Halgir Winther Poulsen
Eftir at formaður tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, í grein í Sosialinum og Dimmalætting undir yvirskriftini "Tá søgan er følsk, verður framtíðin til fals" hevði sett fram upplýsingar um, hvat føroysku samráðingarmenninir høvdu við sær í skjáttuni til fundin við donsku stjórnina tann 11. september 1992, og lagt afturat, at Schlüter bjargaði okk-um við at taka okkum á bóli (og forerdi okkum undirgrundina), svaraði eg, at hesar upplýsingar vóru rangar, og greiddi í stuttum frá samráðingargongdini í tíðarskeiðinum 1984 til 1992, tá eg tók lut í hesum samráðingum.
Høgni Hoydal hevur síðan svarað í tveimum greinum, onnur við beinleiðis viðmerkingum til tað, sum eg skrivaði, meðan hin er svar til oddagrein í Sosialinum um sama evni. Tá nógv av tí, sum Høgni skrivar, er misvísandi, fari eg enn einaferð at greiða frá, hvat veruliga hendi frá tí, at stjórnin gekk við til at fara undir samráðingar í august 1988 inntil vit í september 1992 fingu ræði á ráevnunum í føroysku undirgrundini.
Grønlendska loysnin
Av tí at Høgni Hoydal, neyvan av tilvild, brúkar heitið grønlendska loysnin um tað, sum Schlüter skuldi hava bjargað okkum undan, er neyðugt heilt stutt at greiða frá fortreytunum fyri og innihaldinum í hesi loysn, sum grønlendingar lótu sær lynda, men sum føroyingar so gott sum einmæltir vístu frá sær frá fyrsta degi.
Tá grønlendingar fyrst í sjeytiárunum samtyktu at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um eina heimastýrisskipan, segði grønlendska landsráðið m.a. hetta um ráevni í undirgrundini: "Med hensyn til råstoffer i undergrunden er udvalget af den opfattelse, at dette sagsområde er af så stor og afgørende betydning for et kommende grønlandsk hjemmestyre, at flertallet finder det naturligt at anse det for et særanliggende". Tað gekk sum kunnugt øðrvísi hjá grønlendingum. Tá heimastýriskommisiónin varð skipað var tað við fimm landsráðslimum og níggju fólkatingslimum, meðan formaðurin var danskur professari í altjóðarætti. M.a. við stuðli frá einum øðrum donskum professara í altjóða rætti, sum var reiðiliga nógv frammi í føroyskum miðlum herfyri, eydnaðist at sannføra meirilutan í kommisiónini um, at tað ikki bar til hjá grønlendska heimastýrinum at fáa ræði á møguligum ráevnum í grønlendsku undirgrundini. Hetta skuldi vera í stríð við "statens højhedsret", "rigsfællesskabet" o.a.m. Ja, enntá altjóðarætt, serliga ST-samningin frá 1966 um mannarættindi, ið annars var ætlaður at verja veikar bólkar sum grønlendingar, brúkti hesin góði professari ímóti grønlendingum í teirra undirgrundarmáli.
Úrslitið gjørdist ráevnislógin fyri Grønland, ið ásetir, at tað krevst avtala millum landsstýrið og stjórnina til allar týðandi avgerðir um leiting og útvinning av ráevnum, og at landstingið kann áleggja landsstýrinum ikki at gera sovorðna avtalu við stjórnina. Hendan skipan verður vanliga nevnd "dupult veto". Báðir partar kunnu sostatt forða fyri, at nakað hendir. Ein felags fyrisiting hevur tilfeingisumsitingina í hondum. Harafturat eru reglur í lógini um býti av inntøkunum millum Grønland og Danmark, tó ikki fyrr enn útreiðslurnar hjá statinum sambært fíggjarlógarjáttanum viðvíkjandi Grønlandi eru mótroknaðar. Inntøkubýtið er seinni broytt, soleiðis at inntøkur upp til 500 mió. kr. um árið verða býttar í helvt. Verða inntøkurnar meira enn tað, skal samráðast um býtið.
Hetta er í stuttum "grønlendska loysnin", sum Høgni Hoydal leggur føroysku samráðingarmenninar undir at hava havt í skjáttuni tann 11. september 1992, men sum flestøll, ið hava kunnleika til málið, vita, at føroyingar av góðum grundum ikki vildu hava, hóast hon, ella líknandi loysn, stóð teimum í boði frá fyrsta degi.
Fortreytirnar fyri føroysku loysnini
Fortreytirnar fyri føroysku loysnini vóru bæði rættarligar og politiskar. Tíðin var bæði við og ímóti, tá ráddi um at vinna sømdir fyri føroysku krøvunum.
At málsøkið "ráevni í undirgrundini" kom við sum B-mál í heimastýrislógini var óivað fyrst og fremst orsakað av kolinum í Suðuroy, sum hevði havt stóran týdning undir krígnum. Eingin hugsaði tá um møguliga olju í føroysku undirgrundini. Forarbeiðini til heimastýrislógina benda á, at tað ikki vóru danir, men limir í føroysku samráðingarnevndini, sum kravdu, at hetta málsøkið ikki skuldi vera A-, men B-mál. Longu í 1948 samtykti løgtingið, at samráðingar skuldu takast upp við stjórnina um yvirtøku, men tað sær ikki út til, at nakað veruligt hendi í málinum í fleiri ár.
Í 1975 samtykti løgtingið av nýggjum "at málsøkið undirgrund Føroya og havbotnurin verður yvirtikið sum føroyskt sermál". Fyri atkvøddu allir flokkar uttan sambandsflokkurin. Í 1982 var málið aftur reist á tingi, og tá varð soljóðandi samtykt gjørd, aftur hesaferð við undirtøku av øllum flokkum uttan sambandsflokkinum: "Føroya løgting heldur fast við samtyktina frá 17. apríl 1975: Føroya løgting samtykkir, at málsøkið undirgrund Føroya og havbotnur verða yvirtikin sum sermál". Undir tingviðgerðini í 1982 kom fram, at samráðingar høvdu verið, og at uppskot til kommisorium fyri eina samráðingarnevnd var latið donsku stjórnini, sum ikki hevði svarað. Sambært hesum uppskoti skuldi ein nevnd setast, sum m.a. skuldi "undersøge og udarbejde forslag til en færøsk råstofordning baseret på ligestillingsprincippet, men inden for disse rammer med videst mulig hensyntagen til færøske interesser..". Hetta var ikki júst í samsvari við løgtingssamtyktina frá 1975, so tað var ikki løgið, at løgtingið ikki tók undir við tí.
Vit lógu tó sjóvarfallið av okkum við ikki at gera nakað veruligt við kravið um yvirtøku fyrrenn í 1975, tá støðan var tann, at tvær álvarsligar forðingar vóru komnar í vegin. Í 1973 var tann fyrsta oljukreppan, og trygg atgongd til orku lá øllum stjørnum frammaliga í huga. Samstundis var mótið fyri oljuvánum flutt so langt til havs og so langt norðureftir, at tað ikki longur var óhugsandi, at olja kundi finnast á føroyskum øki, ikki minst um tað fór at eydnast at fáa eitt gott úrslit av samráðingunum við Bretland um landgrunsmarkið.
Tað, sum kanska tá var uppaftur verri fyri føroysku støðuna mótvegis donsku stjórnini, var, at grønlendingar vóru farnir at seta krøv um rættindi til teirra ráevni í sambandi við ynski um eina heimastýrisskipan. Hetta hendi eisini í 1973, og tann 18. februar 1975, júst tveir mánaðir undan løgtingssamtyktini frá 17. apríl sama ár, kom eitt uppskot til samráðingargrundarlag frá grønlendska landsráðnum, har kravt varð, at ráevni í undirgrundini skuldu verða sermál. Her var nakað at stríðast um, tí hóast olja ikki mundi liggja frammaliga í huganum, vóru nógv virðismikil ráevni í grønlendsku undirgrundini, eitt nú kryolit, sum longu varð útvunnið.
Tað búðu sostatt fleiri sterkar ráevnispolitiskar grundir undir, at danska stjórnin sýtti fyri at fara í realitetssamráðingar um yvirtøku av málsøkinum ráevni í føroysku undirgrundini og eisini royndi seg við somu grundgevingum móti føroyska kravinum, sum eydnaðist teimum so væl í Grønlandi, nevniliga at "statens højhedsret", "rigsfællesskabet" og seinni eisini "almindeligt anerkendte retsprincipper" skuldu vera til hindurs fyri einari yvirtøku.
Sum kunnugt eydnaðist hetta ikki, og tann 11. september 1992 varð semja fingin um yvirtøkuna.
Alment kend viðurskifti?
At Høgna Hoydal ikki dámar heimastýrislógina er eyðsæð, og annað hevði
eisini verið løgið fyri formann Tjóðveldisfloksins. Men máti skal vera við, og tá hann nýtir undirgrundarmálið sum skúladømi um alt tað illa í heimastýrislógini, haldi eg, at hann ger ovmikið av. Tað tykist eisini løgið, at júst eitt B-mál sum ráevni í undirgrundini ferð eftir ferð verður drigið fram til at lýsa hesa lóg sum heild. Meginparturin av málunum, ið kundu yvirtakast eru jú A-mál, ið til ber at yvirtaka uttan stórvegis hóvasták. Tey fáu B-málini vórðu júst "parkerað" í 1948 og goymd til seinni samráðingar. Og í samráðingarspurningum er júst ikki alt lagt fast frá byrjan.
Høgni Hoydal vísir til, at tað, sum hann segði um grønlendsku loysnina, ikki var annað enn tílíkt, sum hevði verið alment frammi gjøgnum nógv ár, og vísir hann í hesum sambandi til ymiskar blaðgreinir og eina sjónvarpssending. Eg skal stutt tríva í hetta tilfarið.
Í 1996 var undirgrundin í einari blaðgrein hjá Høgna Hoydal skýrd at vera eitt av skúladømunum um frumskógarkendu heimastýrislógina. Av hesum stóðst mikil skriving, har fólk, ið vardu av undirgrundarmálinum og sum royndu at koma við rættleiðingum, av honum vórðu mett at vera naivir idealistar, ið einki høvdu skilt av tí beiska veruleikanum, sum eftir øllum at døma var tann, at danir einans høvdu fjald motiv, tá tað snúði seg um undirgrundina.
So var tað sjónvarpssendingin frá desember 1997 um bankamálið, sum Høgni Hoydal stóð fyri. Hon snúði seg mest um bankamálið, men undirgrundin varð tó ikki gloymd. Eftir at hava ásannað, at einki bendi á nakra stóra og neyva ætlan hjá donsku stjórnini við at lata undirgrundina av hondum, gitir hann kortini, at tað mest sannlíka er, at tað var fyri at føroyingar skuldu hava nakað at handla við, tá fíggjarligu krøvini fóru at koma úr Danmark eftir føroyska húsagangin. Løgin logikkur, má haldast, at kreditor skuldi latið debitorinum einasta aktiv av týdningi í forhond, vitandi um hóttandi húsagangin, fyri at hava nakað at krevja aftur.
Sjálvur haldi eg, og helst fleiri við mær, at tað, sum telur mest fyri okkum føroyingar má vera, at vit høvdu rætt, og at vit eisini umsíðir fingu hendan rætt. Minni umráðandi átti at verið at komið við alskyns (ill)gitingum um, hvat fekk Schlüter til at geva eftir so ruddiliga, sum hann at enda gjørdi. Eg tími ikki at taka lut í hesum gitingum, men eftir at hava umhugsað allan spurningin gjølla, eri eg sannførdur um, at so gott sum samfelda føroyska politiska kravið, og ikki minst tær vælgrundaðu framførslurnar frá føroyskari síðu, hava sannført Schlüter og donsku stjórnina um, at tað slapst ikki undan einari greiðari loysn, skuldi tað vera gjørligt at lata ta fastlæstu støðuna upp, soleiðis at farast kundi undir ráevnisvirksemi á føroyskum øki. Tann óloysta marknatrætan við Bretland hevur óivað eisini havt sín týdning.
Hvat fyrifórst í teimum samráðingum, sum landsstýrið hevði við donsku stjórnina eftir skrædlið í oktober 1992, veit eg ikki, men tann tásitandi stjórnin, ið ikki tyktist føroyingum so vinarliga sinnað sum Schlüter-stjórnin, kom við fleiri krøvum viðvíkjandi undirgrundini. Har sótu jú eisini menn, sum høvdu roynt at forða yvirtøkuni í sínari tíð, eitt nú Poul Nyrup Rasmussen og Poul Nielson. Samanumtikið kann tó sigast, at okkara ræði á økinum kom óskalað gjøgnum hesi truplu ár.
Um hendingarnar á heysti 1992 verður víst til eina samrøðu í Sosialinum tann 6. mars 1998 við Atla Dam um, hvussu hart stóð á í undirgrundarmálinum, orsakað av obstruktión frá danska javnaðarflokkinum móti avtaluni frá 11. september 1992. Í hesum sambandi má fyrst verða sligið fast, at Schlüter á fundinum tann 11. september 1992 undirstrikaði, at tann avtala, ið her var gjørd, var ein avtala millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, og at avtalan ikki skuldi leggjast fyri fólkatingið til góðkenningar. Hann fór tó "for god ordens skyld" at kunna politisku flokkarnar í Danmark um avtaluna. Eg visti, at donsku javnaðarmenninir vóru í øðini, men grunaði ikki, at hendan øði vardi líka til í desember 1992. At hetta politiska trýst ikki megnaði at vika avtaluna, er væl saktans bert eitt prógv um, at stjórnin stóð við sítt orð.
Harnæst er tað skrivingin í Sosialinum upp undir fólkatingsvalið í 2001. Hendan søgan er í stuttum tann, at Høgni Hoydal, sum tá var varaløgmaður, í einari vallýsing førdi fram, at danska stjórnin framvegis ikki viðurkendi, at føroyska tjóðin hevði ognarrætt til oljuna, og at eitt eljustríð tí stóð fyri framman um ognarrættin til hetta ríkidømið. Tað fanst bert ein máti at sleppa undan hesum stríði, og tað var at taka við skeytinum til okkara land og gerast sjálvstøðugt fullveldisríki.
Hetta hendi júst sum eitt av oljufeløgunum hevði rakt við olju, og áhugin var tí stórur millum altjóða oljufeløgini, sum longu tá høvdu gjørt stórar íløgur í leiting á føroyskum øki við grundarlagi í loyvum frá Føroya landsstýri. Tað vóru mætari menn enn eg, ið hildu hetta vera ábyrgdarleys tala av landsins næsthægsta manni, m.a. táverandi løgmaður og aðalstjórin í oljumálaráðnum. Í hesum sambandi má havast í huga, at eitt høvuðskrav hjá altjóða oljufeløgum, ið standa fyri milliardaíløgum í oljuleiting, er, at politisku viðurskiftini í viðkomandi londum eru støðug álítandi, og at tey myndugleikaloyvi, ið eru grundarlagið undir hesum íløgum, eru álítandi.
Grønlendska loysnin og føroyska kravið
Meðan grønlendingar sum greitt frá omanfyri endaðu við einari loysn, har teir hvørki fingu avgerðarrættin ella inntøkurnar yvir sínum ráevnum, var føroyska kravið alla tíðina júst tað øvugta: Føroyar skuldu hava bæði avgerðarrætt og møguligar inntøkur. Hetta var eisini arbeiðssetningurin hjá teimum nevndum, ið landsstýrið setti at arbeiða fyri, at føroysku krøvini vunnu frama. Tað kann vera vert at minna á, at tá landsstýrið í desember 1987 setti eina kanningarnevnd at fyrireika kravið um samráðingar við donsku stjórnina, var tað við hesum arbeiðssetningi: "... at koma við uppskoti til eina samarbeiðsavtalu millum landsstýrið og ríkisstýrið um fyrisitingina av undirgrundini, og sum gevur Føroyum endaliga avgerðarrættin til møguliga útvinning av ráevnum úr føroysku undirgrundini, soleiðis at málsøkið "ráevni í undirgrundini" eftir avtalu við ríkisstýrið gerst sermál". Hetta var alla tíðina botnlinjan hjá føroysku samráðingarfólkunum.
"Hvíta álitið" broytir sjálvandi einki í hesum. Hetta álitið var, eins og tað reyða og bláa álitið, ein partur av fyrireikingunum til samráðingar við donsku stjórnina. Av tí, at stjórnin ongatíð var komin við nøkrum ítøkiligum krøvum í sambandi við eina møguliga yvirtøku av hesum B-málinum, men bert sýtt fyri samráðingum uttan haldgóðar grundgevingar, helt nevndin tað vera beinast ikki at koma við nøkrum beinleiðis uppskoti til avtalu soleiðis sum arbeiðssetningurin legði upp til, men heldur royna at greina hvørji høvuðsáhugamálini hjá báðum pørtum máttu haldast at vera, og viðgera nakrar høvuðsspurningar, ið komandi samráðingar kundu haldast at fara at snúgva seg um.
Í hesum sambandi má verða mint á, at Hvíta álitið var hugsað sum eitt slag av samráðingarhandbók hjá landsstýrinum, og varð tí hildið strangliga loyniligt, og kom ikki alment fram, fyrren samráðingarnar vóru loknar og avtalan gjørd. Eisini hetta álitið byggir á tað ófrávíkiliga kravið, at málið varð yvirtikið sum sermál, og at avgerðarrætturin tí skuldi liggja í Føroyum. Hinvegin var eyðsæð, at danska stjórnin kundi seta krøv, tá tað snúði seg um eitt B-mál. Høvuðsendamálið við Hvíta álitinum var júst ein roynd at lýsa, hvørjum krøvum roknast kundi við, og í hvønn mun tílík krøv kanska kundu verða góðtikin uttan at føroysk áhugamál vórðu skadd.
Samanumtikið kann einki av tí, ið Høgni Hoydal vísir til sum "alment kent", takast til inntøku fyri, at tað landsstýrið, ið førdi samráðingarnar um undirgrundina, nakrantíð umhugsaði eina grønlendska loysn ella gav donsku stjórnini minsta varhuga av, at ein tílík loysn kundi góðtakast.
Tann 11. september 1992 enn einaferð
So eru vit aftur við spurningin um, hvat var í skjáttuni hjá landsstýrinum tann dagin. Høgni Hoydal sigur ein grønlendsk loysn (við ongum gásareygum!), og hann hevur ikki greitt frá, hvaðan hann hevur hetta páhald.
Hesin fundurin var umbiðin av landsstýrinum fyri at fáa gongd á aftur arbeiðið í embætisbólkinum, ið var fyribils niðurlagt, meðan bíðað varð eftir greiðari politiskum útmeldingum frá stjórnini. Sjálvsagt fóru samráðingarmenninir ikki tómhentir til tílíkan fund. Tað hevði verið óðamannaverk, um ynski var at fáa nakað burturúr. Tilfar var tí fyrireikað til fundin, og av tí at minnið kann vera svikaligt tá frálíður, havi eg gjørt mær tann ómak at leita hetta tilfarið fram. Tað bygdi alt á ta ófrávíkiligu treyt, at málið varð yvirtikið sum sermál, og at føroyskir myndugleikar sostatt fingu bæði lóggávuvaldið og umsitingina. Undir hesum treytum kundi samráðast um ymiskar praktiskar loysnir, ið kundu vera til fyri-munar fyri báðar partar. Tað er nú einaferð soleiðis, at skulu samráðingar millum tveir partar, ið hava ymisk áhugamál, kunna føra til semju, er ofta neyðugt við pragmatiskum ella realpolitiskum loysnum. Annars kann tað lættliga enda við, at tú - um tú heldur um alt - situr eftir við ongum.
Millum hetta tilfarið er eitt skjal, nevnt "Talepunkter", umfatandi tey krøv og sjónarmið, sum løgmaður skuldi føra fram á fundinum. Punkt 5 í hesum skjali er soljóðandi: "Jeg ønsker at gentage, at vores hjemmestyrelov af 1948 klart stiller os stærkere vedrørende en overtagelse end Grønland står i henhold til sin hjemmestyrelov af 1979. Allerede af denne grund er en "Grønlands-ordning" uacceptabel for os, både juridisk og politisk".
Hetta var tað, ið løgmaður hevði í skjáttuni. Eg hugsi ikki, at tað kundi verið sagt stórt greiðari.
Um at sitera
Høgni Hoydal lastar meg fyri, at eg bert havi siterað eitt brot av grein hansara, og enntá verri ikki havi viðgjørt samanhangin og innihaldið í greinini. Hetta var ikki av tilvild. Eg havi ongan hug til at leggja meg útí eitt politiskt stríð millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Tað, sum fekk meg at gera viðmerkingar til greinina hjá Høgna Hoydal, var tann einfaldi veruleikin, at eg visti, hvat gekk fyri seg á umrødda fundi, og at tað, sum hann skrivaði, var beinleiðis í stríð við veruleikan.
Eg skal tó gera nakrar viðmerkingar til tann partin av grein hansara, sum viðvíkti undirgrundini, og sum eg ikki nevndi í fyrra umfari.
At Tjóðveldisflokkurin hevur hildið fast við síni mál og okkara rættindi, so at vit ikki fara av kós móti einum sjálvstøðugum landi, ivist eg onga løtu í. Eg dugi bara illa at síggja, at flokkurin hevði nakran øðrvísi leiklut í undirgrundarmálinum enn at standa saman við hinum flokkunum, ið vildu hava yvirtøkuna framda. Hetta var eisini ein sterk støða. Tó eigur at verða nevnt, at Finnbogi Ísakson, ið sum landsstýrismaður hevði undirgrundarmálið um hendur, tá dansk-føroyska embætismannanevndin skuldi setast, helt fast um, at landsstýrið skuldi eiga formannin í nevndini. Hóast hetta, saman við ósemjuni um orðing av arbeiðssetninginum, seinkaði samráðingunum í drúgva tí, var tað uttan iva ein skilagóð støða.
At yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini á nakran hátt skal hava við sær, at vit fara av kósini móti einum sjálvstøðugum landi, man vera heldur torført at skilja fyri fólk flest. Tað finnast óivað fleiri, ið halda, at verður olja funnin til munar í føroysku undirgrundini, fer tað óivað at skunda undir hesa gongdina.
So er tað tann gamla plátan um vantandi ognarrætt til undirgrundina, og at vit bert "hava yvirtikið umsitingina av ráevnum í undirgrundini". Hertil er í stuttum at viðmerkja, at vit hava ognarrættin til øll tey ráevni, ið kanska eru at finna í føroysku undirgrundini.
Hesin ognarrættur er staðfestur í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi. Grein 1 ásetir, hvørji ráevni lógin fevnir um, og í grein 3 er ásett, at "Kolvetni, nevnd eru í § 1 hoyra Føroya landi til". Í viðmerkingunum til grein 3 verður sagt, at "Stk. 1 ásetir, at kolvetni er landsins ogn". Hesin landsins ognarrættur verður handhevjaður á tann hátt, at tað eru løgting og landsstýri, ið skulu góðkenna alt ráevnisvirksemi og veita øll leitingar- og útvinningarloyvi á føroyskum land- og sjóøki, undir treytum, ið løgting og landsstýri leggja við.
Ognarrættur landsins til ráevnistilfeingið er sera týdningarmikil, tá hugsað verður um møguleikarnar fyri at vekja áhuga hjá altjóða oljufeløgum at gera tær risaíløgur, ið leiting eftir olju á so torførum øki sum tí føroyska, krevur. Tað er nevniliga hesin ognarrættur, ið heimilar landsstýrinum at geva loyvi við einkarrætti til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Sum nevnt í viðmerkingunum til grein 3 og 6 í kolvetnislógini ber tílíkur einkarrættur vanliga við sær, at loyvishavin gerst eigari av møguligum kolvetnum framleiddum í loyvisøkinum. Kundu feløgini ikki fingið tílíkan ognarrætt til útvunnin kolvetni, hevði áhugin at gera neyðugu íløgurnar uttan iva minkað munandi.
Mær vitandi hava hvørki danskir myndugleikar ella tey altjóða feløg, ið hava brúkt hundraðtals miljónir til oljuvirksemi í Føroyum og sum nú standa frammanfyri enn størri íløgum, sett minsta spurnartekin við hendan ognarrætt. Sum nevnt omanfyri er føroyska loyvisskipanin eins og líknandi skipanir í øðrum londum grundað á ta fyritreyt, at loyvishavarin fær ognarrætt til framleidd kolvetni. At sáa iva um, at loyvisgevarin, Føroya landsstýri, hevur fulla heimild til at veita loyvi, sum geva loyvishavarunum ognarrættin til útvunnin kolvetni, má haldast at vera ábyrgdarleyst.
Nú sigur Høgni Hoydal helst, at hann tosar um ognarrættin til undirgrundina og ikki til ráevnini. Hetta er júst eitt sjónarmið, ið um tað hevði verið fremsta krav føroyinga undir samráðingunum, hevði ført til, at vit enn høvdu sitið og deilst um "højhedsret" og tílík "romantiske begreber", sum Schlüter einaferð tók til, heldur enn at fara eftir tí, sum heimastýrislógin heimilaði okkum, nevniliga ráevnunum. Lat so danir eiga eina tóma undirgrund, tá vit hava vundið oljuna úr henni, væl at merkja um vit ikki til ta tíð hava fingið skeytið.
Hvussu hevur yvirtøkan roynst?
Høgni Hoydal avdúkar, at fleiri føroyskir politikarar óttaðust fyri, at vit ikki høvdu serfrøðina til at kunna umsita økið sjálvi, og at Danmark tískil skuldi fáa ein aktivan leiklut í umsitingini. Sjálvur minnist eg ikki, hvørjir hesir vóru. Tað vóru ikki teir, sum ráddu fyri borgum í Tinganesi um ta tíðina, tá ráevnini vórðu yvirtikin og ein føroyskur oljupolitikkur skuldi fyrireikast og setast í verk. Teir høvdu ikki kálvahjarta, ið hvussu er ikki í undirgrundarmálinum.
Longu í desember 1992, áðrenn yvirtøkuavtalan varð undirskrivað, setti landsstýrið Oljuráðleggingarnevndina, ið fekk til uppgávu at vera landsstýrinum til hjálpar við at gera eina strategi til umsitingar av tilfeinginum í undirgrundini. Nóg mikið var at takast við: Føroyska sjóøkið var púra ókannað sum møguligt oljuøki, og galdandi lóggávan frá 1950 var avoldað. Nevndin lat landsstýrinum álit á jóansøku 1993 við tilmæli um mannagongdir og uppskoti um forkanningarlóg.
Lógin varð samtykt av løgtinginum í oktober sama ár, og longu várið eftir varð loyvi givið til seismiskar kanningar, eftir at tilboð vóru komin frá fleiri altjóða seismikkfeløgum. Samstundis var lítil, men arbeiðssom og dugnalig, oljufyrisiting sett á stovn. Hon gjørdi sítt ýtarsta fyri at røkja føroysku áhugamálini, og hevur eisini dugað væl at gjørt brúk av vitan uttaneftir í samvinnu við feløg og stovnar uttanlands. Nevnt kann vera, at oljufyrisitingin helst man hava verið so gott sum útreiðsluneutral fyri landskassan, tá hugsað verður um tær miljónaupphæddir, ið eru goldnar av útlendsku loyvishavunum í ymiskum gjøldum sambært loyvistreytum og kolvetnisskatti. Hetta man helst vera eitt eindømi í almennari fyrisiting í Føroyum.
Eftir at nútímans kolvetnislóg varð samtykt, endaði fyrsta útbjóðingarumfarið í august 2000 við tí úrsliti, at sjey loyvi vórðu latin fimm samtøkum umboðandi 12 oljufeløg. Annað umfarið var í januar í ár, og vórðu tá latin sjey loyvi til fimm samtøk umboðandi átta feløg.
Gamaní er olja enn ikki funnin í rakstrarverdum nøgdum, men higartil hava altjóða oljufeløgini ikki mist áhugan fyri føroyska økinum, so vónir eru fyri at olja verður funnin í størri nøgdum enn higartil.