Útihýstir í átta ár

Sepp Blatter og Michel Platini eru útihýstir frá øllum fótbólti í átta ár, boðar Reuters frá.

 

Tískil er tað endaliga staðfest, at Michel Platini ikki kann stilla upp til forsetavalið í FIFA í februar.

 

Muturgølan móti Sepp Blatter hevur av álvara koyrt, síðani hann mátti leggja frá sær sum forseti í FIFA, beint eftir at hann vann forsetavalið í mai í ár.

 

Michel Platini gjørdist beinanvegin favorittur at vinna næsta forsetavalið, men brádliga var hann eisini fangaður í netinum hjá etisku nevndini í FIFA. Tað vísti seg millum annað, at Sepp Blatter hevði rindað honum nærum 14 milliónir krónur, og etiska nevndin fekk illgruna um, at hetta var mutur. Nú er hon so komin til somu niðurstøðu eftir at hava kannað málið nærri.