Allahalgannadag 1. novembur minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.
Fólkakirkjan skrivar, at minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið, umboðandi tað lokala økið, og alment yrkisliga, umboðandi allar Føroyar.
Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.
Tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni kl. 20 fylgir tí almenna minningarhaldinum.
Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin eitt mannalív.
Við sorgblídni og virðing nevna vit navn hansara, ið farin er:
Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal. Doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á Glyvursnesi, sum lá við bryggju í Hirtshals.
Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Hergar Torbjarnarson Hansen.
Um sjólátin
Tey, sum vera nevnd á almennum minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum og hava latið lív í yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Tað er ein nevnd við umboðnum fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Vørn, Almanna – og Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissjónina og Fólkakirkjuna, ið tekur støðu til, hvørji verða nevnd á tí almenna minningarhaldinum allahalgannadag.










