Suðuroyggin og framtíðin
Politikarar mugu fyri alt í verðini ikki fáa ov stórt vald. Teir hugsa alt ov nógv um at verða afturvaldir og so verða avgerðirnar tiknar útfrá tí og ikki útfrá tí, sum tænir heildini best.
Petur Hammer á Tvøroyri er bersøgin. Hann er ikki politikari, men kanska hevur hann kortini størri ávirkan á viðurskiftini í Suðuroy enn mong gera sær far um.
Mær dámar væl at práta og eg práti við nógv fólk hvønn einasta dag, bæði høg og lág tann vegin royni eg at ávirka, har eg haldi at tað er neyðugt, sigur tvøramaðurin.
Besta dømi um, at Petur hevur ikki sørt av ávirkan, hóast hann ikki er politikari, er Hovstunnilin, sum felagið "Ìstak" fer undir fyrsta dagin.
Upprunaliga var ætlanin at gera tunnilin nakað uppi í hæddini, men Petur Hammer helt, at tunnilin liggur nógv betri fyri niðri í dalinum í Hovi.
Og tað endaði eisini við, at tunnilin verður gjørdur, har Petur vildi hava hann.
Og nú farið verður undir tunnilin fyrsta dagin, hava vit spurt hann, hvat hann heldur um støðuna.
Men prátið kom eisini inn á framtíðina og um, hvussu hann heldur, at Suðuroyggin ætlar at mennast.
Skynsemið ráddi
Ætlanin um at gera tunnilin longri uppi í hæddini varð tikin útfrá teirri vitan sum tá var, sigur Petur. Men eg helt kortini at tað var rætt at kanna málið fyri at vita um tað ikki ber til at gera tunnlin niðri í dalinum í Hovi, har hann liggur nógv betri, tá ið hugsað verður um ferðsluna
Um hetta mundi var eitt kent tunnilsfelag, NCC komið til Føroya at arbeiðia. Ein starvsmaður hjá NCC er tvøramaðurin, Kristian Stórhamar.
Ígjøgnum Kristian Stórhamar fekk eg fatur á Svein Kristiansen, sum er tunnilsserfrøðingur hjá NCC og eg spurdi um hann ikki kundi siga sína hugsan um ein tunnil niðri í dalinum í Hovi.
Niðurstøðan hjá honum var, at tað bar væl til at gera tunnilin niðri í dalinum og samstundis varð mett, at tað ikki fór at kosta stórt meiri enn ætlaði tunnilin í erva.
Petur Hammer sigur, at hann sostatt setti seg í sambandi við politikarar um hetta. Og endin var, tunnilin verður lagdur í neðra.
Eg minnist,at nógvir politikarar vóru ikki so fegnir, tá ið eg fór at tosa um at fáa tunnilin fluttan longri niður í dalin. Tað hevði staðið nógv á at fáa løgtingið at samtykkja tunnilin yvirhøvur og nógv stúrdu fyri, at fóru vit nú aftur at pilka við ætlanina, fór alt at detta niðurfyri
Men Petur Hammer sigur, at hann vildi als ikki góðtaka at skynsemið ikki skuldi ráða og at tað skuldi vera tunnilin uppi hæddini, ella onki.
Hóast tað kanska fór at seinka tunlinum eitt ár, helt eg, at tað var rætt at broyta ætlanina og at gera eina nýggja linjuføring niðri í dalinum. Hetta verður ein tunnil, sum suðuroyingar koma at hanga uppá í allar ævir og tí er tað umráðandi at finna tað røttu loysnina, hóast tað seinkar málinum eitt ár.
Eitt skifti stúrdi eg fyri, at politikkur og partapolitikkur kom í tunnilin og spilti alt, men tíbetur gekk tað.
Tí er hann eisini ómetaliga glaður, nú skjøtil verður settur á tunnilin, sum kemur at samanbinda oynna á ein heilt øðrvísi hátt enn vegakervið higartil ger.
Men hann takkar samstundis Svein Kristiansen og Kristiani Stórhamar á NCC, tí hann sigur, at teir báðir gjørdu eitt sera stórt arbeiðið at finna tey røttu argumentini fram fyri at gera tunnilin niðri í dalinum.
Men hann takkar eisini politikarunum og Landsverki, sum tóku ætlanina um tunnilin niðri í dalin, til sín í álvara og arbeiddu av fullum huga fyri henni, so at hon nú gerst veruleiki.
Mugu standa saman
Tað skerst ikki burtur, at Suðuroyggin stendur á einum vegamóti. Nýggjur Smyril er á veg og syðra og norðara helvt verða bundin saman við tunli. Skúladepil og røktarheim skulu byggjast, men stór ósemja er um, hvar tey skulu byggjast.
Hvussu heldur Petur Hammer, at vit eiga at leggja framtíðina til rættis?
Eg haldi, at vit eiga at byggja víðari á tað, sum vit hava ymsastaðni í oynni. Men tað hevur eisini stóran týdning, at vit standa saman, ístaðin fyri sum nú at vit standa spjødd í sjey kommunum, sum hvør dregur í sína ætt.
Hann heldur, at bæði Vágur og Tvøroyri hava sína styrki og hann heldur, at vit eiga at byggja víðari á tað, sum longu er í hesum báðum plássum.
Hann staðfestir, at tað eru nakrir veruleikar, sum tað ikki ber til at renna undan og sum vit eiga at viðurkenna.
Hesir veruleikar eru, at Tvøroyri verður ein miðdepil í Suðuroynni. Tað er Tvøroyri ikki minst tí at øll samferðsla til og úr oynni gongur umvegis Tvøroyri. Tað skerst heldur ikki burtur, at her hava vit sjúkrahúsið. Alt hetta eru viðurskifti, sum ikki standa til at vika og sum ikki broytast.
Tað haldi eg at vit eiga at útnytta. Tí er ongin ivi í mínari sál um, at vit eiga at flyta ætlaða skúladepilin í Hovi til Trongisvágs og byggja hann í sambandi við ítróttarhøllina og teir hentleikar, sum annars eru har. Har er hann eisini tætt við sjúkrahúsið, sum næmingarnir í heilsuskúlanum hava samband við. Samstundis hava vit landsins bestu ítróttarhøll í Trongisvági. Ì hesum sambandi eiga vit eisini at byggja eina stóra svimjihøll, kanska eitt baðiland í Trongisvági fyri alla Suðuroy.
Hann sigur, at nú nýggi Smyril kemur, kann Suðuroyggin gerast eitt ferðamál og tí ræðir um at hava ymsar hentleikar, men teir eiga at vera so nær skipinum, sum gjørligt.
Verða næmingaheim bygd, ber væl til at leiga tey út um summarið til ferðafólk og tað hevði eisini ligið fyri at bjóða ítróttarfeløgum suður í venjingarlegu.
Verður álvari burturúr ætlanini at gera mentanarhús ella okkurt annað burturúr saltgoymsluni á Drelnesi, sum tað hevur verið talan um, fer tað bara at gera umhvørvið enn meiri spennandi.
Tí heldur hann ikki, at tað er rætt at byggja skúladepil í dalinum í Hovi, har tað annars er óbygt.
Petur Hammer hevur fyrr hildið, at tað var rætt at byggja skúladepilin mitt í oynni, sum er í Hovi. Men hann hevur skift meining og heldur, at tað er rættast at leggja hann í bygdum øki í Trongisvági.
Skúlin má ikki fáa somu lagnu sum Hovstunnilin, har tað mundi enda við, at hann varð lagdur á skeivum staði. Talan er um eina bygging, sum vit skulu liva við í allar ævir og tí ræður um at finna rættað staðið.
Veganetið suðureftir er eisini avbera gott, men til bygdirnar norðureftir er tað vánaligt. So hóast tað er stórur munur í kilometrum, er tað ongin, munur í tíð at ferðast til ein skúladepil í Trongisvági úr øllum bygdum í Suðuroy.
Miðsavna vinnu í Vági
Petur Hammer leggur dent á, at hetta merkir ikki, at Vágur skal forfjónast, tí har eru eisini nógvir hentleikar, sum tað er rætt at byggja víðari á.
Í Vági er djúphavn, stór frystigoymsla, skipasmiðja og stórt fiskavirki. Tað eiga vit at byggja víðari á, tí eg haldi, at tað vildi verið heilt burturvið at bygt frystigoymslu, djúphavn ella skipasmiðju á Tvøroyri eisini.
Sostatt kann ein stórur partur av vinnulívinum miðsavnast í Vági. Høvdu øll skipini í Suðuroynni gjørt tær umvælingar, sum tilbar, í Vági, hevði Skipasmiðjan verið eitt stórt arbeiðspláss.
Og so er tað alingin!
Tosað hevur verið um toskaaling. Lat hana vera í Vági og alt virksemi, sum er tengt at tí. Í Vági er eisini elverk og í tí sambandi eiga vit at miðja ímóti at fáa størri nyttu burturúr øllum hitanum, sum elverkið letur í luftina við roykinum og á sjógv við kølivatninum. Kanska kundi tað brúkst til at alt fisk við, sum kravdi heitt vatn?
Og verður øll oyggin løgd í eina kommunu, kann umsitingin hjá kommununi fyri mína skyld verða í Vági, tí tað er so stutt í millum, at tað hevur onki at siga.
Samstundis haldi eg, at tað er rætt at byggja røktarheim í Vági, nú eitt er á Tvøroyri kortini.
Eitt ítróttarfelag fyri alla oynna
Tey, sum eru komin upp í árini, vita, minnast Petur Hammer frá tiltikna sjeytiáraliðnum hjá TB, har hann var vongbakkur- og hann sigur, at TB var fyrsta lið í Føroyum, sum royndi seg við vongbakki.
Hann er framvegis TB-ari um ein háls.
Men tað er er lítið hugaligt at vera á vøllinum í Vági ella á Tvøroyri og síggja allar teir fremmandu spælararnar renna runt á vøllinum.
Tað má eisini stafestast, at nógvir av hesum útlendingunum eru ikki leikarar, sum skara framúr afturímóti teimum føroysku spælarunum og tað er beinleiðis burturspilt at brúka pening til útlendskar spælarar, sum ikki skara framúr.
Vit hava tvey fyrstudeildarlið í Suðuroynni, sum eru aftast og næstaftast. Vit hava tvey aðurdeildarlið, sum eisini liggja heilt har afturi í deildini.
Hetta hevur verið gongdin í fleiri ár og eg dugi ikki at síggja, hvat hetta er at byggja víðari á. Tí haldi eg avgjørt, at ítróttarfeløgini í Suðuroynni skuldu lagt saman í eitt oyggjarfelag.
So kundu vit brúkt peningin og orkuna til eitt gott lið í fyrstudeild og eitt gott lið í aðrudeild í fótbólti. Og var neyðugt við útlendskum styrki, høvdu ráðini verið til at fingið spælarar, sum veruliga gjørdu mun á liðnum, sigur Petur Hammer.
Petur Hammer ivast ikki í, at eitt felags suðuroyarlið hevði gjørt seg rættiliga galdandi í landskappingini.
Ì hesum sambandi heldur hann eisini, at tað einasta rætta er at byggja eitt veruligt oyggjarstadion saman við hinum hentleikunum í Trongisvági.
Vøllirnir á Tvøroyri og í Vági koma ikki at nøkta tørvin í longdini og spurningurin er, hvussu leingi teir varðveita altjóða góðkenning. Men tað er at spilla pening burtur, at byggja ein vøll í Vági og ein á Tvøroyri. Tí haldi eg, at tað einasta rætta er at byggja eitt stadion fyri alla oynna á Tvøroyri, heldur tvørmaðurin, Petur Hammer.