Aftur í ár vera tey stóru sjómansmøtini í Betesda. Hetta eru sera kend møti, sum hava veri á jólum í meira enn 30 ár Møtini eru soleiðis skipað, at tað eru sjómenn sum vitna og tala.
- Hetta kemst av, at tað ofta er nógv sjófólk heima á jólum, og so hevur samkoman givið teimum fyrsta og annað jólakvøld burturav til at tala og vitna, sigur Rógvi Joensen, sum er ein av teimum, sum fyrireikar møtini.
1. jólakvøld fara Jógvan Mortensen onnur at syngja og leiða felagssangin, og onkur solosangur verður eisini.
2 jólakvøld er tað Betesdakvartettin, sum fer at syngja, og eisini hetta kvøldið verður onkur solosangur. Umframt hetta verur nógvur felagssangur.
Bæði kvøldini byrja møtini kl 18.00









