(okkara Edmund) var sloppin at miksa eitt sindur, hjálpti so frægt upp á tað, at tað gjørdist stuttligt at kava og drukna seg í larmin. Samanum kann sigast, at eg vóni, at tað gongur The Dreams væl í [...] hesi grein, tí leingi havi eg havt tað soleiðis, at Heavy Metal hevur hingið mær langt út av hálsinum. Ein helvitis gangur, har ein hvørki hoyrir skil á tóna ella stevi.Bert ein rúgva av skríggjandi guitarum [...] royndu at koma út um pallkantin, so syrgdi syrgiligi ljóðmúrurin fyri, at fólk lítið og onki fekk burturúr at lurta. Annars skal sigast at bólkurin var í toppform. Har vóru ongar umberingar sum t.d. eg minnist
fer at taka einar fimm dagar at sigla hann heim. Í Føroyum skal hann vísast fram fyri almenninginum og síðani fer tað at taka eina viku at gera skip og manning klárt til at fara undir fasta sigling ímillum [...] tí er heilt trúligt, at ein partur av skipinum verður læstur fyri at kunna lækka manningartalið, tá ið færri fólk eru við. - Trygdin umborð krevur, at manningartalið lækkað, skal ein partur av skipinum verða [...] trupult at fáa alt fólkið av skipinum í eini neyðstøðu. Kristian Davidsen sigur, at tað er trúligt, at hetta verður mannagongdin. Hinvegin vita vit, at tað eru ávísir dagar og ávísar tíðir, at tað er nógv
assymetriskt, eins og tað verður litað. - Eg eri her av og á. Tað er ikki altíð at eg havi bil, men plagi at koma higar, tá hann er tøkur. - Eg gangi eisini til hárviðgerð hjá øðrum frisørum. Eg haldi at tað er [...] sínum dugir hon tí eisini at síggja ein ávísan mun á kundunum á Sandoynni og teimum á Argjum. - Her suðuri er mítt arbeiði meiri at kalla eitt sesong-arbeiði. Eg kann hava sera nógv at gera eina tíð, og so [...] gjørt ella klipt ein ávísan dag. Hjá Marnu er tað heldur øðrvísi. Her er ikki beinleiðis neyðugt at biðja um tíð. Tað vísir seg ofta, at mammurnar siga bara, at tær nú koma framvið fyri at gera sær hárið
valt at gera tað øvuta við fyrst at mála alt løriftið svart. Á hendan hátt fáa myndirnar ofta ein skýmligan dám, hóast litirnir í sær sjálvum ikki eru myrkir. - Ein fyrimunur við at brúka jarn er at litirnir [...] litirnir koma klárt fram beinanveg, so tú í størri mun hevur møguleika at spæla við umhvarvini og linjurnar. Samanumtikið haldi eg, at hesin teknikkurin gevur myndini meir kramm onkusvegna, sigur Livar. Hyggur [...] Hyggur eineferð afturat Serligi teknikkurin ger, at tú sum áskoðari hevur hug at hyggja enn einaferð eftir myndini, umaftur og umaftur. Tað er, sum at okkurt nýtt er at hóma hvørja ferð, tú hyggur, og longur
tanum seinastu árini? spurdi hann. Einki bendir á, at hækkandi oljuprísir merkja, at fiskaprísurin hækkar. - Eg haldi ikki, at søgan sigur okkum, at samanhangur er millum høgar oljuprísir og høgar fiskaprísir [...] manningin í størri mun luttekur í oljuútreiðslunum. Tillaging neyðug Hann helt ikki, at fiskiskipaflotin í nóg stóran mun hevur tillagað seg til broyttar umstøður, men vísti kortini á, at nú oljuprísurin [...] Á seminarinum vísti Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur á, at samanhangur ikki er millum hesi viðurskifti. - Eg trúgvi ikki, at Unilever fer at rinda meira fyri fiskavørur, hóast oljuprísurin er høgur,
hóttandi húsagangin, fyri at hava nakað at krevja aftur. Sjálvur haldi eg, og helst fleiri við mær, at tað, sum telur mest fyri okkum føroyingar má vera, at vit høvdu rætt, og at vit eisini umsíðir fingu [...] umráðandi átti at verið at komið við alskyns (ill)gitingum um, hvat fekk Schlüter til at geva eftir so ruddiliga, sum hann at enda gjørdi. Eg tími ikki at taka lut í hesum gitingum, men eftir at hava umhugsað [...] tað illa í heimastýrislógini, haldi eg, at hann ger ovmikið av. Tað tykist eisini løgið, at júst eitt B-mál sum ráevni í undirgrundini ferð eftir ferð verður drigið fram til at lýsa hesa lóg sum heild. M
væl at finna fyritøkur, sum eru undirmettar, og sum kunnu mennast. Og eg haldi meg hava ein góðan eginleika at finna dugnalig fólk at stýra hesar fyri meg, sigur hann. Er hetta esinasta rætt, so er einki [...] gjørt tað møguligt at gera eina roynd at yvirtaka risa-stóru Marks & Spencer handilsketuna, sum einsamøll hevur ein eins stóran umsetning, sum alt tað íslendska samfelagið. Tað hevur eins og hjá the Independent [...] vinnulívsmaður. Ein maður, sum at kalla varð mettur sum ein paria í íslendskum vinnulívi, og sum júst var dømdur eitt ára fongsul fyri fíggjarsvik. Í dag er hann næst ríkasti maðurin í landinum. Ein støða, sum
Mær dámar væl at práta og eg práti við nógv fólk hvønn einasta dag, bæði høg og lág tann vegin royni eg at ávirka, har eg haldi at tað er neyðugt, sigur tvøramaðurin. Besta dømi um, at Petur hevur ikki [...] teir varðveita altjóða góðkenning. Men tað er at spilla pening burtur, at byggja ein vøll í Vági og ein á Tvøroyri. Tí haldi eg, at tað einasta rætta er at byggja eitt stadion fyri alla oynna á Tvøroyri [...] góðtaka at skynsemið ikki skuldi ráða og at tað skuldi vera tunnilin uppi hæddini, ella onki. Hóast tað kanska fór at seinka tunlinum eitt ár, helt eg, at tað var rætt at broyta ætlanina og at gera eina
- Men sum heild haldi eg, at dreingirnir hava verið ótrúliga góðir at arbeitt við, og leikliga haldi eg eisini, at vit eru komnir eitt fitt petti á leiðini. Hinvegin - og tað havi eg sagt fleiri ferðir [...] skulu teir vinna stórt. Men eg rokni ikki við, at teir koma við fullari ferð frá fyrsta bríksli. Heldur vænti eg, at teir royna at stýra dystinum heim, og so vóna teir helst, at teir móti endanum kunnu fáa [...] alt í alt haldi eg, at eg kann illa vera annað enn væl nøgdur. Eisini við alt tað, sum er kring landsliðið við læknum, fysioterapeutum, liðleiðarum og øðrum. So hjá mær hevur hetta verið ein sera góð tíð
skulu fáast at hanga saman, og neyðugt er við nógvum kompromis-loysnum. Hetta merkir, at tað mesta av tí, sum tú hevur lovað yvirfyri tínum veljarum, fellir til jarðar, og tí haldi eg, at verandi valskipan [...] fíggjarnevnd løgtingsins, at tað, sum tingmenn gera, er bara putl. Vit hava spurt Anfinn Kalsberg, hvat liggur í hesum. - Tað, sum eg segði, var mín persónliga áskoðan, og eg meini tað, sum eg segði, tí við verandi [...] neyðugt er ikki at gera kompromis frá ytsta høgra til ytsta vinstra ei heldur millum samband og loysing, sigur Anfinn. Hann leggur dent á, at trupulleikin við valskipanini í Føroyum er, at ein flokkur sleppur