hjá Christie’s í 2003. Borgarstjórin í Messina, Federico Basile, fordømir stuldurin. Hann sigur hendingina vera serliga pínufulla, tí hon fór fram samstundis sum siðbundna hátíðarhaldið í býnum til heiðurs [...] av serstakliga stórum virði. Stuldurin fór fram leygarkvøldið í Messina, sum er heimstaður hjá Antonello da Messina. Tjóvarnir skulu hava megnað at komið framvið trygdarskipanini á savninumk. Trý av stolnu [...] heiðurs fyri Mariu moy. Stuldurin kemur bert um eitt hálvt ár eftir, at italski staturin keypti málningin Ecce Homo eftir Antonello da Messina fyri umleið 15 milliónir dollarar. Antonello da Messina varð
tollarar, sum funnu hassjið umborð í trolaranum, og longu í dag hava menninir fingið dóm í rættinum í Hjørring í Danmark. Báðir menninir vóru í grundlógaravhoyri fyrrapartin í dag. Ein 26 ára gamal maður játtaði [...] Heili 93 kilo av hassju vóru í gjár funnin umborð í einum trolara í Hirtshals, sum skuldi til Grønlands, og í dag hava tveir mans fingið fongsulsdóm fyri ætlanina um at smugla hassjið til Grønlands. Hetta [...] Nordjyllands Politi upplýsir í tíðindaskrivi, at hassji varð funnið í gjár í einari regluligari kanning hjá tollvaldinum. Tollararnir funnu 22,2 kilo av hassji umborð í trolaranum, og síðan boðsendi
ítøkilig átøk í verk fyri at stytta bíðitíðirnar í psykiatriini. Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing. Sambært Bjørt Lind er tí neyðugt at hugsa nýtt um, hvussu uppgávurnar í psykiatriini [...] eisini hava at vita, hvørji ítøkilig átøk verða sett í verk fyri tey, sum eru í gongd við ella ætla at útbúgva seg til serpsykolog. Bert eitt serlæknastarv mannað Sambært Sjúkrahúsverkinum er í løtuni [...] landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um tørvin á serpsykologum í barna- og ungdómspsykiatriini og vaksnamannapsykiatriini. Sambært einum svari frá landsstýriskvinnuni bíða 292 børn og
tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram. Nógv nøvn, sum í dag eru kend [...] lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1. september. Melda teg til á: www.torsgota.fo/sement [...] kend á føroyska tónleikapallinum, hava verið við á Sement. Millum onnur RSP, Aggrasoppar, Tunghoyrt, Dania O. Tausen, Joe & The Shitboys, Marius DC, Jasmin Mote, Hamferð, Konni Kass og Lyon. Á Sement fært
mánaðirnar og upp í eitt hálvt ár. Tríggir lærlingar byrja í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november. S [...] Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sj [...] støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð Sjúkraflutningstænastan í Føroyum
tráðurin í felagnum. Vinnuligu grønmetisbøndurnir í Miðstovuni og Uttastovuni hava frá byrjan lagt nógva tíð og orku í at læra frá sær og stuðla limum, sum velta til egið brúk. Hinvegin hava aðrir limir [...] partur av arbeiðinum. Veltan hevur saman við samstarvspørtum millum annað skipað fyri einari drúgvari skeiðsrøð, har luttakarar í eitt hálvt ár fylgdu grønmetisárinum frá byrjan til enda. Tey lærdu at leggja [...] dyrkilendi. Hetta gjørdist millum annað aktuelt, tá ætlanir vóru um at gera ein stóran veg í sambandi við kanningar til eina tunnilsverkætlan um økið, har Veltan heldur til. Í hesum sambandi vísti Veltan á
ES-limaskapur kann hava lægri rentur og størri trygd við sær í einum heimi, sum er merktur av krígnum í Ukraina og politikkinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump. Stuðlarnir hava millum annað víst á hóttanirnar [...] Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, árið eftir fíggjarkreppuna, sum rakti íslendska búskapin sera meint. Ein ES-atfinningarsom stjórn steðgaði tó tilgongdini í 2013. Ja-síðan hevur ført fram, [...] limaskap í ES uppaftur. Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp. Bert eitt valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] fólkavøksturin. Árligi vøksturin hevur í hálvttriðja ár ligið um hálvt prosent, men er nú aftur komin upp um eitt prosent. Í februar fór fólkatalið upp um 55.000, og fimm mánaðir seinni er tað longu farið
leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin [...] m eftir er boðskapurin frá fyriskiparunum greiður: - Ætlar tú tær á Norð Festival í ár, er helst ikki ráðiligt at bíða ov leingi við at tryggja tær atgongumerki. [...] hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri stórari skrá Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum. Stóra høvuðsnavnið er legendariski
Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í ár. Fyrra ferðin var, tá ið Skála ÍF á heimavølli 6. apríl tapti [...] Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Skála ÍF. Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku [...] eldhugaða Jákup Jakobsen undir liðini á sær. Í kvøld var Ari Ó. Ellingsgaard aftur hjálparvenjari, og Poul N. Poulsen var nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF hevur 20