Størsti parturin av teimum væl kendu málningunum hjá Livari Nysted hava verðið málaðir á traditionella háttin við pensli á hvítt lørift. Men á Norðoyastevnuframsýningini í ár mundi onkur ivaleyst varnast, at Livar var farin at ganga nýggjar leiðir. Tá royndi hann seg nevniliga fyrstu ferð við einum heilt nýggjum máliteknikki. Í staðin fyri pensil hevði hann strokið málingina á løriftið við einum lítlum spartlijarni. Og júst hesin teknikkurin setur sín heilt serliga dám á framsýningina, sum er at síggja á Norðoya Kunningarstovu í løtuni.
Dýpd og lív
Livar málar við akrylmáling, sum jú tornar skjótt, og tá eru ikki so góðar stundir at spæla sær við málingina fyri at fáa dúpd og aðrar effektir inn í myndina. Tí helt hann, at málingarnir ofta gjørdust nakað turrisligir og lívleysir.
- Eg visti um hendan teknikkin við spartlijarni og fekk hug at royna. Eg bleiv beinanveg rættiliga bitin av hesum, tí hetta gevur mær heilt aðrar møguleikar at fáa lív í myndina. Samstundis er úrslitið ofta treytað av sjálvum amboðinum, og tað er ein spennandi avbjóðing, heldur Livar.
Livar greiðir frá, at hann oftast brúkar rættiliga nógva máling, har sjálvur strukturin í strokunum eisini er við til at geva myndini dýpd. Inn ímillum blandar hann málingina við vatni, so at bakgrundin kann skína ígjøgnum og geva uppaftur meir litspæl í myndina.
Vanliga, tá tú vilt hava bakgrundina at skína ígjøgnum, er tað tí løriftið er hvítt, og tú harvið fært meir ljós inn í myndina. À fleiri av nýggju myndunum hevur Livar valt at gera tað øvuta við fyrst at mála alt løriftið svart. Á hendan hátt fáa myndirnar ofta ein skýmligan dám, hóast litirnir í sær sjálvum ikki eru myrkir.
- Ein fyrimunur við at brúka jarn er at litirnir koma klárt fram beinanveg, so tú í størri mun hevur møguleika at spæla við umhvarvini og linjurnar. Samanumtikið haldi eg, at hesin teknikkurin gevur myndini meir kramm onkusvegna, sigur Livar.
Hyggur eineferð afturat
Serligi teknikkurin ger, at tú sum áskoðari hevur hug at hyggja enn einaferð eftir myndini, umaftur og umaftur. Tað er, sum at okkurt nýtt er at hóma hvørja ferð, tú hyggur, og longur tú hyggur inn í myndina. Soleiðis fáa væl kend myndevni eitt heilt annað útrykk. Á myndini Bátur sæst til dømis ein forvitnisligt spæl millum tey heldur ullintu umhvarvini av fjøllunum og so reinu linjurnar á bátinum í forgrundini.
- Smølu strikurnar fái eg fram við at seta jarnið inn eftir kanti móti løriftinum, men hetta er ikki ein teknikkur, sum hóskar serliga væl til smálutir. Sjálvur leggi eg meg eisini helst eftir at fáa stóru perspektivini fram, so tað passar mær fínt, sigur Livar, og leggur afturat, at hetta avgjørt er ein teknikkur hann kundið hugsað sær at ment meir.
Ein ørgrynna av møguleikum
Myndevnini hjá Livari eru fyri tað mesta við íblástri úr náttúruni. Onkrar einstakar myndir eru av ávísum støðum, men hetta er mest sum av tilvild. Honum dámar best at hava fríar ræsur, har hann kann fara har hann vil við myndini, uttan at áskoðarin fær hug at meta um, hvussu væl hon nú líkist.
- Eg máli ikki ávís støð og takið heldur ikki bundnar uppgávur, tí tað ber ov nógv brá av at vera eftirlíkning. Ikki tí, slíkir málingar vísa ofta dygdargott handverk, men tað er ikki júst tað handverksliga, eg leggi meg eftir. Tá er ov lítið pláss fyri tí listarliga, sigur Livar.
Livar hevur málað í nógv ár, og málingarnir hjá honum eru alsamt meir eftirspurdir. Sjálvur kundi hann hugasð sær at brúkt nógv meir tíð uppá málingina og at royna seg fram á ymsar hættir. Eisini kundi hann hugsað sær at havt møguleika til at mála heilt stórar málningar, men sum er, loyva umstøðurnar tí ikki rættiliga.
- Tað verður kanska einaferð. Tað liggja framvegis ein ørgrynna av ótroyttum møguleikum í teimum minnu málingunum, so eg verði ikki liðugur at royna meg fram í bræði, sigur Livar Nysted.
Framsýningin á Norðoya Kunningarstovu verður opin nakað inn í oktober mánað.