Tingarbeiði
Tá ið uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum um broytingar í valskipanini herfyri var til viðgerðar á tingi, segði Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum og formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, at tað, sum tingmenn gera, er bara putl.
Vit hava spurt Anfinn Kalsberg, hvat liggur í hesum.
- Tað, sum eg segði, var mín persónliga áskoðan, og eg meini tað, sum eg segði, tí við verandi valskipan og fyri so vítt eisini, um Føroyar verða eitt valdømi, verður tað, sum tingfólk fyritaka sær, tað bera putl.
Kompromis-loysnir
Anfinn vísir á, at tá ið val er, fara flokkarnir út til val við eini valskrá, men so skjótt valið er av, sessast teir saman við øðrum flokkur at snikka saman eitt samgonguskjal.
- Mong ymisk sjónarmið skulu fáast at hanga saman, og neyðugt er við nógvum kompromis-loysnum. Hetta merkir, at tað mesta av tí, sum tú hevur lovað yvirfyri tínum veljarum, fellir til jarðar, og tí haldi eg, at verandi valskipan undirgrevur demokratiið.
Anfinn sigur, at við verandi skipan fært tú ongantíð ein politiskan flokk, ið ger tað, sum hann lovar yvirfyri sínum veljarum.
- Eftir hvørt val fáa vit eitt samgonguskjal millum høgra og vinstra ella millum loysing og samband, sum hvørki er fuglur ella fiskur. Tú fært ongantíð framt nakran "reform", sum Anfinn tekur til, og tí kann veljarin ikki, tá ið val er aftur, rættiliga geva tær undirtøku ella sekta teg fyri tað, sum gjørt er ella fyri tað, sum ikki er gjørt.
Hann sigur, at sum politiskur flokkur ella løgtingslimur kanst tú ikki fremja tínar politisku ætlanir í verki.
- Tú kanst flyta um upp á nøkur ting, men tú kanst ongantíð fremja tað, tú lovaði yvirfyri tínum veljarum. Tað er hetta, sum eg kalli putl, sigur Anfinn Kalsberg.
Hann sigur, at honum kunnugt, eru tað serliga tveir persónar, sum eru stuðlar av, at vit skulu hava eina valskipan við líka nógvum valdømum sum tinglimum.
- Talið nýtist ikki endiliga at verða 32; tað kann líka so væl verða 20. Prinsippið er, at ein tinglimur verður valdur í hvørjum valdømi.
Enska skipanin
Anfinn vísir til ensku valskipanina, har tú antin hevur eina høgra stjórn ella eina vinstra stjórn.
- Í slíkum førum hevur tú stórar flokkar, sum hýsa nógvum ymiskum meiningum, men munurin her er tann, at stríðið um ymiskum málini í nógv størri mun verður innanfloks enn ímillum flokkar, sum vit síggja tað í Føroyum. Í ensku skipanini hava vit fáar flokkar, og har noyðist hvør flokkur at samskipa síni sjónarmið innanhýsis, men neyðugt er ikki at gera kompromis frá ytsta høgra til ytsta vinstra ei heldur millum samband og loysing, sigur Anfinn.
Hann leggur dent á, at trupulleikin við valskipanini í Føroyum er, at ein flokkur sleppur ikki at royna tann politikk, hann er farin út til sínar veljarar við.
- Høvdu vit havt eina slíka skipan, sum ta ensku, kundi ein flokkur antin verið stuðlaður ella vrakaður fyri tað, hann hevur framt í einum valskeiði. Sum nú er, kann flokkurin "umskylda" seg við, at neyðugt var at gera kompromis-loysnir í einum samgonguskjali, sigur Anfinn Kallsberg.










