Húsavík: Salong Marna stendur á skeltinum uttanfyri hesi húsini í sunnara parti av bygdini.
Her er veruliga ein salong, tí seinastu 17 árini hava húsavíkingar og fólk í oynni havt møguleika at gera sær hárið hjá Marnu í Húsavík.
Hetta er ein ljós salong við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka hóast hon er í lítlari bygd. Her er einki við, at bara lata alt standa til: Í einum horni stendur ein telda, sum alla tíðina skiftir myndir við tí nýggjasta hármótanum úr útheimi.
Marna er sjálv í ferð við at gera hárið á eini kvinnu, tá vit vitja inn á gólvið henda týsdagin í farnu viku.
Og her fær hon gjørt hárið, júst soleiðis sum hon ynskir tað: Assymetriska klipping og eina lítla liting.
Vanliga hevur Marna eisini lærlingar, men teir vóru á skúla í Havn henda dagin, vit vitjaðu í Húsavík.
Byrjaði í køkinum
Salong Marna byrjaði í roynd og veru í køkinum hjá Marnu.
Eftir at verða flutt suður til Húsavíkar byrjaði hon í smáum at klippa fólki í køkinum hjá sær sjálvari.
Hetta við klippingini vant bara meiri og meiri uppá seg. Tað fór so líðandi at gerast eitt sindur møtimikið, at alt hetta skuldi fara fram inni í hesum so týdningarmikla rúminum í einum heimi.
Hon avgjørdi tí at gera sær egna salong, sum lat upp í 1988 í kjallaranum. Og tað vísti seg, at fólk tóku væl undir við hesi salongini.
Salongin er opin hvønn yrkadag, uttan hósdag, tí tá er Marna til arbeiðis á Argjum, í Salong Bylgjuni, sum hon átti áðrenn.
út frá hesum ymisku arbeiðsstøðum sínum dugir hon tí eisini at síggja ein ávísan mun á kundunum á Sandoynni og teimum á Argjum.
- Her suðuri er mítt arbeiði meiri at kalla eitt sesong-arbeiði. Eg kann hava sera nógv at gera eina tíð, og so kann tað minka niður í nærum einki aftaná.
- Tað er tó serliga uppundir høgtíðir at mest er at gera, sigur Marna.
Barnagrátur og klipp
Hóast nógvar salongir eru í Havn, so er kortini neyðugt at biðja um tíð har frammanundan, um tú skalt vera vís ella vísur í at fáa hárið gjørt ella klipt ein ávísan dag.
Hjá Marnu er tað heldur øðrvísi. Her er ikki beinleiðis neyðugt at biðja um tíð. Tað vísir seg ofta, at mammurnar siga bara, at tær nú koma framvið fyri at gera sær hárið.
- Og so kunnu tær spyrja, um eg ikki eisini líka kann klippa einum barni, tá tær nú kortini eru her.
- So her er mangan rokaligt og ljódligt inni, kanst tú ætla: Mamman ger hárið. Okkurt barnið spælir á gólvinum, og eitt annað barn liggur í barnavogni.
- Hetta dámar mær væl, tí hetta er so sera hugnaligt, sigur Marna.
- Sunt at skifta
Húsavík: - Eg komi her av og á. Og her er gott at vera.
Í stólinum henda týsdagin í farnu viku, tá vit vitjaðu Salong Marnu sat Anja Sandoy.
Hon býr á Sandi, har hon í løtuni lesur til pedagog umvegis Alnetið. Men hon skal eisini við millumbilum gera sær hárið.
Í dag verður hárið klipt assymetriskt, eins og tað verður litað.
- Eg eri her av og á. Tað er ikki altíð at eg havi bil, men plagi at koma higar, tá hann er tøkur.
- Eg gangi eisini til hárviðgerð hjá øðrum frisørum. Eg haldi at tað er sunt at skifta, og ikki altíð vera á sama staði, sigur Anja.









