Suðuroyarsiglingin
Nýggi Smyril verður doyptur leygardagin 24. september.
Tað er greitt nú og innbjóðingar eru nú í ferð við at verða sendar teimum, sum skulu við.
Tað verða nøkur fá umboð fyri Strandferðsluna og landsstýrið, sum verða við í hátíðarhaldinum, umframt politikarar úr Suðuroy.
Tað verður Anita Eidesgaard, løgmansfrúa, sum fær heiðurin at doypa nýggja flaggskipið í strandferðsluflotanum.
Spurningurin er so, nær skipið kemur til Føroya.
Og tað er ikki heilt avgreitt enn.
Tað er í øllum førum greitt, at nýggi Smyril verður ikki handaður 22. september, soleiðis sum tað annars hevur ligið í kortunum seinastu tíðina.
Spanska skipasmiðjan hevur bundið seg til at koma við eini vegleiðandi dagfesting ein mánaða áðrenn hon er til reiðar at avhenda skipið.
Men tann nágreiniligi dagurin fyri, nær skipið skal latast, skal verða ásettur minst eina viku frammanundan.
Tá ið hann var royndartúr fyri kortum, vóru onkrar rættingar og stillingar at gera í teimum ymsu skipanunum umborð og tað er nú gjørt.
Men sunnudagin, skal hann ein royndartúr afturat fyri at staðfesta, at alt riggar sum tað skal.
Og tað, sum nú liggur í kortunum, er, at nýggi Smyril verður latin føroyingum hósdagin 29. september.
Tað haldi eg er eitt heilt gott boð, tí fyri hvønn dag, sum gongur, verða ivamálini færri og færri.
Kristian Davidsen sigur, at tað fer at taka einar fimm dagar at sigla hann heim. Í Føroyum skal hann vísast fram fyri almenninginum og síðani fer tað at taka eina viku at gera skip og manning klárt til at fara undir fasta sigling ímillum Suðuroy og Havnina.
Sostatt væntar hann, at nýggi Smyril verður settur í sigling umleið hálvan oktober.
18-22 fólk
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað fara at sigla ímillum 18 og 22 fólk við nýggja Smyrli.
- Við eini manning uppá 22 fólk, kann Smyril sigla við fullum ferðafólkatali, sum er næstan 1000 ferðafólk.
Men vanliga eru nógv færri fólk við og tí er heilt trúligt, at ein partur av skipinum verður læstur fyri at kunna lækka manningartalið, tá ið færri fólk eru við.
- Trygdin umborð krevur, at manningartalið lækkað, skal ein partur av skipinum verða stongdur fyri fyri ferðafólk, tí annars kann tað verða trupult at fáa alt fólkið av skipinum í eini neyðstøðu.
Kristian Davidsen sigur, at tað er trúligt, at hetta verður mannagongdin.
Hinvegin vita vit, at tað eru ávísir dagar og ávísar tíðir, at tað er nógv fólk við og tað má ikki henda, at manningin verður skerd so nógv, at tað á nakran hátt fer at følast sum um at møguleikarnir at ferðast verða avmarkaðir.
Eitt nú væntar stjórin nógv ferðafólk tað fyrstu tíðina og tá verður í hvussu so er full manning við.
Eitt annað er, hvussu skjótt skipið fer at sigla.
Nýggi Smyril er smíðaður til at sigla 21 míl í vanligari sigling. Tað ger, at Smyril kann sigla ímillum Suðuroy og Havnina upp á 1 tíma og 35-40 minuttir. Kann tað væntast at ferðin verður lækkað fyri at spara olju?
Vit hava lagt okkara fíggjarætlan eftir tí, at nýggi Smyril skal halda ætlaðu ferðina upp á 21 míl. Men tað er rætt, at verður ferðin sett niður, er peningur at spara í oljunýtsluni, sigur Kristian Davidsen.
Og tað er ikki so heilt lítið heldur, leggur hann afturat.
- Verður ferðin slækka bara eitt míl, niður í 20 míl, vísa útrokningar, at vit spara eini 20% í olju. Tað svarar til einar fýra milliónir um árið við teimum oljuprísum, sum nú eru. Men har skal leggjast afturat, at tá ið hann var royndartúr, bar ikki til at staðfesta so stóran mun í oljunýtsluni, so tað tað mugu neyvari mátingar til fyri at fáa greiði á, hvussu stór sparingin er í veruleikanum, sigur Kristian Davidsen.
Men at seta ferðina niður fyri at spara olju, er ikki ein møguleiki, sum vit hava arbeitt við í sambandi við okkara fíggjarætlan fyri 2006, endurtekur hann. Har hava vit gingið útfrá, at hann skal sigla 21 míl, sum ætlað.