Filmur um ung á Oyrasundi: – Tey góvu mær hugin aftur at gera film

Heimildarfilmurin ”Vælkomin Heim”, er endafilmurin hjá Mariu Winther Olsen, sum hon hevur gjørt saman við sínum filmstoymi á Den Danske Filmskole. Í 10 dagar hava tey verið á einum staði í Keypmannahavn, sum flestu føroyingar kenna – Oyrasundsskollegiinum.

Álvur á Kák og Anna Sofía Skoradal, sum vit fylgja í heimildarfilminum Vælkomin Heim eftir Mariu Winther Olsen (Myndir: Sophus Wolf)

Hendan greinin er skrivað í samstarvi við Filmshúsið – Sosialurin 18. juli

 

Hugskotið var ikki fjart frá Mariu, tí sjálv búði hon har sum barn, tá ið pápi hennara las á Danska Filmskúlanum. Maria frávaldi sjálv Oyrasundsskollegiið í sínum ungu árum. Men tá hon var blivin eldri, kendi hon seg klára at búgva har, men tá vísti tað seg, at hon var blivin ov gomul, tí ein kann ikki vera fyltur 30 ár, tá ið flutt verður inn.

 

Tískil fann hon sær ein annan veg inn á kollegiið, sum heimildarfilmurin vísir við høvuðspersónunum Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvi Av Kák, sum eru lesandi og búgva har.

 

– Eg ætlaði ikki at gera hendan heimildarfilmin, men tá ið mín upprunaliga ætlan ikki eydnaðist, sum vanligt er við heimildarfilmum, so tóktiskt tað sum, at eg vaknaði ein dagin og hugsaði, at Oyrasundsskollegiið hevði okkurt. Eg haldi faktiskt, at tað er heimsins ljótasta stað, men eg havi leingi hugsað um, at ein kundi gjørt tað til nakað vakurt og poetiskt.

 

– Síðani hugsaði eg, at um eg nakrantíð skuldi gera tað, so skuldi tað vera nú saman við mínum filmstoymi. So mann kan siga, at upprunin til hugskotið kom av, at eg var hugtikin av staðnum, sum eg tilvitað frávaldi fyrr, men ynskti at uppliva seinni. 

 

LES EISINI: Maria Winther Olsen fann sítt listarliga heim

 

##med2##

 

Fyrst kom staðið, síðani komu fólkini

 

Maria Winther Olsen minnist væl, tá hon fyrstu ferð hoyrdi um Annu Sofíu og Álv. 

 

 

 

– Eg var hugtikin av teimum beinanvegin. Hendan skjóta kenslan av at verða drigin at fólki, sum eg ikki kendi, hevði eg ikki upplivað fyrr. Eg bleiv drigin at teimum, sum gav mær eina kenslu av, at hetta vóru tey, sum filmurin skuldi snúgva seg um. 

 

 

 

– Vit trý møttust í Keypmannahavn, har eg greiddi teimum frá hugskotinum, og legði dent á, at eg ikki bara vildi vísa ta ljósareyðu myndina, men eg vildi niður í dýpdina og tosa um tað, sum er avbjóðandi í teirra lívi. Síðani fóru vit hvør til sítt, har vit trý hvør í sínum lagi skuldu finna útav, um hetta var nakað fyri okkum. Hesin arbeiðshátturin minnir eitt sindur um at “date’a”, tí tað er umráðandi, tá ein skal inn í eitt slíkt samstarv, at merkja, um vit hava kemi. Aftaná nakrar dagar var eingin ivi um, at vit øll vildu gera heimildarfilmin. 

 

##med3##

 

Platoniskur kærleiki

 

Maria hevur fyrr viðgjørt evnið kærleika í sínum filmum, men hesa ferð snúði evnið seg ikki um tvey, ið vóru forelskað, men um eitt vinalag millum tvey, sum eru góð við hvønn annan og bæði hava tungt viðføri. 

 

 

 

– Fyri meg snýr filmurin seg um vinabandið hjá Annu Sofíu og Álvi. Meðan vit gjørdu filmin, fann eg útav, at tann platoniski kærleikin millum eitt vinarpar er sera vakurt og rørandi. 

 

– Filmurin snýr seg eisini um, hvar ein hoyrir til og hvat eitt heim er, tá ið ein hevur fleiri heim nógvastaðni í senn. Í hesum sambandi bleiv spurnartekin sett við, um ein kundi føla seg heima í einum landi, sum ikki altíð rúmar so mikið stórum persónligheitum, sum tey bæði hava. Tey sárini, ein hevur fingið gjøgnum árini, blivu eisini viðgjørd, tí øll hava eina fortíð við eitt nú sviki í barndóminum og øðrum, ið myndar tey.

 

 

 

Maria leggur afturat, at hennara ynski er, at heimildarfilmurin verður eitt spegl fyri ungar føroyingar, og eitt vindeyga fyri danir.

 

 

 

“Nú er tað tín túrur at fortelja okkum um tíni trauma”

 

Maria er sera glað fyri, at filmsverkætlanin hevur gingið so mikið væl, og minnist aftur á løtuna, tá tey filmaðu síðstu scenuna, endascenuna, sum eisini er hennara yndis-scena. Tí her fekk hon eina heita kenslu, hóast hon var upptikin ein kaldan februar. Men hitin kom av stemninginum, av Annu Sofíu og Álvi – og av, at nú fekk hetta ein enda aftaná tíggju dagars upptøkur. Eisini sigur hon, at hendan góða upplivingin hevur skapt eitt sterkt band millum tey í filmstoyminum.

 

 

 

– Tá tann seinasta scenan var liðugt filmað, og tey bæði, Anna Sofía og Álvur, sótu á madrassuni á terrassuni á Oyrasundskollegiinum, segði ein av teimum, at nú var tað mín túrur at seta meg á madrassuna og fortelja um míni trauma. Eg haldi, at tað er ein góð ímynd av, hvussu okkara samband er blivið – har pláss er fyri at arga hvønn annan.

 

 

 

##med4##

 

Filmstoymið kom til Føroya

 

Sjálvt um Maria hevur gingið á einum donskum skúla, og kjarnin av hennara toymi var danskt, so hevði tað týdning fyri Mariu, at filmurin kendist føroyskur. Av teirri orsøk valdu tey at fara til Føroya, har tey kundu læra hana at kenna sum menniskja og forteljara, og síggja, hvar Anna Sofía og Álvur eru frá. Ferðin setti dám á tey, tí eftirfylgjandi hava tey tosað nógv um ferðina, tí hon hevur havt stóran týdning fyri teirra tilgongd í filminum. 

 

 

 

Gleðin at gera heimildarfilm er komin aftur

 

Til sýningina í Filmskúlanum, tá ið Maria stóð við liði sínum á pallinum og takkaði fólkunum, sum hava verið partur av “Vælkomin Heim”, segði hon við Annu Sofíu og Álv: “Tit hava gjørt so, at mín gleði at gera heimildarfilm er komin aftur”. 

 

 

 

– Tá ein ger fiktiónsfilmar, arbeiðir ein við sjónleikarum, ið spæla fiktiónspersónar, men í einum heimildarfilmi arbeiðir tú við veruligum menniskjum í teirra veruleika og heimi. Hendan relatiónin er øðrvísi og meira krevjandi, ið endaði við, at eg ikki helt tað vera stuttligt longur, tí tað var meira slítandi enn gevandi. Av teirri orsøk, var tað umráðandi, tá ið vit gjørdu endafilmin, at eg var saman við fólki, sum eg hevði tað gott saman við. Tí eg ynskti, at mín endafilmur skuldi vera eitt gott upplivilsi, sum tað so eisini bleiv. 

 

##med5##

 

– Okkara samanhald var gott, har var nógvur hiti til staðar, og kom eg við einum hugskoti, so vóru tey skjót at siga: “kom og gerið tað” ella søgdu frá, um tey føldu, at okkurt kendist skeivt. Endafilmurin bleiv eitt spælipláss við óendaligum møguleikum, sum gjørdi, at gleðin hjá mær kom aftur, sigur hon. 

 

 

 

Ynskja at gera fleiri partar

 

Teir endafilmarnir, sum næmingarnir á Den Danske Filmskole hava gjørt, eru á DR.dk nú. Men hóast filmurin hjá Mariu og toyminum er liðugur, so hevur hon eitt ynski um at gera filmin til eina ungdómsrøð, tí tey hava so mikið nógv tilfar, sum tey vilja vísa. Tó veit hon ikki, um hetta bert er ein dreymur, ella um tað einaferð gerst veruleiki.

 

 

 

Í løtuni hevur hon úr at gera í Føroyum, har hon saman við pápa sínum er farin undir at gera eina sending fyri KVF – og so hevur hon esini fingið starvsløn í tveir mánaðar frá Mentannargrunni Landsins, sum skal nýtast til seinasta stuttfilmin í hennara hjartasorgsverki í trimum pørtum. 

 

 

 

– Árið er longu proppað, men eg havi fleiri dreymar, so tað manglar ikki – tað er bara ein spurningur um tíð og pengar, sigur hon. 

 

 

 

##med6##

 

Myndir: Sophus Wolf

 

Álvur á Kák og Anna Sofía Skoradal, sum vit fylgja í heimildarfilminum Vælkomin Heim eftir Mariu Winther Olsen (Myndir: Sophus Wolf)

“Vælkomin Heim”, Maria og filmstoymið

Maria og filmstoymi hennara frá Den Danske Filmskole aftaná tann seinasta scenan var filmað

Filmstoymið ger klárt til upptøkur til "Vælkomin Heim"