Gransking hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark vísir, at børn, sum missa annað av foreldrunum, seinni í lívinum eru í øktum vanda fyri at skiljast í hjúnarlagi, og granskingin vísir eisini, at nógv børn, sum hava mist, ikki taka eina útbúgving.
Úrslitini í granskingini vísa, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey vaksnu, sum eru um børnini, er íklødd til at hjálpa børnunum gjøgnum sorgina. Tá børn missa annað av foreldrunum tíðliga í lívinum, er hetta ein av mest stressaðu og skelkandi upplivingunum, sum eitt barn kann koma út fyri.
Flestu børn koma gjøgnum sorgina við stuðli frá familju og vinum, men nøkur uppliva avleiðingar av missinum langt fram í tíðina, og nýggja granskingin fevnir um øll børn undir 18 ár, sum hava mist annað av foreldrunum – líkamikið, hvør orsøkin til missin var.
Granskarar hava nevniliga fylgt 1,5 miljónum børnum í donsku heilsuskrásetingini, og hetta ger kanningina til ta størstu av sínum slag. Úrslitini vísa, at tá børnini gerast vaksin, kann missurin ávirka teirra lív á fleiri økjum.
Granskingin vísir, at vandin fyri skilnaði hjá slíkum børnum veksur sjey prosentum fyri gentur og 13 prosentum fyri dreingir. Sterkasta ávirkanin sæst millum børn, har annað av foreldrunum doyði fyri egnari hond.
Samanborið við sínar javnaldrar eru tað eisini færri, ið missa annað av foreldrunum, sum taka eina útbúgving. Hetta er galdandi bæði fyri fólkaskúla, ungdóms-ella vinnufakliga útbúgving, styttri víðari útbúgving og eina miðal-ella longri framhaldsútbúgving.
Tað vísir seg serliga millum dreingirnar, at trupult er at røkka einari útbúgving, tá teir missa annað av foreldrunum. Granskingin vísir eitt nú, at 26 prosent av dreingjunum og 17 prosent av gentunum hava verri við at røkka einari bachelor-útbúgving enn dreingir og gentur annars.
- Í síni heild vísir granskingin, hvussu týdningarmikið tað er, at hond verður tikin um børn, sum missa annað av foreldrunum. Nøkur børn megna ikki at bera missin einsamøll, og vandi er fyri, at hetta ávirkar børnini alt lívið, sigur sálarfrøðingurin og ph.d.-lesandi, Beverley Lim Høeg, sum starvast hjá Kræftens Bekæmpelses Center fyri Krabbameinsgransking.
Tað eru Beverley Lim Høeg og Pernille Envold Bidstrup, sálarfrøðingur og bólkaleiðari, sum hava staðið á odda fyri umrøddu gransking.
Nógv av tí, sum myndar okkara vaksna lív, hevur sítt grundarlag í tíðini sum barn, og her hava bæði foreldrini ein týdningarmiklan leiklut. Mátin, vit knýta okkum til onnur menniskju, bæði kensluliga og atferðarliga, verður eitt nú mentur við samveru og tilknýti til foreldrini.
- Tað er helst broytingin í hesum tilknýti, sum hevur ein leiklut, tá børnini gerast vaksin, sum ger, at tey lættari kunnu koma út í hjúnarskilnað, sigur Beverley Lim Høeg.