Hjá felagsliðnum í Sundalagnum er ein miðvallari komin til felagið, meðan annar miðvallarleikari hevur leitað sær í annað felag í landinum. Leikarin, sum er komin til felagið, er ikki ókendur í EB/Streymi. Talan er um Jákup Martin Joensen, sum kemur frá AB. Jákup Martin er eiðismaður og hevur í fleiri ár spælt við besta liðnum hjá EB/Streymi. EB/Streymur missir tó eisini ein leikara. Knút Vesturtún, sum hevur verið illa darvaður av skaðum í ár, hevur valt at leika restina av kappingarárinum við ÍF í næstbestu deildini.
Tíðindi