Gunnar Vatnhamar er tíverri uttanfyri við skaða, men hann kann stórfegnast um avrikið hjá liðfeløgunum í Conference League.
Í kvøld eydnaðist tað Víkingi Reykjavík í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum at vinna 3-0 á Brøndby, ið hevði tungt hoyggj við HB í undanfarna umfarinum.
Brøndby hevði bóltin meira, og tað var nøkulunda javnt við málmøguleikum, men heimaliðið var effektivari og vann ein flottan 3-0 sigur.
Víkingur skoraði beint undan steðginum, og beint aftaná steðgin, og so var mótbrekkan brøtt hjá Brøndby.
Donsku ítróttarmiðlarnir eru skelkaðir av 0-3 ósigrinum, og viðhaldsfólkini hjá Brøndby geva ilt av sær á sosialu miðlunum.
Liðini hittast aftur á leikvøllinum í Brøndby komandi hóskvøld klokkan 18.30. Trýstið á Brøndby er ræðuliga stórt. Venjaratoymið yvirlivir neyvan eitt samlað tap fyri Víkingi Reykjavík.
Víkingur Reykjavík-Brøndby 3-0 (1-0)
1-0 Nikolaj Hansen ('44 )
2-0 Oliver Ekroth ('47 )
3-0 Viktor Örlygur Andrason ('82 )











