Seinasti valsurin

Tað var ein sorgblíð løta hjá John Petersen ? og fyri føroyskan fótbólt ? tá hann sum seinasti maðurin fór av grasinum á Landsdowne Road mikukvøldið

Farvæl

Dublin, Írland: Hann tóktist eitt sindur hugmóður tá dysturin í Dublin var av. John Petersen hevði undan dystinum boðað frá, at hetta var seinasta ferðin, at hann fór at vera á føroyska fótbóltslandsliðnum, so farvæl?ið til áskoðararnar eftir dystin mundi helst eisini vera nakað tungt. Sum seinasti maður stóð hann við hondunum í loft fyri føroysku fjøldini á Landsdowne Road, og tá hann skuldi fara í skiftirúmið, varð bíðað eina løtu við síðulinjuna. Líka sum vildi hann fyri eina seinastu ferð kenna rákan av altjóða fótbóltinum, áðrenn gaggurnar vórðu settar á gólvið í skiftirúminum.

Hugaligari eftir steðgin
Eftir dystin fingu vit orðið á John, og tó at kenslan sjálvandi hevði verið serlig, so var hann fegin um, at hann soleiðis fekk sagt farvæl á ein ordiligan hátt.
- Tað eri eg glaður um. Eg haldi ikki, at løtan var so tung at koma ígjøgnum, men eg steðgaði so líka við síðulinjuna eina løtu fyri at staðfesta, at hetta var tað.
Eins og restin av liðfeløgunum, so ásannaði John, at talan hevði verið um eina sera tunga uppgávu hjá føroyska liðnum. Ikki minst í fyrra hálvleiki, har okkara eisini tóktust hava stórar trupulleikar av hála vøllinum, sum í tímunum upp til dystin hevði verið undirdíktur í vatni.
- Sjálvur hevði eg langar dobbar undir skónum, men tað var kortini trupult at standa rætt. Somu trupulleikar høvdu fleiri av hinum á liðnum eisini, og tað kann vera, at tað var nógva vætan, sum gjørdi tað. Tað hevði annars regnað um morgunin, so tað skuldi ikki verið neyðugt at vatnað vøllin so nógv, men tað varð so kortini gjørt, helt hann.
- Og so lógu vit eisini alt ov langt frá teimum. Vit komu ikki í krovið hjá teimum, og tí fáa teir alt ov lætt spæl. Tann parturin eydnaðist betri eftir steðgin, og tó at vit ikki fingu teir stóru møguleikarnar, so var tað meira hugaligt at spæla hesi trý korterini.
Tað sá eina løtu út til, at John sjálvur ætlaði sær landsliðstroyggjuna við 10-talinum, tí hann skifti ikki um við nakran av írsku leikarunum á vøllinum. Hetta varð tó gjørt í skiftirúminum, tá hann fekk troyggjuna á John O?Shea úr Manchester United. John er sjálvur íðin United-viðhaldsmaður, og tá tað nú ikki kundi verða Roy Keane, sum hann annars hevði ætlað, so mátti talan gerast um onkran annan úr felagnum, helt John.

Frí fyri árið
Sjálvur fer John niður í næstum, og fyribils hevur hann so slettis ikki gjørt av, hvørt hann fer at spæla fótbólt.
- Í ár farið eg so ikki at spæla. Eg skal fyrst koma upp á pláss, og so fái eg at síggja, hvussu verður við fótbóltinum næsta ár, sigur John, sum heldur ikki vil siga nakað um, á hvørjum støði hann tá møguliga ætlar at royna seg.