Fíggjarævintýr
Tað var ikki hvør sum helst, ið Vinnuhúsið hevði fingið at halda fyrilestur á vinnudegnum í farnu viku. Sum nevndarformaður í íslendska Landsbankanum, er Björgolfur Guðmundsson ein av teimum, sum hevur staðið handan metstkjóta vøksturin í íslendska fíggjarheiminum. Og við stórum peningaligum áhugamálum í fleiri av størstu fyritøkunum í Íslandi, er hann eisini ein av teimum, sum situr við veruliga valdinum í grannatjóð okkara.
Tað líkist eisini eini sannari ímynd av íslendska dreyminum. Maðurin, sum fyri 14 árum síðani var ein falleraður vinnulívsmaður. Ein maður, sum at kalla varð mettur sum ein paria í íslendskum vinnulívi, og sum júst var dømdur eitt ára fongsul fyri fíggjarsvik. Í dag er hann næst ríkasti maðurin í landinum. Ein støða, sum bara verður tikin av soni hansara, Björgolfi, sum var fyrsti dollar-milliarderurin í Íslandi, og sum altso verður mettur sum ríkasti maðurin í landinum.
Tað valdar lítil ivi um, at nýggju íslendsku fíggjarrisarnir, eru menn, sum eru staddir ytst á høgraveinginum. Nakað sum giftan hjá eldra Björgólfi eisini ber boð um. Kona hansara, Þóra Hallgrímsson, var undan hesum gift við einum amerikumanni, sum nevndir George Lincoln Rockwell, og er hetta maðurin, sum var við til at stovan amerikanska nazistaflokkin.
Russiskur bryggjarí-risi
Men tað eru fleiri, sum hava hug at seta spurnartekin við, hvussu alt hetta ríkidømi er fingið til vega.
Søgan byrjaði sum so, tá Björgolfur í 80unum stovnaði Hafskip, sum av álvara skuldi taka upp kappingina við almenna Eimskip, sum sat á mest sum øllum íslendska vinnulívinum. Ætlanirnar vóru stórar, men tær kollsigdlu fullkomuliga, og í fallinum var tað um reppið, at íslendski fiskaríbankin eisini varð tikin við. Hetta tí villeiðandi roknskaparupplýsingar høvdu havt eina ovurmeting av kreditt-virðinum hjá Hafskip við sær. Í kjalarvørrinum á hesum fylgdi eitt seks ára langt rættarmál, har ákærurnar upprunaliga vóru 450 í tali, men har Björgólfur at enda varð dømdur fyri fimm brot á partafelagslógina.
Av nógvum varð hann eftir hetta mettir sum eitt útskot í vinnulívshøpi, og í íslandi var eingin, sum hevði hug at fíggja eitt nýtt ævintýr, tá hann aftur hevði hug at royna seg. Og tí varð neyðugt at finna aðrar útvegir. Saman við soninum og samstarvsfelaga teirra, Magnus Thorsteinsson, keyptu teir eitt íslendskt sodavatnstapparí. Tað skuldi tó ikki vera í íslandi, at hetta kom til sín rætt, men ístaðin vórðu framleiðslutólini í 1993 flutt til Skt. Pætursborg í Russlandi.
Her fóru teir undir framleiðslu av sonevndu mix-drinksunum við sodavatni og spiritus, og tó teir vóru partur í einum langdrignum rættarmáli viðvíkjandi keypinum av bryggjarínum, so gingu bæði framleiðsla og søla við fullari ferð. Somikið væl gekst, at teir eftir fáum árum kundu selja sodavatnsframleiðsluna til Pepsi, fyri síðani sjálvir at flyta seg yvir á ølmarknaðin.
Her stovnaðu teir Bravo International, og eftir bara fáum árum høvdu teir ein marknaðarpart í lokala økinum upp á 17%, eins og parturin á marknaðarparturin í Moskva var 7%. Árliga framleiðslan í 2001 var 2,5 mió hektolitrar, og talið var farið at nærkast 4 mió, tá Heineken í 2002 beyð teimum $400.000.000 fyri fyritøkuna. Eitt keyp, sum Heineken segði seg hava valt fram um onnur, tí teir her høvdu eina fyritøku, sum ikki var merkt av korrputión, eins og so nógvar aðrar russiskar fyritøkur vóru tað.
Og síðani er kavabólturin bara vaksin í vavi, so hvørt sum alt hevur rulla tann vegin, sum íslendski milliarderurin hevur viljað tað. Uppkeyp av heilvágs- og telefyritøkum í eitt nú Finnlandi og Bulgaria, hava økt munandi um fíggjaraktivini, soleiðis at hann eftir fáum árum stóð sum fyrsti dollar-milliarderurin í landinum.
Løgin kapping
Men tað tykjast tó ikki vera øll, sum eru heilt so samd í, at dugnalig virkisleiðsla, og ein heppin hond við sodavatni og øli eru einastu orsøkirnar til mest sum óhoyrda fíggjarliga vøksturin, sum Björgolfarnir báðir høvdu.
Ian Griffiths, tíðindamaður á the Guardian, varð í 2005 heiðraður sum besti vinnulívs-tíðindamaðurin í Bretlandi, og hann tykist sannførdur um, at talan ikki bara er um dugnasemi.
- Íslendingarnir gjørdu ikki bara íløgur í Russlandi. Teir gjørdu íløgdur í býnum, sum verður roknaður sum høvuðsstøðin hjá russisku mafiuni. Og teir gjørdu tað í bryggjarí-vinnuni, sum verður verður mett sum yndis-vinnan hjá somu mafiu, sigur Griffiths.
Hann vísir eisini á, at tað er merkisvert, at tríggir nýbyrjarar úr Íslandi skuldu standa so sterkir í ikki bara hørðu, men beinleiðis lívshættisligu kappingini á marknaðinum. Soleiðis varð ein kappingarneyti funnin deyður í íbúð síni. Myrdur í køkinum á fimtu hædd! Ein annar møtti einum sonnum kúluregni, tá hann trein út úr Mercedes-bili sínum, og hjá einum triðja kappingarneyta brendi bryggjaríið í grund. At síggja til eftir eitt óhapp.
Og meðan hetta hendi, var Bravo-International brádliga eitt av stóru bryggjaríunum í landinum!
Uppreisn í Íslandi
Og við pengum í lummanum kundu menninir nú fara aftur til Íslands, har navnið á pápanum skuldi reinsast. Og tað varð eisini gjørt við manér.
Umvegis Samson Holding, sum yngri Bjørgfinnur og Magnus Thorsteinsson høvdu valdið á, varð Landsbankin keyptur. Eitt keyp, sum fekk ikki sørt av mótmælum við sær á vegnum, tá Bjørgfinnur eldri var ein av atvoldunum til, at ein bankabjarginv av Fiskaríbankanum varð neyðug í síni tíð. Og at hesin nú eisini varð settur í sessin sum nevndarformaður, kundi einamest síggjast sum eitt tekin um, at hann ikki bara var aftur. Hann hevði fingið hevnd, og hann hevði prógvað, at dugur var í. Eisini hóast politiskt rok stóðst av handlinum, sum av fleiri andstøðutinglimum varð skýrdur sum eitt dømi um, hvussu politiskar vinartænastur vórðu veittar, nú almennu ognirnar skuldu avhendast.
Men ævintýrið endaði ikki bara við hesum. Miseydnaða kappingin við Eimskip var í síni tíð høvuðsatvoldin til trupulleikarnar hjá eldra Björgolfi, og her keyptu teir tríggir 40% av partapeninginum, áðrenn teir umskipðu felagið í fleiri smærri eindir. Umvegis Landsbankan keyptu teir eisini 25% av íløgufelagnum, Burderas, sum yngri Björgolfur átti. Gaman í eru eisini 17.000 aðrir íleggjarar í Burderas, men tað eru framvegis teir tríggir, sum hava valdið í felagnum, og umvegis hetta hava teir eisini keypt seg inn í hópin av øðrum fyritøkum. Eisini fyritøkum, har Landsbankin hevur beinleiðis áhugamál, og hetta er nakað, sum seinastu tíðina hevur verið atvold til ótta.
Í mun til flestu av grannalondum okkara, so er einki mark fyri, hvussu íslendskir fíggjarstovnar kunnu vera bæði lánveitarar og eigarar av fyritøkum. Hetta hevur fingið íslendska fíggjareftirlitið at taka gula kortið úr lummanum, tí tey meta vandan fyri ovurupphiting av búskapinum vera ov stóran. Og ikki minst, so kunnu slíkar konstruktiónir, har bankin og vinnulívið eru ov nær tengd, bresta sum sápublørur, um eitt veruligt hóttafall kemur. Ávaringar um tað sama hava eisini verið frammi í eitt nú Týsklandi og Japan, har kross-eigaraskapur millum bankar og vinnulív ikki hevur nakrar forðingar.
Russiskir pengar
Spurnartekini um fíggjarligu himmalsferðina hjá teimum trimum monnunum handan Burderas, eru tó ikki sterkastu ákærurnar, sum Ian Griffiths kemur við.
Hóast hann í grein síni ikki gevur nakra greiða staðfesting, so sigur hann harðari enn spakuligt, at íslendska ævintýrið í veruleikanum er fíggjað við russikum mafia-pengum, heldur enn vøkstri og liberaliseringum.
Eitt ævintýr, sum hevur ført íslendskar íleggjarar við sjey-míla ferð inn á størstu europeisku marknaðirnar. Og sum til dømis hevur gjørt tað møguligt at gera eina roynd at yvirtaka risa-stóru Marks & Spencer handilsketuna, sum einsamøll hevur ein eins stóran umsetning, sum alt tað íslendska samfelagið.
Tað hevur eins og hjá the Independent givið illgruna um, at russiskir oligoarkar, so sum Roman Abramovich og aðrir, snøgt sagt nýta Ísland sum eina millumstøð, tá milliaraupphæddir teirra skulu nýtast til at fáa valdið á stórum europeiskum fyritøkum. Ført verður eisini fram, at Reykjavík við strategisku plasering síni mitt millum Moskva og New York er tann perfekta millumstøðin í so máta.
Sjálvur tykist Griffiths tó í størri mun at fylgja pengaslóðini heldur enn teirri geografisku. Hann vísir á, at seinastu trý árini hevur ein stórur peningastreymur verið til íslendska virðisbrævamarknaðin úr londum sum Guernsey og Luksemburg. Av Guernsey vórðu at kalla ongar íslendskar íløgur framdar fram til 2001, men í 2003 var hetta talið komið upp á 1 mia kr. Og úr Luksemburg er peningastreymurin um sama mundi øktur úr 400 mió kr. upp í 2,3 mia kr. í fjør. Nakað sum ger íleggjarar í Luksemburg til størstu útlendsku íleggjararnar í Íslandi.
Tað hevur gjørt tað møguligt hjá íslendskum fyritøkum av venda eini niðurgongd í 2002 til ein metstóran vøkstur, sum siðani miðskeiðis í 2002 hevur verið 300%!
Hvar liggur sannleikin?
Men hetta eru sum sagt gitingar, tó at keldurnar til hesar tykjast rættiliga vælgrundaðar.
Í Íslandi hevur tað einamest verið Støð2, sum hevur viðgjørt málið, men enn eru so eingi prógv av nøkrum slag funnin fyri hesum.
Og sambært fíggjarserfrøðinginum, Larus Welding, sum starvast hjá Landsbankanum, eru heilt aðrar orsøkir til íslendska ævintýrið:
Íslendska pensiónsskipanin hevur gjørt, at tørvurin á íløgum er størri enn tað, sum kann nøktast í Íslandi.
Íslendski virðisbrævamarknaðurin, ICEX, hevur havt sera stóra framgongd - 60% í fjør - og tað hevur drigið veldugar útlendskar íløgur til landið.
Íslendingar hava havt ein væl skipaðan fiskiskap, sum hevur givið eitt veldugt ríkidømi.
Og loksins, so sigur hann, at íslendingum dámar at takast við teir stóru. Og tí verða nógvar íløgur gjørdar í eitt nú Bretlandi.
Sjálvir leggja Björgólfarnir báðir ikki so nógv í at gera viðmerkingar, men onkur er tó follin kortini.
- Stóri vøksturin í Íslandi hevur gjørt okkum varugar við avmarkingarnar, sum liggja á heimamarknaðinum, og tí hava vit hugt uttanlands. Og við ungum væl útbúnum starvsfólkum, sum hava evnini til at hugsa bæði øðrvísi og meira kreativt, hava vit í nógvar mátar brotið úr nýggjum, sigur tann eldri teirra.
Og sonurin staðfestir, at talan bert er um at gera skilagóðar íløgur.
- Eg dugi væl at finna fyritøkur, sum eru undirmettar, og sum kunnu mennast. Og eg haldi meg hava ein góðan eginleika at finna dugnalig fólk at stýra hesar fyri meg, sigur hann.
Er hetta esinasta rætt, so er einki at ivast í, at talan er um eitt fíggjarligt flogvit av teimum heilt stóru. Men hinvegin eru so eisini tey, sum halda at talan er um aðrar kreftir, sum standa handan brádliga vøksturin. Ikki bara hjá Burderas-bólkinum, men hjá samlaða íslendska íløgu-ævintýrinum.
Keldur: the Guardian, Berlingske Tidende, the Independant, MobileMonday.net, Morgunblaðið










