Karl Anton Klein
Welcome to my nightmare kundi verið heitið á hesi grein, tí leingi havi eg havt tað soleiðis, at Heavy Metal hevur hingið mær langt út av hálsinum. Ein helvitis gangur, har ein hvørki hoyrir skil á tóna ella stevi.Bert ein rúgva av skríggjandi guitarum, buldrandi trummum og goyggjandi sangara.
Men so var ikki leygarkvøldið í TB Húsinum á Tvøroyri, har konsert var við teimum báðum bólkunum The Dreams og Sic.
Ì mínari verð hevur TB- húsið verið karmur um nakrar feitar rokkkonsertir. Ein góður karmur við eini sera livandi áhoyrarafjøld, sum fær tað besta upp í hvønn tónleikara.
So tað var ikki við sørt av spenningi vit fóru til Suðuroyar, sum enn í dag er næstan sum at fara í útlond. Ùr Havn kl 10 á morgni ein fagran dag við eitt sindur av vindi. Men lagið á øllum var gott. Onkur eitt sindur móður og onkur eitt sindur eymur um at lata damuna vera eftir á fastlandinum.
Men túrurin gekk væl, onki sjóverk ella nakað sovorðið. Komnir til Tvøroyrar varð sett upp og ljóðroynd hildin. Alt gekk sum smurt.
Pól Arne, sum stóð fyri konsertini, bjóðaði tónleikarunum heim at eta grindabúff, so allir vóru í góðum hýri og væl fyri, tá konsertin skuldi byrja um hálvgum eitt tíðina.
Konsertin byrjaði við The Dreams
The Dreams hava í seinastuni gjørt vart við seg, bæði innan- og uttanlanda. M.a hava teir ført seg fram í MTV, har teir luttaka í eini kapping, har vinningurin er at hita upp hjá heimsstjørnuni Aastahju. Hvussu gongst har fer tíðin at vísa, og tað sæst sjálvandi á tónleikarásini.
The Dreams spæla eitt bland av poppi og punki. Poppur skal spælast ordiliga og ljóða væl. Punkur skal spælast og skal ljóða andskræmuligt. Tí var tað nokso spennandi at fara at lurta eftir teimum hetta kvøldið, sjálvt um eg hevði hoyrt teir fleiri ferðir stutt framman undan m.a. á Margarinfabrikkini.
Sigast kann beinanvegin, at ljóðið var av f...... til. Har hoyrdist næstan onki burturúrmillum. Bert ein ágangandi larmur, sum gjørdi, at løgini øll ljóðaðu so at siga líka. Tað var ikki gott, tí The Dreams hava góð og sum man sigur í oyrafallandi løg, sum ikki yvirliva ein tjúkkan greyt av gruggutum ullintum óljóði. So sjálvt um teir av øllum alvi royndu at koma út um pallkantin, so syrgdi syrgiligi ljóðmúrurin fyri, at fólk lítið og onki fekk burturúr at lurta.
Annars skal sigast at bólkurin var í toppform. Har vóru ongar umberingar sum t.d. eg minnist ikki, hvussu næsti sangurin eitur. Nei, her koyrdi alt við fullari ferð. Burtursæð frá nøkrum smábrekum við guitarpedalum so var bólkurin ein vælsamansjóvað eind. Tight og Feitt.
Men tíverri, ljóðið gjørdi ongan í góðum lag.
Sjálvt um bólkarnir høvdu tveir manns við, (tí TB húsið ikki kundi tryggja nakran ljóðmann) so læt til, at tað lá illa fyri hjá teimum at koma fram at miksarapultinum. So kanska varð ov nógv orka brúkt til at klandrast um knøttar enn at finna eitt gott ljóð. Líkamikið hvør grundin var, so var ljóðið onki minni enn ein katastrofa, ella á góðum Havnamáli tann reina skrapa.
Tað er ikki nóg gott í 2005 at bara síggja út til at duga. Man má eisini syrgja fyri, at vøran, sum verður seld, er borðbar. Sjálvt um bólkurin stendur og kýtir seg uppá tað allarbesta, verður alt oyðilagt av amatørum, sum hanga seg fastar í ting, sum teir ikki duga. Vit liva í eini tíð, har fólk vilja hava okkurt fyri peningin. Og tað sær út til, at góðskan skal gerast verri, tí at summir halda tað vera smart at standa við oyratelefonum og roykja, meðan óljóðið súsar runt í høvdinum, so man verður ørur . Um man ikki er fullur og í ørviti áðrenn, so gerst man tað skjótt.
TB húsið er eitt feitt hús til rokktónleik, og áhoyrarafjøldin í Suðuroy er góð. Kanska tann besta í Føroyum tá tað snýr seg um rokktónleik. Men hví kann hon so ikki fáa ordiligt ljóð?
Eina løtu seinni komu Sic á pallin
Teir gjørdu tann, eftir mínum tykki, størsta brølaran, nevniliga at umbera seg sjálvar fyri at hava kenning. Ein rokkbólkur eigur ikki at umbera seg. Tað er amatørsligt.
Men eftir at teir høvdu staðið og kynt uppundir ljóðførini kom gongd á sjálva konsertframførðslu teirra. Og eg var seldur. Fullkomiliga tikin av bóli. Tí sjálvt um eg kenni teir væl og mangan havi hoyrt teir vant, so var eg prísgivin, totalt yvirgivin. Tí her, vísti tað seg, var tann absolutt sterkasti og beinrakni konsekventi rokkur í Føroyum nakrantíð. Alt hitt skramblið, ið verður diskað upp við, kann fara og leggja seg, tí tað skal nógv kramm og ein sannføring av teim heilt stóru til fyri at flyta Mikjal G Hansen av tí trúnuni, sum bara hann hevur rætt til í hesum rokkdeyða landi. Tí um Ozzy er "Prince fucking darkness", so er Mikjal The King, tí ongantíð havi eg hoyrt nakran Føroying rópa og skrála so nógva sál og so nógvar aggressiónir í høvdið á eini móttakandi lurtafjøld, sum stóð sum kánus og át alt rátt. Sjálvt tey trý løgini, sum teir sjálvir ikki áttu, vóru so mikið góð, at spurninguin er, um Marilyn Manson ella Korn høvdu klárað seg betur í TB húsinum hetta kvøldið.
Eg ivist stórliga.
Men er Mikjal einsamallur í Sic? Nei hann er kanska ikki einsamallur men sum ein fjeppari segði - Mikjal er Guð. Hann er so stórur á pallinum, at hinir í bólkinum boyggja seg í virðing fyri honum. Spæla alt tað teir eru mentir og geva harvið Mikjali eitt vælfortjent spark frameftir, sum so ger, at hann er ein tann virknasti sangarin eg kenni, tá tað snýr seg um samband við lurtaran. Eitt allatíðina positivt aktivt samband, sum er ein beinleiðis av/innbjóðing inn í hansara totalt eirindaleysa himmal/helviti.
Bólkurin svingaði væl og alt hekk saman, so eg hevði gásahúð næstan alla framførslu teirra.Teir eru góðir tónleikarar, men sangarin skarar so mikið burturúr, at alt sum stendur við hansara lið bliknar og má sanna, at har er bert eitt ljós á pallinum. Tað at stilla seg fram um og seta meistaran í skugga krevur bæði áræði og nervar, so hetta tordi ongin. Men tað var helst av virðing fyri honum meira enn av øtta.Tí lortið hekk væl saman, og tá Eddie (okkara Edmund) var sloppin at miksa eitt sindur, hjálpti so frægt upp á tað, at tað gjørdist stuttligt at kava og drukna seg í larmin.
Samanum kann sigast, at eg vóni, at tað gongur The Dreams væl í kappingini í MTV. Men egivist ikki í, at um Mikjal verður útfluttur sum tann feitasta rokkrávøran vit eiga, so vinna vit. Tí tað er ikki rúm fyri einum sovorðnum kapasiteti í Føroyum. Tað sum Eivør kann gera fyri tað inniliga og bleyta kann Mikjal í líkastóran mun gera fyri tað brutala og harða, sum ger tann tónleikin, sum Sic spæla so fantastiska spennandi. Og nakað annað: hví hann ikki vann AME ella hvat tað nú eitur er mær ein gáta (tað er mestur tí at dómarapaneli er so pissi konservativt).
Og eg sum helt, at Heavy Metal var burtur og deytt?
Nei tað er bert ein virðiligur arvari av rokkinum í Føroyum, og tað er SIC. So tit fyriskiparar og onnur: syrgið fyri at fáa teir at koma at spæla skjótt, tí eg haldi teir skulu sleppa sær út um landaoddarnar, har virðingin fyri teirra tónleiki er størri enn í hesum tónlitaliga oyðilandinum.
HEAVY METAL LIVIR GEV TEIMUM FINGURIN (ELLA BÁÐAR TVEIR)