigur stjórin.
Hann leggur kortini afturat, at skulu »holini« dekkast, so er neyðugt t. d. at tryggja at tað verður eitt ella annað slag av fráboðanarskyldu, sum kann fylgjast frá tí arbeiðsleysa til ALS, tí so er einki at kjakast um.
Arbeiðsloysi
minkað nógv
Tað er í hvussu er ein veruleiki, at tað er ein »løgin« gongd tá tosað verður um arbeiðsloysi innan fiskavirkisskipanina.
Vanliga arbeiðsloysi er, sambært tølum frá ALS lækkað við umleið 70 prosentum. Í 1993 vórðu útgoldnar um 250 mió. krónur úr ALS. Í 1998 var hetta talið komið niður á 75 mió. krónur.
Í sama tíðarskeiði er útgjaldið í fiskavirkisskipanini fallið við umleið 30 prosentum. Okkurt ári hevur útgjaldið verið uppi á 30 mió krónum í fiskavirkisskipanini. Í ár væntar stjórin, at tað fer at liggja á uml. 20 mió. krónum.
Sama tíðarskeið er tað »vanliga« arbeiðsloysi fallið so nógv, at tað nú er upp á 4 prosent (bara ALS-tøl]. Í fiskavirkisskipanini er talið av teimum arbeiðsleysu farið eitt kvinki uppeftir.
? Og tað er ein trupulleiki, tá summi virkir als ikki fáa fólk, staðfestir stjórin á ALS