úr og í fremmandamál kundi verið settur í heilt ella møguliga hálvt starv undir t.d Skúlabókagrunninum ella – enn betri - øðrum stovni við serkunnleika og nýggjastu tøknini á hesum øki í so nógv ár, sum [...] neyvan man hava tína hjálp fyri neyðini at svara fyri seg, sjálvt um tað er ein snild hjá Kára at drála við svarum, ella sum í hesum báðum seinastu førunum (spurningar í bløðunum og teldupostur í desumburmánaði) [...] (nógv minni enn mín). Hvørgin av teim báðu seinnu hevur enn sæð dagsins ljós, tó at tær hava verið í umbúna í eini 6 ár. Og her er tað, at t.d. Orðabókagrunnurin skuldi verið so frægt at sær komin og dittað
Tað eru tey heilt hørðu rúsevnini, ið vinna frama millum ung í dag. Næmingar í framhaldsdeildunum í Føroyum hava í dag ta fatan, at tá tú roykir hassj, sniffar heroin ella kokain ella tekur tablettir, [...] hon vitjaði, vísti tað seg á sama hátt. - Tað er í Klaksvík, í Eysturoynni, í Suðuroy og í Havn. Hini støðini náddu vit ikki at vitja, men eg eri vís í at rúsevnini eisini eru har, sigur Beinta Joensen [...] vera allastaðni. Í Suðuroy er TB-húsið eitt stað, har sterku rúsevnini veruliga trívast. Í Havn kennast tey eisini við alt, og banar av heroin ella kokain eru blivnir alt meira vanligir í Havn, samstundis
Kræftens Bekæmpelse í Danmark vísir, at børn, sum missa annað av foreldrunum, seinni í lívinum eru í øktum vanda fyri at skiljast í hjúnarlagi, og granskingin vísir eisini, at nógv børn, sum hava mist, ikki taka [...] fram í tíðina, og nýggja granskingin fevnir um øll børn undir 18 ár, sum hava mist annað av foreldrunum – líkamikið, hvør orsøkin til missin var. Granskarar hava nevniliga fylgt 1,5 miljónum børnum í donsku [...] Úrslitini í granskingini vísa, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey vaksnu, sum eru um børnini, er íklødd til at hjálpa børnunum gjøgnum sorgina. Tá børn missa annað av foreldrunum tíðliga í lívinum,
Ritzau í Thailandi. Venjarin skrivar í brævi til foreldrini, at hann er harmur um at hava sett lívið hjá dreingjunum í vanda. Leiðarin av bjargingarætlanini sigur, at yvir 100 holur eru boraðar í fjallasíðuna [...] fyri regni setir trýst á bjargingarliðið í Thailandi. Seinastu tvær vikurnar hava 12 dreingir og venjari teirra verið innisperraðir djúpt inni í einari hellu í norður Thailandi. Síðani dreingirnir vórðu [...] Tað verður hildið, at teir eru í tí hægstliggjandi luftlummanum inni í hellunum, sum verður rópt Pattaya Beach. Týsdagin 26. juni: Kavarar sleppa fleiri kilometrar inn í hellrnar, men mugu venda við aftur
65 ár eru liðin, síðan Havnar Róðrarfelag varð sett á stovn, og í hesum sambandi verður eyka dámur settur á ársveitsluna í ár hjá elsta róðrarfelag í landinum. Havnar Róðrarfelag hevur tilsamans seks [...] kappróðrarbátar, og tað eru fleiri enn nakað annað kappróðrarfelag í landinum hevur. Úrslitini tey seinastu árini hava verið stak góð, og tað kemur eisini av, at tað ikki hevur verið torført at manna bátarnar [...] týdningarmikið fyri trivnaðin. So flestu róðursfólkini koma aftur til felagið ár eftir ár. Ársveitslan hjá Havnar Róðrarfelag verður í neysti felagsins fríggjakvøldið 31. oktober kl. 19. Veitslan er fyri limum
Kimberly Joy úr Taivan hevur fótað sær, eftir at hava livað í baldrutum hjúnalagi við føroyskan mann í trý ár. Nú er hon skild, er flutt til Havnar og gongur annað árið á Fróðskaparsetrinum, har hon tekur l [...] menniskjað, sum eg eri í dag, um eg ikki hevði verið fyri tí, sum hendi, sigur unga taivanska kvinnan. Les alla samrøðuna við Kimberly Joy í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið [...] læraraútbúgving. Kimberly Joy hitti føroyska mannin á alnótini. Hon skrivaði saman við honum í meira enn eitt ár, áðrenn hon kom til Føroya at vitja hann. Hon fór ongantíð avstað aftur. Tey giftust, áðrenn
sær sum forseti í FIFA, beint eftir at hann vann forsetavalið í mai í ár. Michel Platini gjørdist beinanvegin favorittur at vinna næsta forsetavalið, men brádliga var hann eisini fangaður í netinum hjá etisku [...] Platini eru útihýstir frá øllum fótbólti í átta ár, boðar Reuters frá. Tískil er tað endaliga staðfest, at Michel Platini ikki kann stilla upp til forsetavalið í FIFA í februar. Muturgølan móti Sepp Blatter [...] etisku nevndini í FIFA. Tað vísti seg millum annað, at Sepp Blatter hevði rindað honum nærum 14 milliónir krónur, og etiska nevndin fekk illgruna um, at hetta var mutur. Nú er hon so komin til somu niðurstøðu
Aftur í ár vera tey stóru sjómansmøtini í Betesda. Hetta eru sera kend møti, sum hava veri á jólum í meira enn 30 ár Møtini eru soleiðis skipað, at tað eru sjómenn sum vitna og tala. - Hetta kemst av, [...] at tað ofta er nógv sjófólk heima á jólum, og so hevur samkoman givið teimum fyrsta og annað jólakvøld burturav til at tala og vitna, sigur Rógvi Joensen, sum er ein av teimum, sum fyrireikar møtini.
landskappingini er í dag, og onkrar broytingar hava verið. Hjá felagsliðnum í Sundalagnum er ein miðvallari komin til felagið, meðan annar miðvallarleikari hevur leitað sær í annað felag í landinum. Leikarin [...] darvaður av skaðum í ár, hevur valt at leika restina av kappingarárinum við ÍF í næstbestu deildini. Hesi tíðindi váttar formaðurin hjá EB/Streymi, Rólant Højsted, fyri portalinum í kvøld. [...] sum er komin til felagið, er ikki ókendur í EB/Streymi. Talan er um Jákup Martin Joensen, sum kemur frá AB. Jákup Martin er eiðismaður og hevur í fleiri ár spælt við besta liðnum hjá EB/Streymi. EB/Streymur
Í meira enn 30 hevur hann starvast í loftmiðlunum – hann hevur havt skiftandi størv í Sjónvarpinum, Útvarpinum og seinast Kringvarpinum. Í næstan 18 ár hevur hann verið stjóri fyri Útvarpið – og síðani [...] 31 góð ár í loftmiðlunum, og eg havi tað gott við, at tað kapittulið í mínum lívi nú er liðugt. Eg eri takksamur fyri, at eg eri sloppin at royna so nógv ymisk størv í loftmiðlunum, og tí hava árini eisini [...] fyri yrkisleiðini í miðlaheiminum. Hvussu kennist tað at gevast í Kringvarpinum? - Tað var ein stór persónlig avgerð at taka – at gevast í Kringvarpinum og fara at royna nakað annað – men hjá mær er tað