26 ára gamla Kimberly Joy úr Taivan hevur fótað sær, eftir at hava livað í baldrutum hjúnalagi við føroyskan mann í trý ár.
Nú er hon skild, er flutt til Havnar og gongur annað árið á Fróðskaparsetrinum, har hon tekur læraraútbúgving.
Kimberly Joy hitti føroyska mannin á alnótini. Hon skrivaði saman við honum í meira enn eitt ár, áðrenn hon kom til Føroya at vitja hann. Hon fór ongantíð avstað aftur. Tey giftust, áðrenn uppihaldsloyvið á tríggjar mánaðir fór úr gildi.
– Eg angri einki. Eg hevði ikki verið tað menniskjað, sum eg eri í dag, um eg ikki hevði verið fyri tí, sum hendi, sigur unga taivanska kvinnan.
Les alla samrøðuna við Kimberly Joy í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.